Uttanlands

“Katalonia fer aftur at atkvøða um sína framtíð,” lovar forsetin

Pere Aragonès, forseti í spanska landslutinum Katalonia, helt eina røðu, har hann m.a. segði, at sjálvræði er eitt “neyðugt amboð” til tess at bøta um liviumstøðurnar hjá fólkinum.

2022-09-12 12:23 Author image
Jón Tyril

Katalonia skal avgerða sína framtíð við fólkaatkvøðu, segði katalonski forsetin Pere Aragonès í eini røðu, kvøldið fyri tjóðardagin hjá sjálvstýrandi økinum, sum framvegis er undir sponskum yvirræði. “Katalonia fer aftur at halda atkvøðugreiðslu um sína framtíð, tað slepst ikki undan”, segði hann m.a. í røðuni.

Sjálvsavgerðarrættur er eitt bæði “neyðugt og grundleggjandi amboð, til at bøta um liviumstøðurnar hjá fólkinum.”

Íbúgvarnir mugu “av egnum fríum vilja, friðarliga og á demokratiskan hátt avgerða framtíðina hjá landinum,” segði forsetin m.a. við katalonar.

Í 2017-18 var ófriður og rok eftir at Katalonia helt fólkaatkvøðu og síðani lýsti seg sum fullveldisríki leyst av Spania. Hendan avgerð varð lýst ólóglig av spanska hægsta rætti og fleiri av politisku leiðarunum í landslutinum vóru handtiknir og aðrir rýmdu í útlegd.

[object Object]

Kelda: CatalanNews.com - ‘Catalonia will vote, once again, on its future,' pledges president


***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald