Uttanlands

Hví USA noyðist at trýsta fyri at fáa vápnahvíld í lag í Ukraina

"Sum høvuðsveitari av vápnum hjá Kyiv og fyrislóðari av handilstiltøkunum ímóti Russlandi, hevur Washington skyldu at hjálpa til at finna ein útveg", skrivar professor Jack F. Matlock, Jr, ið var amerikanskur ambassadørur til Sovjetsamveldið frá 1987 til 1991 og sum hevur skrivað bøkur um samráðingarnar, ið endaðu kalda kríggið, m.a. í hesari grein frá diplomatiska online tíðarritinum, Responsible Statecraft.

2022-10-20 16:14 Author image
Jack F. Matlock, Jr.

Fýra hendingar hava hesa seinastu tíðina broytt kósina á krígnum so at vit eru komin á ein munandi meira vandamiklan veg.

- Russiska ognartøkan av fýra ukrainskum landslutum afturat, forðar fyri neyðsemjum, sum áður vóru møguligar.

- Oyðileggjandi álopini á báðar Nord Stream gassleiðingarnar gera tað ómøguligt hjá Russlandi at endurvinna sína støðu sum høvuðsveitari av orku til Týsklands aftur, sjálvt hóast kríggið í Ukraina á undursaman hátt bráddliga skuldi endað.

- Ukrainska álopið á brúnna til Krim gav Russlandi eina undanførslu til at herða álopini á sivil mál í Ukraina.

- Russisku hevndarálopini á sivilmál fara við vissu at gera meira skaða á Ukraina enn Ukraina megnar at gera á Russland. 

Leiðararnir í bæði Russlandi og Ukraina hava sett sær ómøgulig mál. Í roynd hevur eingin luttakari í krígnum í Ukraina gjørt seg til talsmann fyri nakað mál, sum kann fáa frið aftur í økið. At Russland hevur innlimað fýra landslutir inn í Russiska Samveldið, fer ikki at verða góðtikið av hvørki grannunum ella meirilutanum av europeiskum veldum.

Havandi í huga ta vreiði, sum kríggið og tess ræðuleikar elva til, so er tað óhugsandi, at Ukraina, sjálvt við NATO-stuðli, megnar at skapa ein standfastan virkandi stat innan fyri øll tey landamørk, sum landið arvaði í 1991. Um Ukraina roynir at endurvinna øll hesi økini við valdi, og verður eggjað og stuðlað úr USA og NATO til at gera júst tað, so er sera sannlíkt at Russland (og ikki bara Putin forseti) fer at sora Ukraina sundur sum hevnd. Veruleikin vinnur á illusjónini, hvørja ferð hesi bresta saman.

Og skuldi kríggið steðga við at Ukraina varð lagt í oyði - Kyiv og Lviv slættað við jørðina eins og Grozny á sinni - so hevði tað verið við tí forteyt, at herda stríðið ikki hevði inndrigið kjarnorkuvápn. Um Russiski leiðarin kennir seg sannførdan um at endamálið hjá USA og vestanlondunum er at beina fyri honum, hvat skal tá steðga honum at taka onnur við sær í fallið?

Hvat gekk galið

Hetta nýttist ikki at vera so. Tá ið Kalda Kríggið endaði (við samráðingum, ikki við sigri) og Sovjetsamveldið datt sundur í 15 ymisk lond (vegna trýst innanífrá, ikki uttanifrá), so var Europa brádliga heilt og frælst, sum jú var politiska málið hjá USA og NATO undir Kalda Krígnum.

Um framtíðarinnar støðufesti og vælstandur skuldi varðveitast í Europa, so hevði høvuðsuppgávan verið at bygt eina trygdarskipan, sum dekkaði øll londini í Europa.

Men ein røð av amerikanskum forsetum, frá Clinton til Trump, valdu ístaðin at víðka NATO, at tveita vápna-avdubbingarsáttmálarnar, ið endaðu kalda kríggið, burtur, og at innlima fyrrverandi Sovjetlýðveldi inn í eina hernaðarliga samgongu, sum útihýsti Russlandi. 

Benjamin Abelow tók samanum hesa døkku hendingagongd í síni innlitsfullu bók, How the West Brought War to Ukraine

Tað kundi verið sloppið undan krígnum - helst hevði sloppist undan krígnum - um Ukraina hevði viljað gjørt eftir Minsk-semjuni, viðurkent Donbass sum ein sjálvstýrandi landslut í Ukraina, hildið seg frá hernaðarráðgevum úr NATO, og bundið seg til ikki at fara upp í NATO. Kortini, tað sum var møguligt so seint sum í januar í 2022, er kanska ikki møguligt nú. Russiska innlimanin av eyka økjunum hækkar innsatsin og vágan. Men tess longur, ið kríggið heldur á, jú truplari verður at sleppa undan fulkomnari oyðing av Ukraina.

Trygdin hjá Amerika

Vit amerikanarar kunnu bara hávirða djørvu mótstøðuna, sum Ukrainararnir hava fingið sett upp ímóti russisku innrásini, og eiga at vera ernir av at vit hava kunnað stuðla teirra verju.

Vit eiga at gera alt vit kunna fyri at tryggja, at Ukraina kann yvirliva sum ein sjálvstøðugur statur. Men tað merkir ikki at Ukraina noyðist at fáa alt økið aftur, sum tað arvaði í 1991. Hava vit í huga alla ta vreiði, sum er kveikt av krígnum, og tí, sum var undan tí (harðliga stjórnarskiftið í 2014, sum mangir russar uppfata sum eitt kvett, ið var fyriskipað av USA), so er tað í roynd sannlíkt, at summi øki als ikki ynskja at koma undir aftur ræðið hjá Kyiv.

Summi vilja vera við, at USA hevur eina moralska skyldu at stuðla Ukraina, uttan mun til hvat ukrainsku leiðararnir krevja, eftirsum at “teir vita best.” Nei, teir vita ikki hvat best tænir trygdini hjá amerikanska fólkinum, og júst tað eigur at vera høvuðsmálið hjá eini hvørjari amerikanskari stjórn. Harumframt kann tað vera, at teir (leiðararnir í Ukraina), undir trýsti og strongd frá krígnum, ikki eru teir bestu dómararnir, hvat tænir teirra egnu trygdarstøðu best.

Eg var sendiharri fyri USA í Sovjetsamveldinum í 1990, tá ið Litava lýsti seg sum sjálvstøðugt frá Sovjet. USA hevði ongantíð viðurkent innlimanina av Litava, Letlandi og Estlandi, sum Sovjet hevði framt, so Litava bað straks um at USA skuldi viðurkenna teirra sjálvstøðu. Eg hevði fullkomið forstáilsi fyri Litavisku ynskjunum, men mátti greiða teimum frá, at tað vildi verið eitt misstak at gingið ynskinum á møti, inntil Litava í roynd var frælst. Hví? Tí í 1990 hevði ein viðurkenning frá USA næstan við vissu havt við sær at Sovjet hevði sligið hart niður á landið, og sum USA ikki hevði kunnað svarað aftur uppá uttan at váða eitt kjarnorkukríggj.

Litavar, saman við sínum baltisku grannum, hildu síni krøv um loysing friðarlig. USA legði í loyndum áhaldandi trýst á sovjettisku myndugleikarnar, at ikki nýta vald. Sovjettiska Statsráðið viðurkendi í september í 1991 loysingina hjá Litava og tess tvinnanda grannum, og loysti tey løgliga áðrenn restin av Sovjet datt sundur. 

Sakin við Ukraina og Russlandi er sjálvandi ikki viðurkenning av loysing, men hvørt USA skal stuðla Ukrainska málinum um at endurvinna ræði á øllum landaøki, sum landið fekk við sær, tá ið Sovjet datt sundur. Um so er, at strembanin eftir tí málinum merkir, at Ukraina stigvíst verður lagt í oyði, so tænir tað eyðsæð ikki Ukraina best.

Árin á heimin

Bardagin í Ukraina heldur á og herðist, meðan heimurin framvegis stíðist við kovid19 heimsfarsóttina og er viðhvæmur fyri nýggjum avbrigdum og nýggjum sjúkum, alt meðan globala upphitingin elvir til størri og størri skaðar. Samstundis er bylgjan av flóttafólkum - íkomin av hungri, flóðum, kríggi og vánaligari stýring -  við at ovbyrja skipanirnar í sjálvt teimum ríkastu londunum. Og afturat tí noyðast vit at leggja afturat hóttanina um Armageddon, eitt kjarnorku holokost - nakað sum eingin rættsiktaður leiðari vildi váðað. Men vit kunnu ikki ganga út frá at fólk eru rættsiktað, hvørki í innlendis ella altjóða politikki í dag.

Støðan hjá Europa fer at verða hart roynd komandi vetur vegna bráddliga kvetta samhandilin við Russland, serliga á orkuøkinum. Sannlíkt er, at vanliga fólkið í Europa í størri og størri mun fer at geva USA skyldina fyri politikkirnar, ið vaksa um inflatiónina og skapa fíggjarliga afturgongd, serliga sum europeiska gjaldoyrað viknar mótvegis dollaranum. Mong fara at síggja amerikansku handilstiltøkini móti Russlandi sum sjálvstænandi royndir at leggja vestureuropa undir amerikanskt ræði.

Eitt nýtt jarntjald verður í løtuni noytt omanyvir Russland - hesaferð av vesturlendskum politiskum ávum - alt ímeðan USA kunnger fleiri átøk til tess at konfrontera og forða einum sjálvshevjandi Kina. Hetta fer at hava við sær, tað slepst ikki undan, økt samstarv millum Russland og Kina. Eisini fer økta nýtslan av handilstiltøkum til tess at náa politisk mál, at elva til eitt mótrák, har størri partur av altjóða handlinum fer at verða avgreiddur í øðrum gjaldoyrum enn amerikanska dollaranum.

So hvørt sum Europa viknar og fleiri lond fara at líða undir amerikansku handilstiltøkunum, fara eisini nýggjar samgongur, við tí endamáli at standa ímóti amerikanskum ræði, at blóma. Geopolitisk kapping fer at vera tikin framum samstarv um ítøkiligar loysnir á felags trupulleikum, meðan altjóða stríð fer at gera trupulleikarnar verri.

Tað sum allir partar í stríðnum í Ukraina tykjast hava gloymt, er at framtíð mannaættarinnar verður ikki avgjørd av, hvar, ið altjóða landamørk verða sett - hesi hava ongantíð í søguni verið statisk og fara uttan iva at halda á at broytast av og á. Framtíð mannaættarinnar verður avgjørd av, hvørt tjóðirnar læra seg at sætta sínar ósemjur á friðarligan hátt.

Er nakar máti at steðga krígnum?

Tað er tað møguliga ikki, havandi í huga tað vreiði, sum stríðið hevur elvt til. Bæði Ukraina og Russland hava mist nóg mikið av blóði til at fólkið í londunum helst fer at vera ímóti at lata hinum partinum nakað av tí, ið mótparturin ynskir. Forsetarnir í londunum báðum hata hvønn annan, og síggja eitt hvørt eftirlæti sum eitt persónligt tap. Men tess longri kríggið heldur á, tess fleiri ukrainsk lív verða mist, ognir lagdar í oyði, og størri gerast sannlíkindini fyri at kríggið breiðir seg víðari.

Einasti praktiski mátin at steðga ítøkiligu bardøgunum, er at semjast um eina vápnahvíld. Hetta er trupult fyri ukrainararnar, tí teir stríðast fyri at afturvinna landøki, sum eru hersett, men veruleikin er, at um kríggið heldur á, so er Russland ført fyri at skaða Ukraina meira enn Ukraina kann skaða Russland, uttan at vága víðari kríggj.

Sum høvuðs vápnaveitari hjá Ukraina, eigur USA at eggja ukrainarunum at ganga við til eina vápnahvíld. Sum upphavsmaðurin at teimum ógvusligastu handilstiltøkunum móti Russlandi, so skuldi USA nýtt sítt vald til at lokka Russland at ganga við til veruligar samráðingar undir eini vápnahvíld.

Samráðingar mugu haldast í trúnaði fyri at kunna náa á mál. Og tað vildi kravt, at diplomatisku sambondini millum Russland og USA verða endurreist. Hesi seinastu árini hava hevndar-útvísingar av sendifólkunum hjá báðum londum minkað umboðanina niður í at kalla einki. Tó so, er ein vilji at práta og samráðast, so ber til at finna mátar. Higartil er tað viljin, sum sær út til at skorta.

Sum støðan er í løtuni, sær ongin av pørtunum í stríðnum út til at vera til reiðar at steðga bardøgunum og fara inn í veruligar samráðingar um at vinna friðin aftur í Ukraina. Til henda støðan broytist, bardagarnir stegða, og seriøsar samráðingar fáast í gongd, so er heimurin á veg móti einum úrsliti, har vit øll eru taparar.

Upprunagrein: Responsible Statecraft - Why the US must press for a ceasefire in Ukraine, Jack F. Matlock Jr.

[object Object]

Jack F. Matlock, Jr. hevði yrkisleið sum sendiharri og tænti sum amerikanskur sendiharri í Sovjetsamveldinum frá 1987-1991. Undan tí var hann ovasti fyri europeisk og sovjettisk mál í trygdarráðnum hjá Reagan forseta og var amerikanskur sendiharri í Tjekkoslovakia í 1981-1983. Hann var Kennan professari við Institute for Advanced Study og hevur skrivað eitt ótal av greinum og tríggjar bøkur um samráðingarnar, sum endaðu kalda kríggið, sundurlagingina av Sovjetsamveldinum, og amerikanskan uttanríkispolitikk eftir at kalda kríggið endaði.

(Týtt: JT)

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald