Innanlands

Íkensla, empati: Grundarlagið undir kensluligari heilsu

“Tá ið eitt foreldur er ført fyri at geva barni sínum tað gávu, sum íkensla er, broytist alt.”

2022-06-07 23:42 Author image
Dr. Laura Markham

(Eg brúki her orðið “íkensla” fyri hitt enska “empathy”, sum høvundurin brúkar í upprunagreinini. Eg kendi ikki orðið framanundan, men sá tað á Sprotanum og á listanum yvir nýggj orð hjá Málráðnum, har tað stendur at merkja tað sama sum danska empati og enska empathy. Ein onnur umseting av orðinum á sprotanum er “innliving”, sum saktans kann nýtast í mongum av førunum, men eg havi valt at nýta íkenslu konsekvent í greinini. - JT)
___

Eg síggi dagliga foreldur og børn, sum gera avgerðandi framstig í viðurskiftunum sínámillum. Og gita hvat ger størsta munin? Íkensla, empati. Tá ið vit megna at veruliga síggja tingini úr sjónarhorninum hjá okkara barni, tá broytist alt.

Íkensla merkir ikki, at vit eru samd við okkara børn um alt, ei heldur, at vit lata tey gera hvat sum helst, tey hava hug til, bara tí vit skilja, hví tey vilja tað. Men tað merkir, at meðan børn okkara ikki fáa alt, sum tey vilja, so fáa tey okkurt betri: Onkran, sum skilir og góðtekur tey, líkamikið hvat.

Tað merkir eisini, at tá ið vit einaferð skilja sjónarhornið hjá barninum, so kunnu vit leggja uppí og hjálpa teimum at nøkta teir tørvir, sum tey alla tíðina høvdu brúk fyri at fáa nøktaðar -  at merkja, at tey hava samband við okkum, og merkja, at tey hava virði. Og tá ið vit møta tørvinum hjá børnunum, so bera tey seg betur at.

Íkensla er grundarlagið undir kensluligum inteligensi. Hon er eisini grundarlagið undir munadyggum foreldraskapi og uppaling, sigur John Gottman, sum skrivaði bókina Raising An Emotionally Intelligent Child (At uppala eitt kensluliga inteligent barn). Hví? 

  • Tí hon er avgerðandi neyðug fyri at tú skalt megna at skilja barn títt og knýta bond við tað. 
  • Tí hon fyribyrgir, at tú bert øll tey óloystu viðurskiftini úr tínum egna barndómi víðari til títt barn. 
  • Og tí at uttan íkenslu fer barnið heilt einfalt ikki at kenna seg elskað, líka mikið hvussu nógv tú elskar tað.


Hvat er íkensla nágreiniliga?

Íkensla verður ofta lýst sum at síggja viðurskifti úr sjónarhorninum hjá hinum persóninum. Men ein meira neyv greining av orðinum kundi verið, at “merkja” ella “kenna” úr sjónarhorninum hjá hinum persóninum.

Íkensla er í roynd ein kropslig hending, sum verður stýrd av insula í høgru síðu av heila okkara. Bygnaðurin av høgru heilahálvu verður skaptur fyrstu tvey árini av lívinum, áðrenn barnið veruliga fer at tosa.

Vísindafólk halda, at høgra heilahálvan er tann, sum samkipar nærleika. Insula setur heilan í samband við hjartað, sodningarlagið og húðina. So tá ið hjarta okkara loypur upp í hálsin, ella tá magin vendir sær í okkum, ella húðin skriðar, so er tað insula, sum sendir okkum eini boð. Og tá vit føla djúpa íkenslu, so merkja vit tað í kroppinum.

Íkensla styrkir bondini við tey, vit hava samband við. Íkensla hjálpir barninum at merkja, at onkur skilir tað, og at tað ikki er so einsamalt við síni pínu og líðing. Íkensla lekir.

Og at uppliva íkenslu lærir tann lítla um teir djúpastu mátarnar, sum menniskju hava sambond uppá, og gevur honum eitt grundstøði, sum øll framtíðar sambond, kunnu byggjast á. Í roynd bindur íkensla heilan á barninum kensluliga heilsusamt saman. Børn, sum móttaka íkenslu, kenna seg ikki bara at vera meira í samband við onnur ígjøgnum lívið, tey gerast eisini meira miskunnarsom og skiljandi, og fáa djúpari sambond við onnur.


Hvussu menna børn íkenslu?

Tað hendur natúrliga, sum partur av heilsugóðari kensluligari menning, bara børnini uppliva íkenslu frá teimum, sum taka sær av teimum. Tí er tað, at uppaling við íkenslu er ein tvífald gáva til barnið: Umframt at tín íkensla hjálpir honum ella henni at læra at hava tamarhald á sínum kenslum, so fer tað, at uppliva tína íkenslu, eisini hjálpa barninum at menna íkenslu mótvegis øðrum.

Og hetta, at geva íkenslu, er eisini ein gáva til tín, tí børn sum merkja íkenslu eru munandi meira samstarvshugað og opin fyri tínari vegleiðing. Við øðrum orðum gerst tað nógv lættari at vera foreldur!

Men flestu foreldur fara upp at flákra og gerast nervøs tá ið tosað verður um foreldraskap við íkenslu. Hvussu skalt tú “gera” akkurát?

Tú veitst tað longu. Hvørja ferð tú sigur, “eg veit hvussu tað kennist hjá tær” ella “tað sær út sum at tú hevur havt ein strævnan dag,” so vísir tú íkenslu. Hvørja ferð tú hevjar teg upp um tínar egnu kenslur, fyri at skilja tingini úr sjónarhorninum hjá barni tínum, so er tað íkensla.

Tað ljóðar so einfalt. Men hví er íkensla tá so máttmikil? Menniskju eru eldhugaðir skapningar. Kenslur stinga seg upp í okkum alla tíðina, ávirka hýrin og hvat vit gera, og fjara síðan burtur. Hugsa um sterkastu kenslurnar, tú hevur merkt hendan seinasta mánaðin, og ímynda tær síðani, hvussu sterkar kenslurnar hjá barni tínum eru, havandi í huga manglandi lívsroyndirnar og intelektuella óbúnaðskapin. Børn verða floymd yvir við sterkum kenslum fleiri ferðir um dagin.

Tey hava brúk fyri at foreldrini hjálpa teimum at stýra í gjøgnum hetta hav av sterkum kenslum, so tey ikki søkka. Fyri tað mesta, tá ið børn (og vaksin) merkja, at teirra kenslur vera skiltar, so megna tey at góðtaka og merkja tær. “Boðini” eru givin víðari. Eftir hetta missa kenslurnar sína løðing og byrja at lætna ella hvørva. Tað krevst ikki, at vit “gera nakað” útfrá hesum kenslum, ikki ein gang, at okkum dámar kenslurnar. Vit skulu bara viðurkenna, at tær eru har, og tær byrja at fjara.

Undirtrýstar kenslur, hinvegin, fjara ikki burtur. Vit bera tær við okkum. Undirtrýstar kenslur eru fangaðar og leita eftir einum vegi at sleppa út. Av tí at tær ikki eru undir tilvitaðum eftirliti, so stinga tær seg upp óstemmaðar, tá ein undir skúlaaldri slær systir sína, ella ein sjey ára gomul hevur marruna, ella tá ið ein ellivu ára gamal fær nervøs hábrøgd.

So okkara íkensla -- okkara góðtøka av kenslunum hjá okkara børnum -- lærir tey, at teirra kenslulív ikki er vandamikið, at tað ikki er nakað at skammast um, og at kenslulív í roynd og veru er felags fyri øll, og tað ber til at stýra tí. Øll hava merkt hesa kensluna; tað finst enntá eitt orð fyri henni! Barnið kennir seg skilt og góðtikið. Tað lærir, at tað ikki er latið einsamalt at handfara trýstið frá hasum sterku kenslunum. Tað er trygt at merkja tær, og tað er fyrsta stigið á vegnum til at arbeiða seg ígjøgnum tær, og at læra seg at handfara tær. So íkensla er grundarlagið fyri kensluligum inteligensi.


Tað sum íkensla ikki er:

Eftirlæti.

Tú kanst (og eigur) at seta mørk, eftir hvat er neyðugt. Og síðani viðurkenna, at barnið gerst í ringum lag av hesum mørkum. Ikki fara í verjustøðu. Tað er umráðandi fyri barnið, at tú tolir hetta vónbrot og øði, sum verður vend ímóti tær, og at tú elskar barnið, sjálvt tá ið tað ikki er í sambandi við sín kærleika til tín.

At loysa trupulleikan.

Málið hjá tær er at lata barnið koma víðari frá síni ørkymlan, so tað kann byrja at hugsa um loysnir sjálvt. Ikki at tú loysir trupulleikarnar fyri tað. Tá ið barnið vísir og/ella sigur tær frá sínum kenlsum viðvíkjandi onkrum viðurskiftum, so ræður um hjá tær at lurta og viðurkenna, ikki at loypa inn við loysnum. Tað merkir so eisini, at tú mást stýra tínum egnu stúranum og óttakenslum.

At vera samdur.

At góðtaka kenslurnar hjá barninum og endurspegla tær, merkir ikki at tú ert samdur ella tekur undir við teimum. Tú vísir barninum, at tú skilir, ikki meira, ikki minni. Og um tú nakrantíð hevur merkt, at onkur skilir teg, so skilir tú, júst hvussu góð gáva hetta er.

At rannsaka.

“Sig mær hvussu tað følist” er ikki íkensla. Íkensla er at viðurkenna tað, sum barnið roynir at siga ella vísa tær, líkamikið hvat tað so er: ”Tú sigur, tú kundi hugsað tær at spælt longri.” Ella “Eg síggi, andlitið hjá tær sær soleiðis út”

At royna at broyta kensluna ella at peppa persónin upp.

Eg lovi tær, íkensla við ringar kenslur er kvikasti mátin at fáa tær at hvørva aftur. At argumentera barnið úr sínum ringu kenslum, trýstir tær bara niður, fyri síðani at koma upp aftur seinni. Eftir at barnið hevur møguleikan at vera varugt við, góðtaka, og siga frá síni kenslu, fer tað at vera til reiðar at broyta leikpallin og skifta evni. Hetta kann taka eina løtu, men tað fer at ganga skjótari, tá barnið innsær, at eingin roynir at lítisgera kenslurnar hjá tí, við at biða tað “koma yvir tað”. Og tú hevur givið barninum boðskapin, at hann ella hon er góðtikin, ØLL sum hon er, eisini hennara ólekru kenslur.

At kjakast ímóti kensluni.

Hetta ógildar bara barnið.


Hvat íkensla er:

At lurta, uttan trýstið at skula loysa nakað.

Ikki taka tað persónligt. Anda. Loys teg frá tí.

At viðurkenna og hugsa seg um.

“Tað ljóðar sum tú ert nokkso ill við beiggja tín.”Ella
“tað virkar sum tú stúrir fyri útferðini í dag."

At geva afturljóð.

Tað, sum hevur størstan týdning, er at barnið MERKIR, at tú skilir tað. Lat tín atburð verða í samljóði við hýrin á barninum. At vera eitt sindur harmur um at hansara lið tapti fótbóltsdystin, krevur ikki at tú ber teg at, sum um onkur júst er deyður. Júst sum tað kann elva til eitt herðindi av illsini, um tú bara jabbar mekaniskt, “tað kann vera hart, tá ið sjeikurin ger tað liðugt,” við tína tannáringadóttir.


“Tá ið børn merkja, at onkur skilir tey, so minkar kenslan av einsemi og pínu. Tá ið vit skilja børnini, gerst teirra kærleiki til okkara djúpari. Samkenslan frá einum foreldri virkar sum fyrstahjálp fyri særdar kenslur. Tá ið vit veruliga ásanna og viðurkenna torføru støðuna hjá barninum, og seta orð á vónbrotið, so kann barnið ofta savna sær styrkina til at møta veruleikanum.”

-Haim Ginott

Les eisini: 4 lættir vanar við orðum, sum styrkja sjálvsálitið hjá børnunum

____

Upprunagrein: Aha Parenting - Empathy: Foundation of Emotional Health


Høvundur: Dr. Laura Markham, stovnari av AhaParenting.com, høvundur at bókunum Peaceful Parent, Happy Kids, Peaceful Parent, Happy Siblings og hennara nýggjastu Peaceful Parent, Happy Kids Workbook

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald