Uttanlands

Íslendskir hondbólts-landsliðs-spælarar stúra fyri krøvum um koppseting

Leiðarin fyri íslendska hondbóltssambandið finst alment at koppsetingarkrøvum frá IHF og ger gjøldur við koppsetingartilgongdini

2022-12-01 00:13 Author image
Thorsteinn Siglaugsson

Íslendska hondbóltssambandið kannar nú grundgevingarnar handan eitt nýtt krav frá Altjóða Hondbóltssambandinum IHF, sum sigur, at allir spælarar skulu hava enn eitt prik fyri at sleppa at vera við í endaspælinum í kappingini um heimsmeistaraheitið í Svøríki og Pólandi í januar.

„Vit vóru sera bilsin, at hesi krøvini skuldu verða løgd á okkum nú, tá ið vit fingu kunning frá IHF viðvíkjandi kravdari koppseting av spælarum,” segði Róbert Geir Gíslason, stjóri í íslendska hondbóltssambandinum við tíðindasíðuna Fréttin hin 29. november.

Fréttin setti seg í samband við Gíslason og spurdi eftir nærri eftir upplýsingum um fyrivarni og krøv til spælarar og venjarar, og hvørt ætlanin var at geva eftir fyri koppsetingarkrøvunum. Sum hondbóltsfjepparar vita, so verður Ísland ein av tjóðunum í komandi HM endaspælinum, og fleiri vænta, at liðið kann standa seg væl í kappingini.

Harra Gíslason segði at hondbóltssambandið framvegis fekk tilfar sendandi frá IHF um hesi viðurskiftini og onnur í sambandi við kappingina, men at boðini broyttust av og á, og nú verður roknað við einum triðja setti av kunning.

“Vit høvdu ikki roknað við hesum, eftirsum at alheimsfarsóttin er lýst at vera liðug og allar avmarkingar eru tiknar av,” segði Gíslason við Frettina. Hann segði at íslendska sambandið greinar støðuna hjá spælarunum, sum flest allir hava havt kovid, eins og teir flestu eisini eru koppsettir, eins og bíðað verður eftir nærri kunning frá IHF. “Hetta kemur kanska at raka 10 spælarar ella 20 spælarar..., tað kemur at vísa seg," segði hann.

Viðvíkjandi heilsuvanda av koronuprikunum, segði Gíslason, at tey júst høvdu hoyrt ein kendan bretskan hjartalækna, sum var á eini ráðstevnu í Norra herfyri, har hann staðiliga ávaraði spælarar ímóti at lata seg koppseta; tað kundi hava munandi ávirkan á teirra yrkisleið. (Talan er helst um hjartalæknan dr. Aseem Malhotra, sum var við á eini ráðstevnu í Oslo í november).

Gíslason greiddi eisini Fréttini frá sínum egnu royndum við koppsetingini. Hann fekk sær fyrst prikið frá Janssen og “eitt korter seinni” var tað ikki loyvt longur, tí tað elvdi til hjartatrupulleikar. Síðani fekk hann sær eitt Moderna-prik, og “eitt korter eftir tað,” var Moderna heldur ikki loyvt vegna hjartatrupulleikar. Til endans fekk hann sær triðja prikið frá Pfizer, sum eisini hevur verið sett í samband við hjartatrupulleikar.

Tað er sjálvandi natúrligt at ítróttarfólk stúra fyri lemjandi hjáárinum frá kovid19-koppsetingunum. Seinasta vár skipaði Íslendska Fótbóltssambandið fyri einum fundi um hjartatrupulleikar hjá ítróttarfólkum og vónaðu at fáa góðar frágreiðingar frá kenda týska hjartalæknanum dr. Martin Halle, sum tíverri gjørdi tað hann kundi, til tess at dylja veruligu orsøkirnar. Viðmerkingarnar hjá Harra Gíslason og mátin hann handfer nýggju krøvini frá IHF, vísir, at ítróttarfólk eru farin at krevja verulig svar, og álvarsomu ávaringarnar frá dr. Malhotra gera ikki stúranina minni.

Greinin er týdd eftir grein hjá Thorsteinn Siglaugsson á hansara Substack:

From Symptoms to Causes - Dr. Malhotra's Message has Reached Icelandic Handball Players Who Worry About Mandatory Vaccination

(Týtt: JT)

dr. Malhotra greiðir í hesum stutta videonum frá síni nýggjastu javnlíkamettu granskingargrein um kovidkoppsetingarnar, sum hevur fingið hann at mæla staðiliga til at steðga koppsetingunum

Sí eisini hesa nógv umrøddu og meira umfatandi framløguna hjá dr. Malhotra

Les eisini: Stjørnulækni í sjónvarpi heitti á øll at koppseta seg, sigur nú "steðga í stundini"

***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálp okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út á síðuna við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger stóran mun og er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald