Innanlands

Óð? Sissa teg, ikki missa teg!

Dr. Laura Markham, sálarfrøðingur, rithøvundur og serfrøðingur í barnauppaling, hevur her góð ráð til foreldur, tá ið sinnið fer avstað við teimum. Greinin er framhald av greinini "Tá ið illsinnið hjá barni tínum fær öði í teg."

2022-09-09 15:59 Author image
Dr. Laura Markham

Hetta er ein órógvandi mynd, ikki satt? Flest okkara hugsa ikki um, hvussu ræðandi okkara vreiðu andlit kunnu vera fyri okkara børn.

Men hetta er eyðkennið fyri vreiði: vit missa vanligt vit og skil. Tá ið vit eru óð, er tað tí vit halda, at vit mugu verja okkum fyri onkrum vanda.

Vit gloyma, at eitt barn, ið ber seg illa at, ikki er ein hóttan —men bert eitt ráðaleyst ella örkymlað ungt fólk við óbúnaðum heila. Vit gloyma, at vit gera ilt verri, tá ið vit sjálv bera okkum hóttandi at. Vit gloyma, at okkara ábyrgd sum foreldur, er at bera okkum at sum vaksin, og róliga ala barnið upp til at læra, vaksa og menna förleikarnar til at hava tamarhald  á egnum kenslum og atburði.

Tá ið atburðurin hjá barninum fær teg at fara úr tínum góða skinni, heldur tú fyri víst, at barnið er trupulleikin. Men hvörja fer tú “missir teg,” er tað eitt tekin um at neistarnir úr tínum barndómi festa eld í teg.

Skilmarkingin av at verða “kveiktur í”, er, at gamlar kenslur verða pískaðar upp, og fáa teg at handfara verandi stöðu alt ov ógvusliga, sum so aftur sendur teg í kensluliga undantaksstöðu (“berjast, flýggja ella frysta”). Avgerðir tiknar í illsinni ella ótta, fara ongantíð at geva tær úrslitið, tú ynskir. (Ynskið um at barnið skal læra og mennast. Tað hendir bert, tá ið barnið kennir seg trygt og at hoyra til).

Tá ið tú ert uppöstur, hugsar tú ikki klárt. Tú ert ikki hitt róliga, rummiska foreldrið, við kensluligum yvirskoti, ið öll börn hava uppiborið. Eitt foreldur, ið hjálpir barninum at vera best møguliga útgávan av sær sjálvum.

So tað týdningarmesta at minnast um vreiði, er hetta:

Lat vera við at gera nakað, meðan tú ert óður.

Ikki lætt, ha? Tá ið tú ert uppöstur fölir tú teg í kreppustöðu. Tú mást gera okkurt!

Í fyrru greinini: Tá ið illsinnið hjá barni tínum fær öði í teg snakkaðu vit um, hvussu sleppast kundi undan drama, tá ið vreiðin hjá barninum ösir teg.

Men hvat nú, um tú, eins og mong onnur foreldur, ösir teg ofta?

Tað er eitt tekin um, at tú mást arbeiða við tær sjálvum. Í roynd og veru er tað eingin, ið “kveikir í” teg. Tað eru tínir neistar, antin av strongd, úr barndóminum ella av öðrum stoytum í lívinum. Barnið hevur bara grivið teir fram í ljósmála og býður tær hövið at gröða teir.

Lívið hevur lyndi til at luta okkum lærdóm, ið vit ikki hava biðið um, men sum mennir okkum og ger okkum meira heil. Um vit royna at standa ímóti hesum lærdómi, endar hann aftur og aftur í føvninginum á okkum — vanliga máttmiklari enn áður — inntil vit at enda taka hann til eftirtektar. Og börn, ið “kveikja í” innastu kenslur okkara, eru ofta samstundis bestu lærarar okkara við. 

Hví ikki brúka hesar tilburðir, tá ið barnið trýstir á tínar knöttar, til hövi at óvirkja teir? (Helst knöttarnar, ikki barnið). Soleiðis gert tú:

1. Plikta teg nú til at brúka öðina sum hövi at læra, heldur enn at gera nakað í óðum verkum.

Á henda hátt hevur tú longu avgjört, at fara til síðis, næstu ferð tú rennir teg í eina “berjast ella flýggja” stöðu, har tú sært barnið sum fígginda. Tað er ikki lætt, men altíð fyrsta stigið í at fáa tamarhald á vreiðini. Ver ikki bangin, tað verður lættari fyri hvörja ferð tú gert tað. Tú byggir nervavegir fyri frægari at kunna stýra tær — í roynd knýtir tú heilan saman av nýggjum.           

2. Steðga og lat fara fyribils, tá ið tú ert óður.

Flyt tankarnar burtur frá barninum, far til síðis, og hygg inneftir. Gev tær far um, hvar í kroppinum öðin situr. Anda djúpt. Hav umsorgan fyri tær sjálvum. Hetta kennist einki hugaligt. Möguliga fært tú kenslu av at tú yvirandar (hyperventilerar), ella enntá vilt spýggja. Men fyri hvörja ferð tú megnar at anda gjögnum hesa ótolandi kensluna, uttan at bresta, tømir tú úr kensluryggsekkinum, og byggir harvið innaru styrkina, so tú ikki verður so lætt uppöstur í framtíðini.

3. Styrk teg sjálvan

Tá ið tú byrjar at kenna tað, sum tú stendur fastur í onkrum stríðsmáli við barnið, lat so vera við at hugsa um, hvussu barnið ber seg at, og hugsavna teg heldur um tín egna atburð. Skriva í dagbókina. Lufta kenslurnar fyri onkrum öðrum foreldri, meðan tú tryggjar tær, at tú savnar teg um tínar kenslur, heldur enn atburðin hjá barninum. Soleiðis sleppir tú afturum tárini og óttan, ið elva til öði tína. Kanna sambondini úr barndómi tínum við hetta málið. Spælir fyrrverandi smeitur ella núverandi strongd inn? Hvat kanst tú gera fyri at broyta stöðuna?

So hvört sum tú greiðir tín egna ruðuleika og verður förur fyri at varnast tær lívvirkisligu (fysiologisku) kenslurnar av sinnisrörslu og andar teg gjögnum tær — uttan at gera nakað — sleppur tú av við læsingarnar í tær sjálvum. Tað merkir, at tú hálar kensluligu stikkini úr dramatikkinum við barnið.

Úrslitið? Barnið byrjar eisini at broytast.

Andsøgnin er, at barnið tykist elva til trupulleikan, men tá vit greiða okkara lut í honum, so minkar trupuleilkin altíð.

  • Mann tað vera tí, at so skjótt vit koma til sættis við okkum sjálv í málinum, ber til at seta föst, men vinalig mörk, og hjálpa barni okkara við kenslum sínum, ístaðin fyri at leggja brenni afturat bálinum?
  • Ella orsakað av, at tá ið vit eru betur við okkum sjálv, so fáa vit givið barnið okkara treytaleysa kærleikan, tað hevur uppiborið?
  • Ella tí vit hava andaligt samband við börn okkara, og tey koma til okkum við málum, ið skulu til, fyri at vit kunnu grøðast innaní.
  • Ella púra einfalt, at so skjótt vit gevast at trýsta börn okkara at vera öðrvísi, nýtist teimum ikki at seta seg ímóti, og tey byrja at broytast?  

Hvussu er og ikki, so skjótt vit bloyta knútin í okkum sjálvum, verður sum oftast eisini framgongd hjá barninum. Vit bæði gröðast og mennast.

So í dag, tá ið barnið “kveikir í teg”. Sissa teg, ikki missa teg!

Og takka lítla lærmeistaranum, í minsta lagi innantannað.

Les eisini:

Tá ið illsinnið hjá barni tínum fær öði í teg

Íkensla, empati: Grundarlagið undir kensluligari heilsu

10 góð ráð, hvussu tú kanst fáa tað besta burturúr summarinum saman við familjuni

4 lættir vanar við orðum, sum styrkja sjálvsálitið hjá børnunum

Okkara børn, vit sjálv

Soleiðis kanst tú tosa við børnini um kríggið í Ukraina


Upprunagrein: Aha! Parenting - Angry? Don't lose it. Use it!

Høvundur: Dr. Laura Markham, stovnari av AhaParenting.com, høvundur at bókunum Peaceful Parent, Happy Kids, Peaceful Parent, Happy Siblings og hennara nýggjastu Peaceful Parent, Happy Kids Workbook

Týtt: Kristfríð Tyril


***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald