Uttanlands

Nýggj frágreiðing: Týski búskapurin kann missa 1436 milliardir krónur og minka 12,5 prosent

Ein bráður steðgur av gassveitingum úr Russlandi hevði elvt til eitt fall uppá 12,5 % í týska búskapinum og størvini hjá 5,6 mió fólkum kring alt Týskland høvdu verið ávirkað, sambært nýggjari frágreiðing.

2022-06-29 18:02 Author image
Jón Tyril

bild.de skrivar í gjár, 28. juni, at um gassveitingarnar frá Russlandi skuldu steðgað brádliga, so hevði hetta elvt til eitt fall uppá 12,5 % í týska búskapinum, og ávirkað størvini hjá 5,6 mió fólkum kring alt týskland.

Bild vísir til eini kanning frá felagnum fyri beierskar vinnufyritøkur, “Vereinigung der bayerischen Wirtschaft“, sum varð løgd fram týsdagin. “Samveldisstjórnin hevur longu lýst gass undantaksstøðu” segði Bertram Brossardt, stjóri í felagnum, og tað er framvegis ilt at siga, hvat Russland kann finna uppá.

Útrokningarnar eru gjørdar av felagnum Prognos AG, sum er ein búskaparlig greiningarfyritøka.

“Tað hevur verið undirmett, júst hvussu tætt týski búskapurin er tengdur at Russlandi,” sigur Michael Böhmer frá Prognos AG.

Avleiðingarnar av einum bráðum stegði í gassveitingunum vildu verið:

Framleiðslugeirarnir, sum verða beinleiðis raktir, harímillum framleiðsla av glasvørum, framleiðsla av stálvørum og matvøruídnaðurin, høvdu noyðst at góðtikið ein miss á 49 milliardir eurur (áleið 365 mia krónur). Hetta svarar til 3,2 prosent av samlaðu týsku virðisøkingini.

Tapini høvdu ávirkað framleiðsu og veitingarketirnar hjá øðrum framleiðslum við og væntaður  missur av hesum í seinnu helvt av 2022 hevði verið 144 milliardir eurur (áleið 1071 mia krónur).

Samlað hevði hetta sostatt kostað ein miss á 193 mia eurur (áleið 1436 mia krónur) upp á seks mánaðir sambært frágreiðingini.


Kelda: Bild - Russischer Gas-Stopp bedeutet Verluste von 193 Milliarden

_____

Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald