Uttanlands

Indonesia skal brúka koronupassið til at selja bíliga matolju

Indonesisku myndugleikarnir fara at brúka sína kovid19 app til at býta út bíliga stuðlaða matolju, sum part av royndunum, at tryggja sær, at stuðulin fellur á rætta stað.

Mynd: Ein arbeiðsmaður fyllir matolju á dunkar á eini útbýtingarstøð í Jakarta, Indonesia, 20. mai, 2022. Reuters

Mynd: Ein arbeiðsmaður fyllir matolju á dunkar á eini útbýtingarstøð í Jakarta, Indonesia, 20. mai, 2022. Reuters

2022-07-02 17:59 Author image
Jón Tyril

Appin, sum letur fólk skanna eina QR kotu til tess at vátta sína heilsu- og koppsetingarstøðu, tá ið tey skulu inn í bygningar, fer eisini at verða brúkt til at halda skil á, tá fólk skulu keypa stuðlaða matolju, sum tey kunnu keypa 10 kg av um dagin.

Appin váttar samleikan hjá fólki, sum skanna appina, vísir hon grønt, kanst tú keypa matolju, vísir hon reytt, hevur tú longu keypt tín part.


Kelda: Bangkok Post - Indonesia will use Covid tracking app to sell cheap cooking oil

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald