Ein bretsk kvinna, sum arbeiddi sum sjálvboðið hjálparfólk, varð handtikin eftir at hon segði við løgregluna, at hon “møguliga” bað stillisliga, tá ið løggan spurdi hana, hví hon stóð á eini almennari gøtu tætt við eina fosturtøkustovu, skrivar felagskapurin Alliance Defending Freedom UK (ADF UK).
Isabel Vaughan-Spruce, sum er leiðari fyri bretska “gakk fyri lívi” (UK March for Life), stóð nær við BPAS Robert fosturtøkuklinikkina í Kings Norton í Birmingham í einum øki, sum ADF UK kallar “sensur øki”, tá ið løgreglan kom til hana. Ein áskoðari hevði klagað um at hon kanska stóð og bað uttan fyri fosturtøkustovuna, skrivar felagskapurin. Myndugleikarnir í Birmingham hava sett í verk serlig buffara-øki kring fosturtøkustovur í býnum, sum gera tað ólógligt á nakran hátt at sýna sína undirtøku fyri ella mótstøðu ímóti fosturtøku á staðnum, uttan mun til um tað er á “munnligan ella skrivligtan hátt” sum t.d. við “bøn ella ráðgeving.”
“Tað er andstyggiliga skeivt, at eg varð rannsakað, handtikin og avhoyrd av løgregluni og skuldsett bara fyri at biða í mínum egna stilla sinni,” segði Isabel Vaughan-Spruce aftaná tilburðin.
“Eg útinti mítt hugsanarfrælsi, mítt trúarfrælsi, inni í mínum egna privata huga. Eingin eigur at verða kriminaliseraður fyri at hugsa og biðja, á einum almennum stað í Bretlandi.”
“Mín gudstrúgv er ein grundleggjandi partur av hvør eg eri, so onkuntíð standi eg ella gangi eg nær við eina fosturtøkustovu og biði viðvíkjandi hesum evninum,” legði hon afturat. “Hetta er nakað, sum eg havi gjørt at kalla hvørja viku hesi seinastu 20 árini av mínum lívi. Eg biði fyri mínum vinum, sum hava royndir av fosturtøku, og fyri teimum kvinnum, sum umhugsa at gera sær tær royndirnar.”
Vaughan-Spruce hevur staðið við fosturtøkustovuna meðan hon hevur verið afturlatin tríggjar ferðir og sagt at hon “møguliga” hevur biðið, sambært ADF UK. Løgreglan vísti henni myndir av henni sjálvari, og spurdi, um hon bað. Hon svaraði, at tað dugdi hon ikki at svara upp á, tí hon brúkti nakað av tíðini til at biða, men fall so eisini í aðrar tankar av og á.
“Tað er av sonnum ótrúligt at lógin gevur lokalum myndugleikum so víðar heimildir, at sjálvt tankar nú kunnu verða metir “skeivir” og elva til eyðmýkjandi handtøku og skuldseting um brotsverk,” segði Jeremiah Igunnubole, sum er løgfrøðiligur ráðgevi hjá ADF UK, sum stuðlar Vaughan-Spruce. “Eitt búgvið fólkaræði eigur at duga at skilja ímillum brotsgerðir og friðarliga útinning av grundlógartryggjaðum rættindum.”
Hann lýsti Vaughan-Spruce sum eina kvinnu við “góðari muru… sum ótroyttiliga hevur tænt sínum lokalsamfelag” við sínum sjálvbodna hjálpararbeiði at hjálpa kvinnum og børnum, men segði at hon var viðfarin “sum ein harðligur brotsmaður.”
“Vit eru við at ganga í blindum inn í eitt samfelag, sum uttan at hugsa seg um, góðtekur, normaliserar og enntá birtir uppundir “harðræði meirilutans (tyranny of the majority)” legði Igunnubole afturat.
Les meira:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald