Ein av teimum trúgvu og drúgvu keldunum til nýggjastu álítandi vitan um koronufarsóttina, sum vit hava notið gott av og víst nógv til, er kanalin hjá bretska Dr. John Campell. Eg haldi ikki tað er at taka munnin ov fullan at siga, at Campell frá at gloypa allari almennu frásøgnini ráari, er vorðin meira og meira kritiskur.
Dr. Campell er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, fór síðani akademiska vegin, og hevur undirvíst sjúkrasystrum og granskað innan medisinska økið, har hann eisini hevur fingið sítt doktaraheiti.
Í gjár var hann í sjónvarpsstovuni hjá Bev Turner á GB News, har hann greiddi frá, hvussu hann byrjaði við at gera undirvísingartilfar til sjúkrarøktar- og læknalesandi á VHS videobondum, síðani dvd fløgum, til hann skifti yvir á youtube. Tá ið koronufarsóttin kom, byrjaði hann at gera video um tað nýggjasta á tí hermótinum. Nú hevur hann meira enn 2,5 milliónir haldarar á sínari youtube-kanal og meira enn 250 mió fólk hava sæð hansara video.
Dr. Campell kemur inn á hvussu hann leit blint á myndugleikarnar at byrja við, hvussu hann byrjaði at síggja at alt hekk ikki heilt so væl saman, sum myndugleikarnir søgdu og gjørdu, og hvussu og hví hann kennir seg sviknan av teimum nú.
Hann greiðir eisini frá um hvussu youtube sensururin virkar, og fortelur um tá ið video hjá honum, har hann einans vísir til og viðgerð javnlíkametta gransking og tøl viðv. heiligvágnum ivermektin, var sensurerað.
Samanumtikið ein góð samrøða við ein sera góðan, javnvigaðan og álítandi miðlara av vitan um koronufarsóttina. Tað hevur verið ein gleði at fylgt honum.
Kanalin hjá Dr. John Campell kann síggjast her
Kanalin hjá GB News kann síggjast her
Greinar vit hava havt við Dr. John Campell her á síðuni:
Ongland - Fleiri doyggja nú enn undir farsóttini
Vísindafólk í USA hava skapt nýtt lívshættisligari kovidfrábrigdi
Skotland stórar hækkingar í pinkubarnadeyða
Í ES er ovurdeyðiligleikin fyri juli omanfyri 16%, í Íslandi meira enn 55%
Nýggju dagførdu kovid-koppsetingarnar eru einans kannaðar á 8 mýs
Teilendsk kanning: Næstan 30% av ungum fáa ávirkan á hjartað eftir koppseting við Pfizer mRNA Skelkandi tunt grundarlag undir viðmælinum av koppseting til smábørn
Skjøl frá Pfizer máa støðið undan útsagnunum sum “tryggar og munadyggar”
Natúrligt órin er munandi stinnari enn órin frá koppseting
Video: Dr. Campell hyggur at "Pfizer skjølunum" og er skelkaður
***
Takk fyri at tú lesur á síðuni.
Tú kanst hjálpa okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun. Stuðulin fer fyrst og fremst til at vit kunnu halda á, men eisini so vit kunnu víðka og vaksa um virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald