Uttanlands

Nýggj RAND frágreiðing: Eitt drúgt kríggj í Ukrainu gagnar ikki áhugamálunum hjá USA

Frágreiðingin frá týðandi tankasmiðjuni sigur, at eitt drúgt kríggj í Ukrainu forðar USA í at savna seg um kappingina móti Kina og økir vandan fyri kjarnorkukríggi og beinleiðis kríggi millum NATO og Russland.

Ukrainskir hermenn nærhendis hermótinum í Donetsk landslutinum, 1. februar 2023. (Oleksandr Ratushniak/Reuters)

Ukrainskir hermenn nærhendis hermótinum í Donetsk landslutinum, 1. februar 2023. (Oleksandr Ratushniak/Reuters)

2023-02-08 04:59 Author image
Jón Tyril

RAND Corporation gav eina nýggja frágreiðing út, sum ávarar um at eitt “langdrigið kríggj” í Ukrainu er ímóti áhugamálunum hjá USA, og brýtur sostatt frá sjónarmiðunum hjá mongum av heykunum í Washington, at USA skal stuðla stríðnum móti Russlandi í longri tíð.

Rand Corporation er ein sokallaður ‘think tank’, (stundum nevnt ‘tankasmiðja’ á føroyskum) sum er fíggjað beinleiðis av amerikanska herinum, har kósin fyri amerikanskan uttanríkispolitikk mangan verður stungin út í kortið, eisini heykakendi politikkurin mótvegis Moskva. Ein frágreiðing frá 2019 við heitinum ”Extending Russia” (at toyggja Russland), kannaði vandar og fyrimunir og hvussu USA kundi royna at toyggja Russland. Mong av uppskotunum, ið koma frá RAND tá, eru síðani sett í verk, eitt nú álopsvápnastuðul til Ukraina, revsitiltøk móti Russlandi, og forðingar fyri russiskum útflutningi av gassi og olju.

Nýggja frágreiðingin frá Rand Corporation kallast “Avoiding a Long Long War” ella á føroyskum “at sleppa undan einum drúgvum kríggi.” Nýggja frágreiðingin kannar vandarnar við verandi orrustuni og ásannar, at eitt drúgt kríggj økir vandan fyri kjarnorkukríggi.

Ein samandráttur av frágreiðingini ljóðar soleiðis:

“Kjak í Washington um kríggið millum Russland og Ukraina snýr seg í vaksandi mun um, hvussu tað kann enda. Fyri at upplýsa tað kjakið, vísir sjónarhornið vit her leggja fram, á vegir, sum kríggið kann útvikla seg, og hvussu alternativar kósir kunnu ávirka áhugamálini hjá USA. Høvundarnir tala fyri, at umframt at minka um vandan fyri ógvusligari herðing av stríðnum, so høvdu áhugamálini hjá USA verið best tænt, um sleppast kann undan einum longdum stríði.”

Høvundarnir siga, at kríggið í Ukraina ger tað truplari fyri USA at miðsavna síni átøk at fyrireika seg í mun til eitt framtíðar stríð móti Kina.

“Evnini hjá USA at miðsavna seg um aðrar alheims raðfestingar — serliga, kapping við Kina — fara at vera avmarkað so leingi sum kríggið leggur hald á tíðina hjá embætisverkinum og resursurnar í herinum,” sigur frágreiðingin.

Frágreiðingin sigur at størsta vandamálið við einum longdum kríggi í Ukrainu er, at tað vildi skapt ein “longdan hækkaðan váða fyri at Russland tekur kjarnorku vápn í nýtslu, og fyri einum kríggi millum NATO og Russland.” Víðari stendur at “at sleppa sær undan hesum báðum herðingunum av stríðnum er av allarstørsta týdningi fyri USA.”

Tá ið tað kemur til at Ukraina skal vinna aftur meira landøki, ið Russland hevur hersett, sigur frágreiðingin, at hetta er einans ein “minni týðandi fyrimunur” og tað at “sleppa undan einum drúgvum kríggi er eisini ein hægri prioritetur fyri USA, enn at syrgja fyri munandi størri landøki aftur kemur undir Ukrainskt ræði.” Frágreiðingin setur tað, “at fáa Russland at vikna”, sum ein størri fyrimun fyri USA, heldur enn at Ukraina vinnur landøki, men tað er framvegis ikki vert váðan fyri einum drúgvum kríggi.

Frágreiðingin viðurkennir, at tað í løtuni er lítil vón fyri friðarsamráðingum, og skjýtur upp at USA kundi “sett sum treyt fyri komandi hernaðarhjálp, at Ukraina vil binda seg til at samráðast.” Eitt annað uppskot til tess at fáa samráðingar í lag, er at USA skal seta treytir upp fyri at taka av revsitiltøk móti Russlandi. Høvundarnir ásanna at Biden-umsitingin onga roynd hevur gjørt til tess at trýsta stríðandi partarnar til samráðingarborðið at tosa um frið.

Niðurstøðan sigur, at vegna politisku støðuna í USA, so er ein “dramatisk broyting” í Ukrainapolitikkinum hjá USA ikki sannlík. Men høvundarnir siga, at við at “menna hesi amboðini nú og síðani breiða tey út til Ukraina og tey sameindu hjá USA, so kann tað hjálpa til at fáa eina gongd í lag, sum kann enda kríggið við eini samráðingarloysn innan ein tíðarkarm, sum gagnar amerikanskum áhugamálum.”

Greinin stóð upprunaliga á Antiwar.com undir heitinum:

New RAND Report Says a Long War in Ukraine Is Against US Interests

Rithøvundur: Dave DeCamp

(Týtt: Alis Jacobsen & JT)

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo

Vit hava valt ikki at hava lýsingar ella haldaragjald á síðuni fyri at tíðindi frá okkum kunnu síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin liva vit av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning. Um tú eisini heldur tað, so ert tú hjartaliga vælkomin at hjálpa okkum at fíggja arbeiðið við at lata antin eina fasta ella eina eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald