Vit endurgóvu annars í seinastu viku Reuters fyri at siga, at "Meta, ið er móðirfelagið hjá m.a. Facebook og Instagram, nú loyvir brúkarum at eggja til dráp á russisku og hvítarussisku forsetarnar, umframt at eggja til harðskap móti russiskum hermonnum í sambandi við innrásina í Ukraina."
Men nú sær út til, at alíkavæl ikki sleppur at eggja til dráp móti Putin og Lukasjenku ella móti russiskum hersetingarhermonnum á pallunum hjá Meta.
CNBC skrivar mánadagin, at sambært Meta er einki er broytt við reglunum hjá felagnum fyri haturstalu. Tað er tískil framvegis ikki loyvt at eggja til morð móti Vladimir Putin ella øðrum statsleiðarum.
Einasta undantakið frá vanligu reglunum er í Ukraina sjálvum. Har hava brúkararnir loyvi til at ynskja harm og deyð yvir hersetingarvaldið.
Nick Clegg, stjóri fyri altjóða viðurskifti hjá Meta, segði soleiðis við CNBC:
“Veruleikin er tann, at um vit hildu okkara standard reglur fyri innihald uttan nakra tillaging, so høvdu vit noyðst at tikið burtur innihald sum vanligir ukrainar posta tá teir úttrykkja sína mótstøðu og øði móti hersetingarvaldinum, og tað hevði av røttum ikki kunnað verið góðtikið."
Clegg legði afturat: “Fyri at vera púra greiður, hesin politikkurin verður bara galdandi í sjálvum Ukraina. Vit hava einki útistandandi við russiska fólkið. Tað er eingin broyting yvirhøvur í okkara haturstalu-politikkum hvat russiska fólkinum viðvíkur. Vit fara ikki at loyva russarahatri ella nøkrum slag av diskriminatión, happing ella harðskapi mótvegis russum á okkara pallum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald