Uttanlands

Flestu gassfeløgini gjalda við ruplum til Gazprom, inntøkurnar hækka og rupilin styrknar

Sambært Bloomberg er rupilin tað gjaldoyrað, sum klárar seg best í ár, samstundis eru oljuinntøkurnar í Russlandi hækkaðar við 50% higartil í ár. Og flestu gassfeløgini í Europa hava stovnað kontu í Gazprombank til tess at rinda fyri gass við ruplum

2022-05-12 19:16 Author image
Jón Tyril

Samstundis sum vestanlondini kappast um at seta handilstiltøk í verk móti Russlandi, og summi hava hug at illneitast inn á føroyingar, sum lata russisk fiskiskip leggja at føroyskum havnum, so er ES framvegis størsti keyparin av russiskum vørum við tilsamans 43% av samlaða russiska útflutninginum sambært Bloomberg, og sambært Financial Times avtekur ES 71% av útflutninginum av fossilum brennievni úr Russlandi. Sambært Financial Times var virðið av hesum vetnisútflutningi síðani russisku innrásina í Ukraina pr 28. apríl, 63 mia Eur - tvs 469 mia kr frá 24 februar til 28. apríl. Bloomberg skrivar í dag, at virðið á oljuútflutninginum er økt meira enn 50% higartil í ár.

[object Object]

Forsætis ráðharrin í Italia, Mario Draghi, segði á tíðindafundi í gjár, 11. mai, at flestu innflytarar av gassi í Europa hava gjørt sum Russland bað um, og stovnað kontur í Gazprom-bankanum, soleiðis at teir kunnu rinda fyri gassið við ruplum. Hetta sambært money.it.

Sambært italska miðlinum sigur Draghi, at gassfeløgini vóru noydd at byrja at rinda við ruplum, tí LNG úr USA ikki er tøkt í nóg stórum nøgdum, umframt at tað er dýrari, og dýrkar enn meira vegna fraktkostnað og konvertering frá LNG til vanligt gass, sum brúkarin kann nýta.

ES-kommisjónin hevur funnist hvassliga at nýggju gjaldstreytunum og hótt gassinnflytarar, at gingu teir við til treytirnar, so var tað brot á handilstiltøkini móti Russlandi. Men tað sær ikki út til at hava fingið limalondini ella gassveitararnar at akta.

[object Object]

Kravið frá Russlandi, um at gjaldast skuldi við ruplum, kom eftir at USA legði hald á 300 mia dollarar, sum Russland átti uttanlands.

Síðani tá er rupilin styrknaður munandi og er í dag sterkari mótvegis bæði dollaranum og evruni enn undan innrásini. Seinast rupilin stóð so sterkur í mun til evruna var í 2017. Bloomberg skrivar í gjár at rupilin er tað gjaldoyrað, sum hevur klárað seg best í ár.

[object Object]

Keldur:

Bloomberg: Ruble Surpasses Brazil’s Real as Year’s Best-Performing Currency

Bloomberg: Russia Oil Revenue Up 50% This Year Despite Boycott, IEA Says

Bloomberg: Ten More European Gas Buyers Open Ruble Accounts for Payments

Financial Times: EU takes bulk of €63bn in Russian fossil fuel exports during Ukraine war

Steigan: Mario Draghi: De fleste gasselskapene har åpnet rubelkontoer hos Gazprom

Money: Un due di picche sul gas e la scoperta che l’inflazione è alta: servivano 9 ore di volo?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald