1. TWITTER FILES:
— Matt Taibbi (@mtaibbi) March 9, 2023
Statement to Congress
THE CENSORSHIP-INDUSTRIAL COMPLEX pic.twitter.com/JLryjnINXS
Klikk teg inn á Twitter og fylg tráðnum omanfyri fyri at síggja eitt sera yvirskipað yvirlit yvir nakað av tí, sum er komið fram við Twitter-skjølunum.
Matt Taibi og samstarvsfelagi hansara Micheal (Mike) Shellenberger vóru innkallaðir sum vitnir í eini hoyring hjá einari nevnd í kongressini, sum Jim Jordan er formaður fyri.
Í inngangsrøðuni tók Matt Taibi samanum Twitter-skjølini á henda hátt (leystliga umsett úr enskum niðanfyri video):
"Jordan, harra formaður, Plaskett, sætislimur, limir í úrvalsnevndini, takk fyri at eg kundi koma her í dag. Eg eiti Matt Taibbi. Eg havi verið tíðindamaður í 30 ár, og ein trúgvur fortalari fyri Fyrsta grundlógarískoytinum (sum snýr seg um talufrælsi, red.). Ein stóran part av hasi tíðini havi eg arbeitt fyri Rolling Stone magazine.
Sætislimur, Plaskett, eg eri ikki ein “sokallaður tíðindamaður.” Eg havi vunnið ‘the National Magazine Award, the I.F. Stone Award for Independent Journalism, og eg havi skrivað tíggju bøkur, harav fýra New York Times bestseljarar. Nú eri eg ritstjóri á online magasininum Racket á óhefta netpallinum Substack.
Eg eri her í dag vegna eina røð av hendingum, sum byrjaðu seint seinasta ár, tá ið eg fekk eini boð frá eini keldu á netinum. Har stóð: ert tú áhugaður í at kava djúpt niður í tann sensur og manipulatión, sum gekk fyri seg á Twitter?
Eina viku seinni kom tann fyrsta frágreiðingin í røðini, sum kom at eita Twitter Files út. At siga, at hesar drógu áhuga frá almenninginum at sær, hevði verið at undirdrivið. Teldan hjá mær sá út sum ein spælimaskina í Las Vegas. Bara tað fyrsta tviti um blokeringina av søguni um fartelduna hjá Hunter Biden, fekk 143 milliónir vísingar og 30 milliónir engagements.
Men tað var ikki fyrr enn eina viku aftaná fyrstu frágreiðingina, eftir at Michael Shellenberger, Bari Weiss og aðrir granskandi tíðindafólk komu upp í at leita, at vit byrjaðu fáa fáa eina fatan av hvønn týdning hendan søgan hevur.
Upprunaliga lyftið, ið internetið gav, var at tað kundi demokratisera deiling av informatión um allan heimin. Eitt frítt internet fór at sigra á øllum royndum at stýra informatiónsstreymunum. Bara tað, at internetið var til, var ein hóttan móti anti-demokratiskum stjórnum allastaðni. Tað sum vit funnu í skjølunum, var ein stórstílað roynd at venda øllum hasum á høvdið, og nýta maskinlæring og onnur amboð til at gera internetið til eitt tól at fremja sensur og sosialt kontrol við.
Tíverri sær út til at okkara egnu myndugleikar spæla ein leiðandi leiklut. Vit sóu fyrstu ábendingarnar um hetta í samskifti millum Twitter ovastar áðrenn forsetavalið í 2020, tá ið vit lósu sovorðið nakað sum “spjaldrað av DHS” (Department of Homeland Security) ella “vinaliga sí viðhefta frágreiðing frá FBI viðv. møguligari villleiðandi kunning” — hetta var so tengt at einum Excel rokniarki við einum longum lista við nøvnum, hvørs brúkarakontur ofta vóru bannaðar stutt eftir.
Enn einaferð, sætislimur Plaskett, vil eg gera vart við, at prógvini um viðurskiftini millum Twitter og myndugleikarnar innihalda listar við tíggjutúsundtals nøvnum bæði frá høgru og vinstru. Fólkini, sum eru rakt, eru bæði Trumpstuðlar og vinstrahallar síður sum Consortium og Truthout, vinstrasinnaða suðuramerikanska rásin Telesur, rørslan hjá Gulu vestunum. Júst hetta er í roynd og veru eitt lyklaviðurskifti við Twitterskjølunum: At tað hvørki er eitt høgra- ella vinstramál.
Við at fylgja samskiftissproinum millum Twitter og samveldismyndugleikarnar tvørturum túsundtals teldupostar, komu vit fram á eina røð av avdúkingum. Harra formaður, vit gjørdu ein samandrátt og góvu nevndini tær sum eina Twitter fílu, sum eisini var løgd út til almenningin í morgun. Vit funnu útav, at Twitter, Facebook, Google og onnur feløg skaptu eina formella skipan til at taka ímóti umbønum um stýring (moderation) frá øllum hornum av myndugleikunum, frá FBI, DHS, HHS, DOD, Global Engagement Center at State, enntá CIA.
Fyri hvønn stjórnarstovn, sum skannaði Twitter, vóru kanska 20 at síggja til privatar eindir, ið gjørdu tað sama, herundir Election Integrity Partnership hjá Stanford, Newsguard, Global Disinformation Index og mong onnur -- mong av teimum fíggjað við skattgjaldara pengum. Eitt fokus í hesum skjótt vaksandi netverkinum, sum Mike gjørdi vart við, er at gera listar við fólki, hvørs meiningar, trúgv, sambond ella samhugi vera mett sum villleiðandi, falskunning ella vankunning (malinformation). Hatta seinasta hugtakið er bert eitt annað orð fyri tað sum er satt, men sum kemur illa við. Tað kemst ikki uttan um, at tað at gera slíkar listar, er eitt slag av talgildari McCarthyismu.
Vanligir amerikanarar vera ikki einans meldaðir til Twitter til at blíva forstyrktir ella bannaðir, men eisini til feløg sum PayPal, talgildar lýsingartænastur sum Zander, hópfíggingartænastur sum GoFundMe. Hesi feløg bæði kunnu og vilja nokta at veita vanligum lóglýdnum hampafólki og fyritøkum teirra tænastur, hvørs einasta missbrot er at falla í ónáðir hjá eini fjarum, andlitsleysum, algorytmiskum dómara, sum ikki kann haldast til ábyrgd fyri sínar dómar. Fyri ein, ið vaks upp sum ein traditionellur ACLU(American Civil Liberties Union) vinstravendur, er hesin revsihátturin uttan rættvísa rættargongd ræðandi.
Eitt annað vandamál við hesum er leikluturin hjá pressuni, sum átti at verið fólksins seinasti verjuskansi í slíkum førum. Men heldur enn at kanna hesar bólkar, so fóru journalistar í samstarv við teir. Um Twitter noktaði at strika onkra brúkarakontu beinanveg, so fóru stjórnarstovnarnir og NGO-arnir (non-governmental-organisations) at ringja til tíðindafólk á New York Times, Washington Post og øðrum miðlum, sum síðani fóru í holt við at ringja til Twitter at spyrja, hví einki var gjørt enn. Á henda hátt gjørdust miðlarnir ein armur í einari statsfíggjaðari tanka-politi-skipan.
Tíðin hjá mær er við at fara, so eg skal bara taka saman um og siga: tað er bara ikki møguligt at koma fram til sannleikan í einum. Á netinum er tó møguligt við tøkni at definera og handhevja ein politiskan konsensus í einum, sum eg haldi er tað, sum vit síggja í verki. Hetta er ein álvarsom hóttan móti fólki úr øllum politiskum sjónarhornum. Móti fyrsta grundlógarískoytinum (The First Amendment) og ímóti einum amerikanskum almenningi, sum er vanur við at talufrælsið er tann besta verjan ímóti sensur-stórídnaðinum (censorship industrial complex). Um hetta seinna kann seta okkara fyrsta og mest umráðandi grundlógartryggjaða rætt úr gildi, so hava hesir bólkar onga veruliga mótstøðu eftir nakrastaðni. Um tað er nakað, sum Twitterskjølini vísa okkum, so er tað, at vit eru í vanda fyri at missa hendan mest dýrabæra rætt okkara, sum eingi onnur demokratisk rættindi kunnu eksistera uttan. Takk fyri møguleikan at vera her og eg svari gjarna uppá spurningar frá nevndini."
Í Twitter-tráðnum ovast, tvit nr 32, stendur soleiðis leystliga umsett:
"Í einum merkisverdum telduposti mælir The Virality Project til at fleiri pallar skulu seta stig í verk ímóti "søgum um sonn hjáárin av koppingum," og "sonnum uppsløgum, sum kunnu elva til koppsetingar-aftran." Eingin av leiðurunum í hesum átaki at vera talu-politi, hevði nakra serfrøði innan heilsu.
Substack miðilin hjá Taibi, Racket News
***
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.
Vit hava hvørki lýsingar ella krøv um haldaragjald á síðuni. Vit ynskja, at tilfarið frá okkum skal síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Hinvegin er fíggjað av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at ein slíkur miðil hevur týdning, og er verdur at stuðla.
Tú kanst vera við og hjálpa okkum at fáa gott tilfar út á føroyskum, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald