Uttanlands

Nýggj lóg í Florida bannar sexualundirvísing av børnum millum 4 og 9 ár

Staturin Florida hevur sett eina umstrídda lóg í gildi, sum bannar skúlum og barnagørðum at undirvísa børnum undir 3. flokki í sexuellari orientering og kynssamleika

2022-03-31 11:05 Author image
Jón Tyril

Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, skrivaði mánadagin undir eina nýggja lóg, sum m.a. bannar starvsfólkum á skúlum og barnagørðum at undirvísa børnum millum 4 og 9 ár í sexuellari orientering og kynssamleika. Nógvar atfinningar hava verið móti lógini, sum summi siga er eitt álop á LGBTQ-umhvørvið. Mótstøðufólkini hava doypt lóggávuna “Don’t Say Gay” lógin, ella “ikki loyvt at siga samkynd” lógin. Í sambandi við Oscar-handanirnar var t.d. nógv gjørt burturúr at finnast at nýggju lóggávuni, eins og bæði Nancy Pelosi, og Joe Biden hava funnist at lóggávuni.

Eitt av størstu arbeiðsplássunum í statinum, The Walt Disney Company, hevur eisini lovað, at stríðast ímóti lógini, og hevur alment boðað frá, at “Okkara mál sum fyritøka er at fáa hesa lógina tikna av aftur - antin gjøgnum lóggávuvaldið ella dómsvaldið…”

Nýggja lógin sigur m.a. at “ikki er loyvt starvsfólkum ella triðjaparti at undirvísa børnum úr barnagarði upp til 3. flokk í kynsligari orientering ella kynsligum samleika, ella á ein hátt, sum ikki er hóskandi fyri aldurin ella menningarstigið hjá næminginum, sum staðfest í leiðreglunum í statinum.”

Lógin snýr seg um foreldrarættindi í samband við skúlagongd og uppaling hjá teirra børnum, og varð undirskrivað og sett í gildi við eina hátíðarløtu, har guvernørurin, Ron DeSantis, vardi sína avgerð, at seta lógina í gildi:

“Tað passar, at mong av teimum, sum hava pískað hetta málið upp, ongantíð hava lisið lógina. Tey vilja heldur bara halda fast í sínari egnu frásøgn. Men eg má siga tykkum, at hesir vinstravendu politikkararnir og miðlarnir, sum hava staðið á odda fyri summum av hesum aktivistabólkunum, tey hava faktiskt lisið lóggávuna, men brúka bara rakstrarróp, tí tey ikki vilja viðganga, at tey taka undir við mongum, sum vit við hesum verja ímóti”, segði DeSantis m.a. og helt fram:

“Til dømis taka tey undir við at sexualisera børn í barnagarðinum. Tey stuðla tí at fylla børnini við “vaknari” kynsideologi í 2. flokki. Tey taka undir við, at skúlar skulu sleppa at “skifta” næmingar til eitt annað kyn, uttan at foreldrini eru kunnað, og enn minni hava givið sítt samtykki”, segði hann víðari og helt fram:

“Vit fara at halda fast í, at í Florida hava foreldur ein grundleggjandi leiklut í heilsurøktini, uppalingini og vælveruni hjá sínum børnum. Vit fara ikki at sleppa hesum. Eg leggi einki í, hvat stóru miðlarnir siga. Eg leggi ikki í, hvat Hollywood sigur. Eg leggi ikki í, hvat stóru fyritøkurnar siga. Her standi eg. Eg bakki ikki,” legði DeSantis m.a. afturat.

Nógv kjak hevur stungið seg upp, eftir at Disney fyritøkan aktivt hevur mótmælt og mótarbeitt nýggju lóggávuni. Hetta kjak náddi nýggjar hæddir týsdagin, tá ein videofundur millum leiðandi starvsfólk í fyritøkuni varð likin út. 

Ovasti framleiðslustjórin fyri teknimyndað (animerað) sjónvarpstilfar hjá Disney, Latoya Raveneau, hálovar á fundinum Disney fyri sítt ídni at fáa LGBTQ hendingagongdir við í tilfarið.

“Framleiðararnir vóru super við uppá mína als-ikki-loyniligu gay-dagskrá”, segði Raveneau m.a. í videonum. “…allur tann mátturin, sum eg merkti, handan kenslan av at eg nýttist ikki at vera bangin fyri at lata hesar báðar persónarnar mussast í bakgrundini….” ”Eg royndi bara, allastaðni har eg kundi, at fáa sovorðið djeikarasligt uppí…“ “Eingin steðgaði mær, eingin royndi at steðga mær,” sigur hon m.a. í videonum.

Stjórin fyri fjølbroytni og inklusivitet hjá Disney, Vivian Ware, sigur á fundinum, at felagið hevur strikað allar tilsipingar til damur, harrar, dreingir ella gentur í sínum stuttleikaparkum, til tess at skapa gandakendar løtur fyri børn, sum ikki kenna seg aftur í siðbundnu kynsleiklutunum.

Likna videoð við viðmerkingunum hjá Raveneau og øðrum kom út, samstundis sum Karey Burke, forseti fyri generellu undirhaldsdeildina, Disney General Entertainment Content, lovaði at økja munandi um inklusivitetin í framleiðslunum, og at í minsta lagið 50% av søgupersónunum skulu vera antin LGBTQ ella rasu-minnilutar longu í ár.

Hetta lyfti gav Burke á einum øðrum Zoom-fundi mánadagin, sum eisini varð postaður á Twitter.

Ovasti stjórin í Disney, Bob Chapek, fanst somuleiðis hvassliga at lóggávuni, og lovaði at stuðla royndum at avtaka hana aftur. 

DeSantis guvernørur legði eftir Disney fyri at blanda seg uppí lóggávuna, og segði at fyritøkan fór um mark við at leggja seg beinleiðis út í politisk viðurskifti í statinum.

DeSantis segði fyrr í mánaðinum við tíðindafólk, at politikkurin í Florida má byggja á hvat er best fyri borgararnar í Florida, og ikki hvat “vakin” partafeløg finna fyri gott.


Keldur til hesa søguna:

New York Post: DeSantis signs so-called ‘Don’t Say Gay’ bill banning gender instruction for kids

Real Clear Politics: DeSantis Signs Parental Rights Bill: I Don't Care What Corporate Media Outlets Say, Here I Stand And I'm Not Backing Down

The Gateway Pundit: ‘It Should Never Have Passed’ – Disney Lashes Out at DeSantis for Signing Anti-Grooming Bill, Vows to Fight in Court

New York Post: Disney exec cops to advancing ‘gay agenda’ by ‘adding queerness’ to shows

New York Post: Disney slams Florida for signing ‘Don’t Say Gay’ bill into law

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald