Uttanlands

Leikurin er lokin, og tey hava tapt

Trýr nakar teimum longur? Hetta er ikki nýggjheitir. Hetta er ein roynd í evstu løtu at pressa tann síðsta dropan úr turru sitrónini. Fyri tveimum árum síðani høvdu hesir boðskapir eina veldiga óttavekjandi kraft. Men hvørja ferð, onkur brúkar teir, verða teir eitt sindur avløddir. Handritið hevur slitið seg sjálvt upp. Líkingarnar eru troyttar og gera ongan mun longur. Ótta-makararnir sýnast ikki at vita, at boðskapurin onga ávirkan hevur longur, men teir hava einki annað at bjóða.

2023-02-01 03:17 Author image
Robert Blumen

Tann 15.jan 2023 hevði The Guardian tann mest fullfíggjaða tekstin í sjangruni “nýtt normalt nostalgi”, sum nakrantíð hevur verið ella kundi verið skrivaður: “Coronavirus: Fólk taka hetta ikki í álvara. Serfrøðingar siga, at coronabylgjan í USA er stak vandamikil”, eftir Melody Schreiber.

[object Object]

Ella á føroyskum:

“Fólk taka hetta ikki í álvara.” Serfrøðingar siga, at coronabylgjan í USA er stak vandamikil.

Færri fyrivarni, høgtíðin, sum júst er farin afturum og undirfrábrigdi hava økt um tilburðirnar, men stimburvaksinur, maskur og onnur fyrivarni, eru enn munagóð.

Teksturin kann vera lisin sum Platoniskur Formur. Covid óttaporno-útgevarar eru ikki førir fyri at sleppa søguni, og einki vísir tað betri enn henda greinin. Hevði ikki greinaskrivarin havt sína egnu heimasíðu, hevði eg roknað greinina sum eitt dømi um ChatGPT, sum var lært upp av øllum greinum í Guardian og New York Times tey síðstu trý árini.

Greinaskrivarin brúkar hvørja einastu miskrediteraðu líking minst eina ferð. Eg geri ein lista við nøkrum av bestu dømunum her. Skuldi eg nevnt øll dømini, hevði eg verið noyddur at endurgivið alla greinina, og tá hevði eg brotið The Fair Use Doctrine (ásetingin um at endurgeva tekst hjá øðrum).

Eg brúki eina talvu við einum sitati øðrumegin og yvirav stendur líkingin, ella myndin, sum teksturin sprettur úr.


Sitat
Líking

“Nú, ið pandemi’in gongur á fjórða ári”

Enn hava vit eina pandemi. Hon fer ongantíð at enda.

“Hetta er tann størsta covid-bylgjan í allari pandemi’ini, tað vísa kanningar av virusi í frárensluvatni.”

Henda covid-bylgjan er tann ringasta nakrantíð.

“Covid-19 spjaðir seg enn einaferð gjøgnum Amerika, og smittan er versnað aftaná jólaferiuna.”

Superspjaðingar tiltøk og at familjur savnast.

“Mesta smittan stavar frá Omikron undirfrábrigdinum BQ.1.1 og BQ.1 eins væl og tí skjótt vaksandi XBB.1.5”

Beint sum tú hugsaði: Nú er sloppið! Kemur eitt nýtt frábrigdi.

“XBB smittar so mikið nógv verri, at tað er ikki lukkuligt at vera fyri – vandin er størri nú enn nakrantíð”, tá ið tað snýr seg um smittu.

Hetta nýggja frábrigdi er nógv farligari enn undanfarin frábrigdi.

“Tess meira virussið spjaðir seg, tess betri møguleikar hevur tað at mennast og upptaka úrbregði (mutatiónir), sum ger tað lættari at vinna á immuniteti.”

Frábrigdini gerast bara verri, sum tíðin líður, ongantíð mildari.

“Henda vetrarbylgja, sum enn eina ferð leggur trýst á heilsuverkið.”

“Williams stúrir fyri, at sjúkrahúsini eru um at vera á tremur”

“Í trý ár hava starvsfólkini í heilsuverkinum upplivað ómegd, óarbeiðsføri og deyða, og summi hava verið noydd at fara úr starvi.”

Heilsuverkið er undir trýsti, tað fer ivaleyst at kollapsa. Fólk fara at doyggja úti á gøtunum við ongum møguleika at fáa røkt

“Hóast Covid-smittan er í hæddini, hava tað ikki verið so nógv fólk innløgd, sum vit hava sæð áður í pandemi’ini, hetta stendst ivaleyst av immuniteti...men hesa verju mugu vit ikki taka sum eina sjálvfylgju, serliga av tí, at immuniteturin viknar.”

Natúrligur immunitetur verjir teg ikki. Hóast tú ert immun/ur, eigur tú at fáa allar vaksinurnar og stimburvaksinurnar.

“Tað man bera til fyri ein part at sleppa undan teim álvarsligastu tilburðunum, ið vit síggja, um fólk tryggja sær, at tey eru ajour við vaksinering, tí tað er enn tann tryggasti mátin at fáa immunitet.”

Vaksinering steðgar smittuspjaðing.

 

“Vit berjast ímóti eini rúgvu av villleiðandi upplýsingum”

Alt, ið tú hevur lisið, sum gongur ímóti hesi uppskrift, er lygn, sum kemur frá fólki, ið spjaðir skaðiligar, villleiðandi upplýsingar.

“Tað, at Joe Biden boðaði frá, at pandemi’in var “yvirstaðin” í september, hevur trúliga køvt eldhugan hjá almenninginum fyri nýggju stimburvaksinuni.”

Tað er vandamikið at bera góð tíðindi um, at covid er endað.

“Meðan vaksinur hava alstóran týdning...”

Allir vegir leiða til vaksinering

“Røktarheim í New Hampshire vilja ikki taka ímóti fólki, sum tey meta seg ikki hava starvsfólk til at røkta. Tað haldi eg vera virðingarvert, men fylgjan er, at sjúkrahúsini eru stúgvandi full. Sjúkrahús, sum annars høvdu sent sjúklingar á røktarheim í eina stutta tíð ella í langtíðarrøkt, koma at hava sjúklingar liggjandi í longri tíð.”

Tey gomlu á røktarheimunum eru í vanda.

“Parturin hjá børnum undir fýra ár tvífaldaðist stórt sæð í 2022”

Børn eru í vanda.

“Sum Roy sigur: Hví brúka vit ikki maskur, tá ið vit kunnu gera tað?”

Maskur forða fyri smittu í andaleiðini.

Brotið í greinini, sum mær dámar best, er: “Men av tí, at tað koma alt ov fá tíðindi frá embætisfólkum, vita fólk kanska ikki av, at tað fer ein bylgja gjøgnum Amerika.” Eg teljist millum tey mongu, sum ikki vistu av hesum. Ein bylgja av hvørjum? Einum vanligum vetrarkrími, sum ger fólk eitt sindur slekk í eina viku ella so? Ella eitt ræðuligt krím-vid?

Vit kunnu hátíðarhalda, at vit eru vend aftur til tað gamla, tá ið eitt vanligt sesongkrím rakar tey, sum verða smittað ella ansa onkrum í familjuni, sum er smittaður. Alt samfelagið skal ikki tvingast út í panikk av sovorðnum. Jú meira normal, ið verðin er, jú størri yvirskot hava fólk, sum eru rakt, til at taka sær av trupulleikunum. Og tess meira kunnu tey, sum ikki eru beinleiðis rakt, hjálpa hinum.

Tað er undirhaldandi hjá einum ritbúnaðarteknikara sum mær at síggja, at nøvnini á frábrigdunum, (ella sum eg plagi at siga ræðubrigdunum), hava fingið tvey punktum. Tá ið vit geva eina útgávu av einum forriti út, verður útgávan við tveimum punktumum brúkt til at umvæla eitt lítið brek (t.d. 3.0.1). “Lítið” meinast við, at tað hevur ikki so stóran týdning, at tað er neyðugt at uppstiga forritið beinanvegin. Kanska skuldu vit brúkt hesa somu tankagongd í mátanum, vit handfara nýggj virusfrábrigdi?

Tá ið Biden segði, at pandemi’in er yvirstaðin og legði afturat: “Leggið til merkis, at ongin brúkar masku longur. Øll sýnast at vera rættiliga væl fyri,” var tað kanska demensurin, sum hevði yvirtikið filtrið, sum av røttum skuldi sláa til, áðrenn hann kom til at siga okkurt, sum veruliga passaði.

Biden segði bara tað, sum annars øll tagdu um: Almenningurin hevur lagt panikk-fasuna aftur um bak. Sjálvt Anthony Fauci kom við hesi ófatiligu fráboðan, at pandemi’in er ikki av enn, men vit eru komin gjøgnum “pandemisku fasuna”.

Slíkar fráboðanir kunnu allar líknast við meira tannkrem hjá pandemi-blindveg-búgvunum at pota inn í aftur tubuna við tannkremi.

Greinaskrivain harmast um, hvussu fá hava tikið ímóti stimburvaksinuni. Vit fáa at vita, at vit høvdu sloppið undan tilburðum, um sjúklingar høvdu latið seg endurvaksinerað. Fyri tað fyrsta: hvør leggur lag í tilburðir? Fyri tað annað: tað passar ikki, at covidvaksinur fyribyrgja smittu. Hetta kundi bara passað, um tað falska uppáhaldið um steriliseraðan immunitet var satt.

Vaksinuforsprákarar hava slept uppáhaldinum um, at ein ella nakrar vaksinur skuldi sloppið tí vaksineraða persóninum undan at verða smittaður. Tað kom fram seint í 2022, at í teim klinisku royndunum var ikki so frægt sum kannað eftir, um vaksinurnar vóru førar fyri at steðga smittu. Tað er ótrúligt, at nakar enn finnur uppá at siga, at tær forða smittu, tá ið so nógvir fleirfalt -vaksineraðir – og - stimburvaksineraðir almennir persónar hava fingið covid.

Mín góði vinur Kevin Duffy, sum er professionellur íleggjari, sendi mær hesa mynd, aftaná at hann hevði lisið greinina í the Guardian. Diagrammið vísir marknaðarpsykologi’ina í eini fíggjarligari bløðru og húsaganginum, sum kemur aftaná. Eg havi lagt tann reyða ringin afturat, hann varpar ljós á staðið, har Kevin heldur, at vit eru nú: Í avnoktan, aftaná at bløðran er brostin.

[object Object]

Eg komi eisini at hugsa um Kübler-Ross og tey ymsu stigini í sorg, sum ein sjúklingur ella ein av teim kæru fara ígjøgnum, tá ið tey fáa at vita, at tey hava eina deyðiliga sjúku. Stigið er í hennara raðfylgju avnoktan. Stigini, sum koma seinni, eru øði, samráðing, tunglyndi og góðtøka.

Tað sama kann sigast um áðurnevndu líkingar: Trýr nakar teim longur? Hetta er ikki nýggjheitir. Hetta er ein roynd í evstu løtu at pressa tann síðsta dropan úr turru sitrónini. Fyri tveimum árum síðani høvdu hesir boðskapir eina veldiga óttavekjandi kraft. Men hvørja ferð, onkur brúkar tey, verða tey eitt sindur avlødd.

Handritið hevur slitið seg sjálvt upp. Líkingarnar eru troyttar og gera ongan mun longur. Ótta-makararnir sýnast ikki at vita, at boðskapurin onga ávirkan hevur longur, men teir hava einki annað at bjóða. Poengið er ikki, at teir prenta greinar sum hesa, men hvussu týðiliga tær vísa, at teir ikki vita av, at leikur er lokin, og at teir hava tapt.

___

Høvundur:

Robert Blumen

Robert Blumen er ritbúnaðarteknikari og poddvarpsvertur. Hann skrivar viðhvørt um politisk og fíggjarlig mál.

Greinin er týdd og endurgivin við loyvi frá Brownstone Institue.

Týtt: S.S.

Upprunagrein: The Game Is Over and They Have Lost

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Um tú virðismetir tað arbeiði, vit gera, so ber til at hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald