Uttanlands

Natúrligt órin er munandi stinnari enn órin frá koppseting

Sambært grein í Medscape er órin frá smittu 10 ferðir sterkari enn órin frá koppseting einans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-21 09:33 Author image
Jón Tyril

Nógv kjak hevur seinastu tvey árini verið um, hvat slag av órini verjir betur móti kovidnítjan - órinið frá koppseting, ella natúrligt órin, sum vit fáa, tá vit hava verið smittað. Eitt framúr gott íkast í tað kjakið, var hendan greinin frá professarunum Sunetra Gupta frá Oxford, Martin Kulldorff frá Harward og Jay Bhattacharya frá Stanford: The Strange Neglect of Natural Immunity

Dr. John Campell tekur í einum nýggjum video spurningin upp, og hyggur at nøkrum nýggjari vísindaligum greinum, sum viðgera spurningin. Dr. Campell kemur m.a. til tær niðurstøður, at natúrligur immunitetur sambært granskingini, er hópin stinnari og haldførari, enn órin frá koppseting. Hann vísir m.a. til hesa greinna frá Medscape: COVID-19: Why Are We Ignoring Infection-Acquired Immunity? ið sigur, at andevni frá sjálvari sjúkuni eru ríkiligari í tali og minst 10 ferðir sterkari, enn tey frá koppseting einans. Greinin í Medscape vísir m.a. til hesa granskingina í tíðarritinum Science Immunology.

Nú tey flestu hava fingið minst tvær koppsetingar og mong tríggjar, og harvið hava eina verju frá koppseting ímóti at gerast álvarsliga sjúk, eiga vit sambært Dr. Campell at miða eftir natúrligum órini frá smittu, heldur enn at halda á at boosta. Tí smittan gevur sterkastu og haldførastu verjuna, og sum Dr. Campell eisini vísir á, Europeiski Heiligvágsstovnurin ívast í hvussu skilagott tað er, at halda á at geva eyka prik hvørjar 4-6 mánaðir, m.a. tí hetta pøsir immunverjuna.

Síggj alt video við Dr. Campell omanfyri. Ella far inn á youtube og hygg.

Dr Campell hevur ríkiligt av ávísingum til greinar og gransking í tekstinum undir videonum.

Tey, sum hava hug at kava longur niður í spurningin um natúrligan immunitet finna minst 150 vísindaligar greinar á frálíku síðuni hjá Brownstone Institute, sum stuðla undir dygdina í natúrligum órini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald