Uttanlands

New York Times váttar, at søgan um fartelduna hjá Hunter Biden, var verulig

Stutt áðrenn amerikanska forsetavalið seinast, vóru stóru miðlarnir við í einari ágrýtnari herferð, sum avvísti søguna um fartelduna sum “russiska falskunning”. Málið prógvar sambært Glenn Greenwald, at eitt risastórt svik var framt

2022-03-18 17:29 Author image
Jón Tyril

Eg minnist sjálvur, at eg sá fyrstu søguna á Twitter, og at hon stutt eftir var burtur, og at tað síðani ikki bar til at finna søguna ella at deila hana á sosialu miðlunum, hvørki Twitter ella Facebook. Nú er málið so komið framaftur eftir at NYT hevur váttað, at teldupostarnir og farteldan vóru ektað.

Amerikanski journalisturin Glenn Greenwald skrivar um málið. og her er eitt umsett brot úr greinini hjá Greenwald umframt eitt ískoyti við Craig Murray niðast.

Glenn Greenwald:

Ein av best eydnaðu falskunningarherferðunum í modernaðari amerikanskari valsøgu, fór fram vikurnar áðrenn forsetavalið í 2020. 14. oktober 2020 - minni enn tríggjar vikur áðrenn amerikanarar skuldu á val, byrjaði elsta tíðindablað í landinum, The New York Post, at geva út eina greinarøð um forrætningssambondini hjá demokratiska valevninum, Joe Biden, og syni hansara, Hunter Biden, í londum, har Joe Biden sum varaforseti hevði stóra ávirkan (herímillum Ukraina og Kina), og har sum hann fór at fáa stóra ávirkan aftur, um so var, at hann varð valdur forseti.

Bakslátturin móti greinarøð kom hart og kontant og beinanvegin. Søgan bleiv trýst niður av stóru amerikansku miðlahúsunum, og sensurerað av leiðandi “big tech” monopolfyritøkunum í Sillicon Valley.

Falskunnningarherferðin móti greinarøðini hjá New York Post fór fram undir leiðslu av óoffisiellu CIA-talskvinnuni, Natashu Bertrand, (tá í starvi á Politico, nú í CNN), sum tann 19. oktober kom við eini grein við hesari yvirskriftini: “Hunter Biden-søgan er russisk falskunning, siga tíggjutals fyrrverandi fregnartænastufólk”


[object Object]

Hesi “fyrrverandi fregnartænastufólkini” søgdu í roynd og veru ikki, at Hunter Biden-søgan var russisk falskunning. Ístaðin løgdu tey dent á tað øvuta í sínum skrivi, nevniliga, at tey høvdu einki prógv, sum bendi á, at teldupostarnir vóru falsaðir, ella at Russland hevði nakað við málið at gera, men at teirra illgruni bygdi á búkkenslur vegna teirra royndir.

“Vit vilja leggja dent á, at vit vita ikki um teldupostarnir, sum persónligi advokaturin hjá Trump, Rudy Giulliani, hevur givið New York Post, eru ektaðir ella ikki, og at vit hava ikki prógv um russiska íblanding - bara tað, at okkara royndir gera, at vit hava djúpan illgruna um at russiska stjórnin spælir ein týðandi leiklut í hesum málinum”

Men miðlar, sum vóru óðir eftir at tryggja, at Trump tapti valið, høvdu ikki tíð til fakta ella irriterandi smálutir, sum t.d. hvat hesir fyrrverandi tænastumenninir veruliga søgdu, ella um tað í roynd var satt. Tey høvdu eitt valúrslit, sum skuldi tryggjast. Tað endaði sostatt við at gerast ein trúarsetningur millum miðlafólkini, at teldupostarnir vóru “russisk falskunning” - sum aftur merkti, at teir vóru falskir og at Russland framleiddi teir.

Sera fá nevndu avgerandi fyrivarni, sum fregnartænastufólkini sjálv høvdu lagt dent á: nevniliga, at tey ikki høvdu nakað prógv, sum kundi vátta hendan pástandin. Og sum eg gjørdi var við í september í fjør, so byrjaðu “so gott sum allir miðlarnir - CNN, NBC News, PBS, Huffington Post, The Intercept, og óteljandi aðrir - fulkomiliga at ignorera innihaldið í søguni, og fóru ístaðin at spjaða lygnina um at hesi skjølini vóru úrslit av russiskari falskunning, umaftur og umaftur.” Huffington Post gjørdi enntá eina lýsingarherferð fyri Joe Biden, forklædd sum tíðindi, har lygisøgan um at teldupostarnir vóru “russisk falskunning” var spjadd. Tú mást síggja tað, fyri at trúgva tí: 

Hendan falskunningarherferðin um Biden-teldupostarnar bleiv síðani brúkt av tøknirisunum til at rættvísgera grovligan sensur av allari rapportering ella kjaki um hesa søguna: lættliga ógvusligasta dømi um sensur undan einum forsetavalií modernaðari amerikanskari politiskari søgu. Twitter læsti brúkaran hjá The New York Post's í næstan tvær vikur tí avísin ikki aktaði boðunum frá Twitter um at strika øllum tilvísingum um umrøðu til sína egnu rapportering um málið. Twitter blokeraði eisini allar tilvísingar til greinarøðina yvirhøvur, frá øllum brúkarum; Twitterbrúkarar vóru enntá forðaðir at leinkja til greinarøðina í privatum kjattum við hvønn annan. Facebook segði umvegis sín talsmann og lívslanga DNC agentin, Andy Stone, at fyritøkan forðaði øllum kjaki um greinarøðina á plattforminum, inntil eitt ordiligt faktatjekk varð framt av einum óheftum triðjaparti. Óneyðugt at siga, faktatjekkið kom ongangtíð - nevniliga tí at fílusavnið var ósvitaliga veruligt.

New York Times váttar, at søgan var sonn

í morgun (mikumorgunin) gav New York Times eina grein út, sum viðgjørdi víðfevnandi kriminal-kanningararbeiðið, sum FBI ger av revsiverdum altjóða forrætnings- og skattavirksemi hjá Hunter Biden í løtuni. Tað skal sigast til teirra fyrimuns, at New York Times áðrenn valið, var ein av fáum miðlum, sum vóru skeptiskir um hesa plantaðu lygnina hjá CIA og at blaðið skrivaði tann 22. oktober, at “eingi ítøkilig prógv eru komin á borðið, sum vísa, at farteldan inniheldur russiska falskunning.” Av tí at virksemið hjá Hunter Biden nú verður kannað beinleiðis av FBI, og henda kanning umfatar umrøddu teldupostar, sum New York Post hevði skrivað um, máttu blaðmenninir líta á fílusavnið á fartelduni til at styrkja og upplýsa sína rapportering. Hetta noyddi New York Times at fáa váttað, at farteldan og uppruni hennara var ektaður - og hetta var tað, sum sambært teimum sjálvum eydnaðist:

“Fólk sum kenna til málið, søgdu at ákæruvaldið hevði kannað teldupostar millum Harra Biden og Harra Archer og onnur um Burisma og annað útlendskt virksemi. Hesum teldupostum fekk New York Times fatur á úr einum fílusavni, sum sær út til at koma frá eini farteldu, sum Harra Biden hevur latið inn á ein telduverkstað í Delaware. Telduposturin og aðrir í fílusavninum blivu váttaðir av persónum, sum kenna til teldupostarnar og kanningararbeiðið”.

At hesir teldupostarnir vóru ektaðir, var greitt frá byrjan. Og um onkur skuldi havt ivast at byrja við, so var var allur ivi beindur av vegnum tá ið bókin hjá Schreckinger kom út fyri seks mánaðum síðani. Nú sigur New York Times so sjálvt púra greitt, ikki bara at teldupostarnir “eru váttaðir”, men eisini at upprunasøgan frá The Post, um hvussu hetta tilfarið kom undan kavi - “tað kom frá eini farteldu, sum Harra Biden hevði latið inn á ein verkstað í Delaware”, “sær út til” at passa. Sí: “The Bidens: Inside the First Family’s Fifty-Year Rise to Power.”

Tað, sum hetta merkir, er at í avgerandi døgunum beint undan forsetavalið í 2020, spjaddu flestu stóru miðlahúsini eina absolutta lygn um rapporteringina hjá New York Post til tess at villleiða og manipulera amerikansku veljarafjøldina. Tað merkir at stóru tøkni-risarnir, saman við Twitter, sensureraðu hesa søguna, og bygdu henda sensurin á eina lygn frá “fregnartænastu-umhvørvinum.” Tað merkir at lyftið frá Facebook, um at fyritøkan skuldi undirtrýsta kjakið um málið, soleiðis at eitt veruligt faktatjekk kundi fremjast av skjølunum, var fupp. Tí um eitt veruligt faktatjekk hevði verið gjørt, so hevði tað víst, at sensurboðini frá Facebook vóru bygd á eina lygn. Tað merkir at milliónir av amerikanarum ikki fingu møguleikan at síggja tíðindarapporteringina um forsetavalevnið, sum var á odda í øllum meiningakanningunum, men fingu ístaðin eitt óveður av lygnum um upprunan (Russland gjørdi tað) og innihaldið (falskunning) í umrøddu skjølunum.

Uttan mun til hvat annað passar, so hava tann herferðin av falskunning, sum CIA og miðlarnir stóðu fyri vikurnar áðrenn forsetavalið í 2020, og tann ógvusliga skipaða sensurherferðin, sum stóru tøknirisarnir løgdu fyri dagin, søguligan týdning. Demokratarnir og teirra nýggju sameindu í ráðandi veinginum av republikanska flokkinum, eru kanska spentari í krígnum í Ukraina, enn í hvussu óheilaga trýeindin millum fregnartænastuumhvørvið, stóru miðlahúsini og tøknirisarnar fremur samfelagsskaðiligt virksemi. Men dagsins játtilsi frá New York Times, at henda fílugoymslan og teldupostarnir í henni vóru ektaðir alla tíðina, prógvar at eitt risastórt svik varð framt av landins máttmiklastu stovnum. Tað sum hevur nógv meira at siga, enn hvussu stóran áhuga hesin ella hasin parturin av politisku flokkunum vísa, er kjarnusannleikin um amerikanska demokratiið, sum verður avdúkaður í hesi uppsnollaðu leiksýningini.

___

Ein annar vinkul uppá málið er frá fyrrverandi bretska sendiharranum og høvundinum, Craig Murray, sum í september í 2019 skrivaði soleiðis um bretskar miðlar og dekningin av Hunter Biden:

“Tað sum eg haldi er sera átaluvert við pressudekninginum hjá BBC, er at tey ikki fortelja okkum fakta í málinum, og teirra fulkomiliga manglandi forvitni at finna útav hví sonur Joe Biden, Hunter, fekk 60.000 dollarar um mánaðin frá stórsta gassframleiðaranum í Ukraina, Burisma, hóast hann var ein fulkomiliga fráverandi leiðari uttan nakra veruliga leiðsluleiklut, uttan nakrar royndir í Ukraina ella olju/gassídnaðinum, umframt sera avmarkaðar forrætningsroyndir yvirhøvur, og var júst tveittur úr herinum fyri nýtslu av krakk-kokaini?

Er hasin spurningurin ikki eitt lítið sindur áhugaverdur? Hatta er kanska tann tunni endin av tí - í 2014-15 fekk Hunter Biden 850.000 dollarar frá felagnum, sum var millumliður og sendi pengarnar. Í pressudekningi av at Trump møguliga skuldi fyri ríkisrætt fyri at spyrja um tað, kundi tú so ikki væntað onkra greining av málinum, ella í minsta lagi, at tað var nevnt, hvat hann spurdi um?"

Í oktober 2020 skrivar Craig

"At Hunter Biden fekk so nógvan pening frá einum felag, sum hann ikki vitjaði so frægt sum einaferð, tíansheldur gjørdi nakað veruligt arbeiði fyri, sum var staðsett í einum landi, sum um somu tíð tveitti seg út í eitt borgarakríggj, sum USA stuðlaði, meðan pápi Hunter sat sum varaforseti, er ein spurningur sum við allari rímiligheit kundi havt áhuga millum fólk. Hetta er ikki “fake news”. Tað er eingin ivi um faktuni. Tað er heldur eingin ivi um at Joe Biden sum varaforseti í USA tryggjaði, at ukrainski ákærin, sum kannaði Burisma fyri korruptión, var koyrdur úr starvi."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald