Belgiski forsætisráðharrin ávaraði um at Europa noyðist at gera okkutr beinanvegin fyri at fáa tamarhald á orkukreppunu, annars er vandi fyri eini grundleggjandi búskaparligari niðurbræðing, sum verður trupul at koma úr aftur.
“Nakrar fáar vikur á henda hátt, so steðgar europeiski fullkomiliga upp. At koma seg aftur eftir tað, er nógv truplari enn at gera inntriv í marknaðin nú,” segði forsætisráðharrin við Bloomberg hósdagin. “Vandin við tí er av-industrialisering og álvarsligur vandi fyri grundleggjandi sosialum ófriði”.
De Croo ynskir sær at ES setur eitt víttfevnandi prísloft á gasshandil í økinum.
“Eg síggi ongan annan útveg enn at vit leggja okkum út í marknaðin,” segði De Croo. “Vit fáa ikki nakran næsta møguleika at prógva fyri 450 mió europearum, at vit taka viðurskiftini í egnar hendur. Tað sum vit síggja í løtuni er ein ógvuslig tøming av vælstandi út úr Europeiska Samveldinum.”
Við gassprísum, sum eru 10 ferðir miðalprísin fyri seinastu 5 árini, so hava europeiskir myndugleikar bara eitt skot í byrsuni fyri at vísa, at teir megna at verja brúkaran og ídnaðin, segði De Croo eisini.
Og hann vil hava tað at ganga skjótt. “Eg haldi ikki vit hava tíð at siga, OK, vit seta okkurt upp á prent, og so møtast vit aftur um tveir mánaðir,” segði hann. “Um tveir mánaðir, við hesum prísunum, so óttist eg, at tað longu er ov seint.”
Forsætisráðharrin sigur at Belgia er væl statt viðv. gass- og elveitingartrygd fyri veturin. Men um okkurt av hinum europeisku londunum endar í eini støðu við streymslitum, so verður tað “ein risastórur trupulleiki fyri okkum øll.”
Kelda: Bloomberg - EU Economy Risks ‘Full Stop’ on Energy Crisis, Belgium Warns
***
Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald