Uttanlands

Nýggj kanning: Ivasamt hvussu væl prikið móti apukoppum verjir

Bloomberg skrivar í dag, 2. september 2022, at granskarar seta spurningar við, hvussu væl nýggja koppingarevnið móti apukoppum frá Bavarian Nordic verjir móti sjúkuni, m.a. tí at antikroppa responsurin er lágur. Í løtuni er optimisman munandi størri enn veruliga dátutilfarið, sigur ein granskari við miðilin.

2022-09-02 09:33 Author image
Jón Tyril

Koppingarevnið móti apukoppum, sum læknar og myndugleikar hava tikið til sín sum høvuðsvápn móti sjúkuni, kann vísa seg at vera veikari enn vónað var, vísir nýggj gransking sambært amerikanska miðlinum Bloomberg.

Viðmælta røðin av prikum við Bavarian Nordic koppingarevninum elvdi til lutfalsliga lágt innihald av apukoppa-antikroppum, og sum høvdu vánalig evni at berja niður virusin (en: poor neutralizing capacity), søgdu granskarar við medisinska depilin á Erasmus Universitetinum í Rotterdam í Hollandi. Tey sum fingu prikið høvdu ikki áður verið smittað ella koppsett móti vanligu koppunum, sum verður hildið at verja í ávísan mun ímóti apukoppunum.

Nevtraliserandi antikroppar eru blivnir eitt kent hugtak í samband við immunverjuna ímeðan kovid farsóttin hevur reikað takkað verið evnunum hjá teimum at binda seg til koronuvirusin og forða honum at sleppa inn í frískar kyknur. Hóast tað er rættiliga vist, at hesi protein eru neyðug til tess at forða apukoppasmittu og útbrotinum, sum sjúkan elvir til, so vita vísindafólk framvegis ikki, júst hvussu stórar mongdir skulu til, fyri at skapa neyðuga verju.

“Bjartskygnið um koppingarevnið er nógv størri enn tað próvtilfar, sum higartil er tøkt,” segði Helen Petousis-Harris, sum er vaccinologur við University of Auckland, og sum ikki var við í granskingini.

“Tað eru stór hol í informatiónini og vit noyðast at vera varin tá koppingin verður bjóðað fólki, serliga fyri at sleppa undan at fólk skulu fáa eina falska kenslu av trygd,” segði hon víðari sambært Bloomberg.

At prikið elir lægri tal av nevtraliserandi antikroppum, enn væntað, setur spurningin, júst hvussu væl tey koppsettu eru vard, skrivaðu høvundarnir frá Erasmus fróðskaparsetrinum m.a. í greinina, sum kom út í gjár, hósdag, og sum nú skal javnlíkametast.

“Kanningar, har koppsettir luttakarar verða fylgdir, eru neyðugar til tess at kunna meta um hvussu munadyggar koppsetingarnar eru,” søgdu teir m.a.

Myndugleikar í fleiri enn 70 londum royna sambært Bloomberg at fáa til vega veitingar av koppingarevninum hjá donsku fyritøkuni í løtuni.

Les alla greinina á Bloomberg her: Monkeypox Vaccine Study Raises Questions About Protection

Granskaragreinin frá granskarum við Erasmus fróðskaparsetrið í Rotterdam, sum verður umrødd í greinini hjá Bloomberg, kann lesast her: Low levels of monkeypox virus neutralizing antibodies after MVA-BN vaccination in healthy individuals



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald