Uttanlands

Myndugleikar í Kanada hótta Jordan Peterson við at taka sálarfrøðiligu løggildingina frá honum

Tað eru “skaðiligu” uppsløgini hjá heimsgitna professaranum og sálarfrøðinginum á Twitter, sum hava fingið the College of Psychologists of Ontario at ressast.

Mynd: Gage Skidmore, CC BY-SA 3.0, https://commons.wikimedia.org/w/index.php?curid=70081384

Mynd: Gage Skidmore, CC BY-SA 3.0, https://commons.wikimedia.org/w/index.php?curid=70081384

2023-01-18 16:02 Author image
Arni Zachariassen

“Kanadiarar: læknar, løgfrøðingar, sálarfrøðingar og onnur serkøn tykkara eru nú undir so stórari hóttan frá teirra ráðandi kommisserum, at teir tora ikki at siga tykkum sannleikan. Hetta merkir, at tykkara viðgerð og rættarhjálp eru í vanda fyri ikki at vera álítandi.”

Soleiðis tók Jordan Peterson ávarandi samanum á Twitter, nú kravboð eru komin frá stovninum, sum hevur eftirlit við, at sálarfrøðilig viðgerð verður útint á fullgóðan hátt í heimstaði hansara statinum Ontario í Kanada.

Boðini koma eftir at eftirlitsstovnurin College of Psychologists of Ontario (CPO), sambært Jordan Peterson sjálvum hava fingið eini tólv klagur um hann. Klagurnar koma frá fólki úr øllum heiminum, og eingin teirra er fyrrverandi klientur hjá sálarfrøðinginum. Tær flestu snúgva seg um viðmerkingar, Peterson hevur gjørt á Twitter, og ein snýr seg um hvussu hann orðaði seg, einaferð hann var gestur á podvarpinum hjá Joe Rogan. Yvirskipaði trupulleikin er sambært sálarfrøðiliga eftirlitsstovninum “manglandi professionalisma”.

“Viðmerkingarnar, talan er um,” greiddi eftirlitisstonvurin nærri frá, “tykjast at undirgrava álitið, almenningurin hevur á sálarfrøðiliga yrkið sum heild, og seta spurnartekin við, hvørt tú megnar at liva upp til tínar skyldur sum sálarfrøðingur.”

CPO fór undir at kanna klagurnar í mars og í novembur fekk Jordan Peterson boð um úrskurðin. 

Sambært Wall Street Journal, snúðu klagurnar seg millum annað um:

  • At Jordan Peterson sipaði til tvørkynda sjónleikaran, Elliot Page, við teirra fyrrverandi navni, Ellen, og í tí sambandi brúkti lívfrøðiliga kynsfornavnið “hon” og ikki “hann”.
  • At hann kallaði forsætisráðharran í Kanada, Justin Trudeau, ein lortenda (á enskum, “prick”). 
  • At hann svaraði einum umhvørvisaktivisti, sum var ímóti búskaparligum vøkstri, við spei, og segði at orkupolitikkurin, viðkomandi talaði fyri, fór at merkja, at fleiri børn í triðja heiminum fóru at doyggja.
  • At hann kallaði ein fyrrverandi klient “hevnisaman” (á enskum, “vindictive”).
  • Og at hann segði, at ein hyldlig modell í Sports Illustrated ikki var vøkur.

Umframt hetta, snúði ein klaga sambært National Review seg um at Jordan Peterson í podvarpinum hjá Joe Rogan hevur kallað tvørkyn “sosialt smittandi” (á enskum, “social contagion”). Og Jordan Peterson nevnir sjálvur, at onkur hevði klagað, tí hann “endurtvitaði”, tað vil siga slóg upp av nýggjum eitt twitteruppslag hjá Pierre Poilievre, sum umframt at vera formaður fyri konservativa flokkin í Kanada, stillar upp til forsætisráðharravalið.

Peterson skrivaði eitt lesarabræv í National Post við yvirskriftini, “eg seti mína løggilding í váða fyri at sleppa undan at umskúlast í sosialum miðlum,” við undiryvirskriftini - “Sálarfrøði eftirlitsstovnurin í Ontario vil endurvenja meg, so eg kann bera meg rætt at — hetta eigur at elva til stúran hjá øllum.”

Í greinini skrivar hann m.a.

“hvat er tað júst, sum eg havi gjørt, sum er so álvarsama óprofessionelt, at eg ikki einans eri til vanda fyri møguligar nýggjar klientar, men fyri almenningin sum heild? Tað er ilt at siga við summum av hesum klagunum… men her eru nøkur dømi, sum kanska kunnu elva til rímiliga stúran millum teir kanadiarar, sum framvegis leggja nakað í slíkar smálutir sum trúarfrælsi, samvitskufrælsi og talufrælsi:

  • Eg endurtvitaði eitt uppslag hjá konservativa leiðaranum Pierre Poilievre um at niðurlæsingarnar ímóti koronu vóru óneyðuga ógvusligar;
  • Eg fanst at Justin Trudeau, forsætisráðharra;
  • Eg fanst at fyrrverandi starvsfólkaleiðaranum hjá Justin Trudeau, Gerald Butts;
  • Eg fanst at einum býráðslimi í Ottawa; og
  • Eg gjørdi skemt burturúr forsætisráðfrúuni í Ný Sælandi, Jacinda Ardern

Stórur vandi er sambært CPO fyri, at hesar viðmerkingar og aðrar hava “víðfevnda ávirkan” og “kunnu gera skaða”.

Til hetta hevur Jordan Peterson sett spurningin: “Hvør var tað nágreiniliga, sum fekk skaða, hvussu, nær, í hvønn mun, og hvussu varð mett um skaðan?”

Sum miðilin 'the Free Press' vísur á, so hevur bara ein av viðmerkingunum nakað við sálarfrøðiliga starvið hjá Jordan Peterson at gera. Allar hinar eru politiskar. Hóast hetta, so krevur eftirlitsstovnurin, at Peterson skal endurskúlast í samskifti á sosialum miðlum, og at hann alment skal viðganga, at hann “møguliga ikki hevur verið nóg professionellur í samband við almennar útsagnir og í eini podvarpssamrøðu hin 25. januar, 2022.” Hetta sigur CPO fer at “bøta um vandan, almenningurin er settur í”.

Gongur Jordan Peterson ikki hesum á møti, endar tað møguliga við eini skuldseting fyri professionelt embætismibrúk og í ringasta føri einum tænastumannadómi. V.ø.o., at Jordan Peterson kann missa sína løggilding sum sálarfrøðingur. 

Jordan Peterson hevur formliga noktað at gera eftir boðunum frá CPO.

The College of Psychologists of Ontario (CPO) er almenni stovnurin, sum hevur eftirlit við sálarfrøðiliga yrkinum í Ontario, Kanada. Sambært heimasíðu stovnsins er tað CPO, sum setur fakligu treytirnar, sum sálarfrøðingar í økinum skulu lúka. Samsvarandi stovnurin í Føroyum er danska Psykolognævnet.

Jordan Peterson gjørdist upprunaliga kendur, tá ið hann alment mótmældi sokallaða lógaruppskot C-16, sum sambært honum gav statinum myndugleika at noyða fólk at siga ávíst, sum gekk ímóti teirra samvitsku. Um kanningarvirksemið hjá CPO sigur Jordan Peterson við Wall Street Journal, at hann als ikki heldur málið snúgva seg um at bøta um nakran vanda, men tvørturímóti, um at forða fyri fríari talu.

“Stovnurin hevur, við øðrum orðum, ikki eini boð til Peterson, men eini boð til aðrar møguligar andstøðingar,” viðmerkir Neeraja Deshpande í the Free Press. “Ger eftir okkara politisku boðum, ella er títt lívsgrundarlag í vanda.”

Á Twitter segði Jordan Peterson stutt og greitt: “Eg eri sinnaður at lata tað henda, sum hendir.”

The Highwire tosaði um málið hósdagin 12. januar

Annars eru síðurnar hjá Jordan Peterson á Twitter her; og á YouTube her

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst eisini gera tín part fyri at hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald