Indiski innflutningurin av russiskari ráolju er vaksin fimmtifaldað síðani apríl mánaða og telur nú tilsamans 10% av allari olju, sum India flytur inn. Undan innrásini í Ukraina var luturin hjá russiskari olju í landinum 0,2%. Hetta skrivar ensktmælti indiski miðilin The Economic Times.
Í seinasta mánaða yvirhálaði russland Saudi Arabia sum næstfremsti veitari av olju til India, aftanfyri Irak, sum framvegis er størsti veitarin av olju til India.
Indisk oljureinsarí keyptu áleið 25 milliónir tunnur úr Russlandi í mai mánaða.
India er heimsins triðjistørsti innflytari og nýtari av olju í heiminum, næst eftir USA og Kina, 85% av oljunýtsluni hjá India stavar frá innfluttari olju.
Vestanlondini hava í fleiri førum heitt á India um at avmarka samhandilin við Russland, men tað hevur higartil ikki eydnast at fáa myndugleikarnar at akta.
Russisku oljuinntøkurnar vuksu sambært Business Insider til 20 mia dollarar (áleið 141 mia DKK) frá 18 mia USD (áleið 127 DKK) í Apríl.
Oljuinntøkurnar hjá Russlandi hava ligið um 20 mia dollarar um mánaðin í miðal fyri árið í ár higartil, sum er væl hægri samanborið við áleið 15 mia um mánaðin í fjør.
At India hevur økt so munandi um innflutningin er við til at bloyta fíggjarliga stoytin, sum Russland annars hevði kunnað verið fyri, nú sølan til Europa fellur.
Sambært altjóða orkustovninum IEA so fall nøgdin av olju úr Russlandi í mai, men hækkandi prísurin ger tað at landið framvegis tjenar tað sama.
Keldur:
_______
Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald