Heilsumálaráðharrin í Indonesia, Budi Gunadi Sadikin, talaði fyri at seta í verk eina heimsumfatandi koppsetingarpass-skipan á B20, sum er business parturin av G20 ráðstevnuni.
Her er ein avskrift av tí hann segði. (Hetta er lurtað av frá videonum, so rað er møguligt eg havi hoyrt okkurt skeivt. Sig endiliga frá um so er.)
“Lat okkum fáa eitt talgilt heilsu-samleikaprógv, sum er viðurkent av WHO - so um tú ert koppsettur ella kannaður ordiliga - so kanst tú flyta teg í kring. So tá ið næsta pandemi kemur, ístaðin fyri at steðga ferðingini hjá fólki 100%, sum steðgar heimsbúskapinum, so kanst tú framvegis lata ein part av fólkinum flyta seg.
Indonesia hevur rokkið, og G20 londini hava játtað, at hava hetta talgilda samleikaprógvið eftir WHO standardum, og vit fara at leggja tað fram við næsta ársaðalfundin hjá WHO í Genf, sum part av altjóða heilsureglugerðini. So vónandi, tá næsta alheimsfarsóttin kemur, kunnu vit framvegis síggja at fólkini flyta seg nakað, og at vørur flyta seg nakað, og at búskapurin flytur seg.”
Við øðrum orðum er ætlanin at seta eina skipan í verk, har tey koppsettu kunnu sleppa at ferðast og flyta seg úr stað í stað, meðan tey ókoppsettu skulu missa hesi rættindi.
Millum kendu fólkini á B20 vóru m.a. Bill Gates, Klaus Schwab og Elon Musk.
***
Takk fyri at tú lesur á síðuni.
Tú kanst hjálpa okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun. Stuðulin fer fyrst og fremst til at vit kunnu halda á, men eisini so vit kunnu víðka og vaksa um virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald