Uttanlands

Ongland - Fleiri doyggja nú enn undir farsóttini

Bretska blaðið The Telegraph skrivar í vikuskiftinum og týsdagin um kreppu vegna høga talið av andlátum, sum er hægri nú, enn undir kovid í 2020 og 2021. Meginparturin av teimum sum doyggja nú, doyggja ikki av kovid.

Vøksturin í óvæntaðum andlátum sær ikki út til at slakka av. Bráðinnleggingar vegna hjartatrupulleikar eru øktar við meira enn 25.000. Mynd: Shutterstock

Vøksturin í óvæntaðum andlátum sær ikki út til at slakka av. Bráðinnleggingar vegna hjartatrupulleikar eru øktar við meira enn 25.000. Mynd: Shutterstock

2022-11-03 03:19 Author image
Jón Tyril

Ovurdeyðiligleikin í Onglandi og Wales er í løtuni hægri, enn tá ið farsóttin leikaði mest í, árini 2020 og 2021, sambært bretska blaðnum The Telegraph.

Í oktober mánaða hava tað verið í miðal 1.564 óvæntað eyka andlát um vikuna, samanborið við eitt miðal á einans 315 í 2020 og 1.322 í 2021.

Seinastu tølini frá bretsku hagstovuni, Office for National Statistics (ONS), vístu, at í vikuni, sum endaði 21. oktober, vóru 1.714 eyka andlát í Onglandi og Wales, harav einans 469 vóru vegna kovid - tað er 27% av samlaða talinum.

Hetta er 16,8 prosent hægri deyðatíttleiki enn vanligt. Andlátini eru eisini fleiri enn fimm ára miðaltalið fyri oktober, árini undan kovid, vístu tølini fyri 2015 til 2019.

Tá ið Bretland læsti niður 23. mars 2020, var dagligi miðal deyðatíttleikin vegna kovid áleið 213. Hetta hevði við sær munandi ekka millum fólk og myndugleikarnir settu strong avmarkandi tiltøk í verk. Nú doyggja munandi fleiri óvæntað um dagin, enn tað gjørdu tá, harav meirilutin ikki er vegna kovid og eingin veit veruliga hví.

Og tó er at kalla tøgn frá almennum myndugleikum og stóru tíðindamiðlunum (uttan The Telegraph). 

Dr. John Campell legði eitt nýtt video út mikudagin 2. november, har hann greinar støðuna sera væl við støði í somu greinum, sum vit hava brúkt sum keldu her.

Hagtøl frá Office for National Statistics (ONS) vísa, at hesar seinastu seks mánaðirnar hava verið fleiri óvæntað ‘yvirskotsandlát’ av øðrum orsøkun enn kovid, enn tað hava verið andlát ‘av kovid’ alt seinasta árið .

Tølini vísa, at 18.394 fólk í Onglandi og Wales eru deyð ‘av’ kovid í ár. Men bara síðani mai hava verið 23.195 eyka andlát, har høvuðsorsøkin var ein onnur enn kovid.

Sambært The Telegraph er orsøkin helst óbeinleiðis ávirkan frá farsóttini, sum saman við langtíðartrupulleikunum hjá heilsuverkinum NHS, er smeltað saman til eina fulkomnan eitrandi kokkteyl.

[object Object]

Amitava Banerjee, professari í kliniskum dátuvísindum og heiðurs ráðgevandi hjartalækni við Institute of Health Informatics, University College London, fullfíggjaði fyri kortum sítt arbeiði, sum vísir, hvussu innleggingar fyri hjartatrupulleikar brádliga minkaðu undir farsóttini.

Í 2020 vóru 31.064 færri innleggingar av hjartasjúklingum, 14.506 færri bráðinnleggingar og 16.560 færri elektivar viðgerðir, samanborið við 2016 til 2019 í Onglandi, Skotlandi og Wales.

Elektivar innleggingar vóru eisini færri í 2021, við 10.996 færri viðgerðum, men tað ræðandi er at bráðinnleggingarnar fyri hjartatrupulleikar vuksu við 25.878.

Banerjee professari óttast, at óbeinleiðis árinini frá farsóttini fara at vera størri enn skaðin av kovid sjálvum, og at tað er avgerandi fyri framtíðar tilbúgvingar-ætlanir, at taka langtíðar úrslitini við.

“Viðgerð og fyribyrging av undirliggjandi sjúkum er ikki ein bóltur, vit eiga at sparka undan okkum oman gøtuna,” segði hann við blaðið.

“Vit skuldu ongantíð havt eitt farsóttar-tilbúgvingartoymi, sum ikki umhugsaði óbeinleiðis ávirkanina og langtíðarárinini. Vanliga hevur tað verið virologar og smittuserfrøðingar, men við eini alheimsfarsótt á hesum stigi í so nógvum londum, er tað ikki hóskandi.”

Óbeinleiðis árin elva til meira deyðsføll

“Vit miðsavnaðu okkum um beinleiðis árin av ovurdeyða vegna kovid men heilt síðani byrjanina var tað sannlíkt, at óbeinleiðis árinini fóru at elva til fleiri andlát, meira sjúku og meira búskaparliga ávirkan, enn kovid sjálvt.”

Eitt sum ger støðuna enn meira undarliga, er at deyðatíttleikin átti at fallið aftan á farsóttina, tí so mong doyðu tíðliga, hetta er eitt fyribrigdi sum á enskum kallast “harvesting”, vit kunnu kalla tað “heystan” á føroyskum. Men ístaðin síggja vit øvuta gongd.

[object Object]

Bretska stjórnin hevur sambært The Telegraph gjørt eina hálvhjartaða roynd at fáa greiði á, hvat gongur fyri seg við ovurdeyðiligleikanum, og hevur biðið um eina frágreiðing frá skrivstovuni fyri heilsubót og ójavna (Office for Health Improvement and Disparities (OEHD)).

Frágreiðingin vísti ein ófrættakendan vøkstur í andlátum millum fólk, sum høvdu hjartatrupulleikar og sukursjúku, harav mong kundu verið fyribyrgd.

Nýggjari kanningar hava víst, at fólk, ið eru innløgd við kovid19 meira sannlíkt fáa hjartatrupulleikar, serliga fyrsta mánaðin eftir útskriving, og hetta kundi verið ein frágreiðing upp á ein part av yvirskotsandlátunum.

Epidemiologurin, Veena Raleigh, sum er ‘senior fellow’ við The King’s Fund, kannaði herfyri sannlíku orsakirnar fyri ovurdeyðiligleikanum. Hon heldur, at hetta kann vera ein verulig orsøk, saman við trupulleikunum hjá heilsuverkinum, NHS.

Hon segði við The Telegraph: “Áhaldandi gongdin við hægri deyðstølum enn væntað í Onglandi og Wales (samanborið við undanfarin ár), sum hevur verið týðulig síðani í vár, elvir til stúran.”

“Frá apríl til miðan oktober hava vit havt nærum 30.000 eyka andlát, harav ein triðingur er vegna kovid - ein áminning um at virusurin framvegis er lívshóttandi.”

Meginparturin av eyka andlátunum eru óskiljandi

“Meðan eini 3.000 eyka andlát hendu undir ovurheitu summartíðini, so hava vit onga frágreiðing uppá meginpartin av eykaandlátunum.”

“Andlát vegna hjartasjúku og sukursjúku eru serliga stór í tali; Kovid19 økir um vandan fyri eftirfylgjandi hjartatrupulleikum, og kann spæla ein leiklut í økta talinum av andlátum.”

“Eitt ovbyrjað heilsuverk (NHS), sum stríðist við eina stóra eftirstøðu av viðgerðum og óhoyrt trýst á bráðtænasturnar, kann eisini vera ein viðvirkandi táttur.”

Summir serfrøðingar halda, at ov nógv uppmerksemi verður givið beinleiðis árinunum av Kovid, meðan ov lítið verður gáað um víðari ávirkanina.

Banerjee professari sigur við blaðið, at serfrøðingar skuldu funnið saman og lagt sínar dátur um eyka andlát á hvør sínum serøki saman.

“Tað sum eg síggi, er at fokus framvegis er á beinleiðis ávirkanina frá kovid,” segði hann við blaðið.

“Eingin sum ræður í heilsuverkinum (NHS), ella nakar av nýggju heilsumálaráðharrunum, gretta orð um hetta,” segði professarin við blaðið.

Ovurðdeyðiligleiki ger seg ikki einans galdandi í Stóra Bretlandi, men í fleiri londum í Europa umframt Australia og USA. Vit skrivaðu í seinastu viku um støðuna í Noregi:

Fleiri gerast sjúk og doyggja - lækni rópar varskó

Í tráð við tað skrivaðu vit herfyri eisini um methøgan pinkubarnadeyða í Skotlandi:

Skotland stórar hækkingar í pinkubarnadeyða

Og 21. september skrivaðu vit um ovurdeyðiligleika í ES og Íslandi:

Í ES er ovurdeyðiligleikin fyri juli omanfyri 16%, í Íslandi meira enn 55%

Keldur:

The Telegraph - Crisis as excess deaths soar to levels higher than during Covid pandemic

The Telegraph - Rising non-Covid excess deaths reveal the disastrous legacy of the pandemic

Dr. John Campell á youtube - Excess deaths continue

***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger stóran mun fyri at vit kunnu halda á, víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald