Uttanlands

Hvat ger nýggi pandemi-sáttmálin hjá WHO?

Hvat er við hesum nýggja sáttmálanum hjá WHO, tekur hann alt sjálvræði frá okkum, ella hvussu er?

2022-05-18 17:32 Author image
Jón Tyril

Sosialu miðlarnir hava kókað við ræðandi tíðindum um ein nýggjan pandemi-sáttmála, sum limalondini hjá Heimsheilsustovninum, WHO, skulu skriva undir. Offisielt er talan um “Fyrsta útkast av frágreiðing, sum ‘Arbeiðsbólkurin fyri at styrkja tilbúgvingina og átøkini í sambandi við heilsukreppur fyri sjeytifimmta aðalfundin hjá Heimsheilsustovninum’ (Working Group on Strengthening WHO Preparedness and Response to Health Emergencies to the Seventy-fifth World Health Assembly), sum í løtuni er til viðgerðar hjá limalondunum í Heimsheilsustovninum í Geneve í Sveits.

Sambært summum viðmerkjarum er vandi fyri at sáttmálin "trokar burtur parlamentariskt demokrati, fólkaheilsulógir og mannarættindi í 194 londum.”

Og “um so er at pandemi-sáttmálin verður viðtikin í WHO”, skrivar ein annar viðmerkjari, “so fer tín atkvøða aldrin at telja nakað aftur.”

Sum høvundur av bókini “Slanguolja: Hvussu Xi Jinping læsti heimin niður” (Snake Oil: How Xi Jinping Shut Down the World), fari eg ikki at gremja meg um øsingina og svartskygni, eftirsum allar hesar viðmerkingarnar tykjast at taka undir við mínum verki. Men tey góðu tíðindini eru, at hatta er ikki tað, sum Pandemi-sáttmálin veruliga ger.

Hvat broytir Pandemi-sáttmálin so í veruleikanum? Einki. Als einki. Sáttmálin inniheldur 131 uppskot ella tilmæli í tíggju breiðum bólkingum: 1. Politisk leiðsla, 2. Samstarv og samvinna, 3. WHO í miðdeplinum, 4. Fígging, 5. Burðardygd í nýhugsaðum kovid19 mekanismum, 6. Alheims eftirlit, 7. Styrking av altjóða heilsureglugerðini, 8. Alheims heilsu- og tilbúgvingar eftirmetingar royndarverkætlan, 9. Tiltøk í samband við ferðing, 10. Rættlæti (Equity).

Uppskotini eru tøknilig og gerandislig. Meira fígging til WHO, sum skal “virka sum stýrandi og samskipandi myndugleiki í altjóða heilsumálum.” Regluligar simuleringsvenjingar. Meira gransking sum kann “upplýsa og víðka” fólkaheilsu og sosial átøk undir alheimsfarsóttum. Meira kapasitet til genetiskar kanningar. Meira deiling av fólkaheilsudátum við WHO. Talgild koppsetingarprógv og smittuuppsporing. Meira koppingarevni til menningarlondini.

Tekniskt sæð bindir einki av hesum limalondini. Ráðgevararnir handan sáttmálan nevna enntá “tjóðskaparligt sjálvræði” sum eina avmarking fyri hvussu góðan virknað sáttmálin fær.

Av øllum uppskotunum, so er tað, sum elvir til stórst stúran, ætlanin at styrkja “tilgongdir og amboð til handfaring av kunning og kunningarsótt (infodemic)… til tess at byggja upp alment álit á dátur, vísindalig prógv og almenn heilsuátøk, og at til at standa ímóti órættari kunning og óundirbygdum leysatíðindum.” Júst hesin parturin inniber privatar altjóða fyritøkur og stovnar, og fer tí uttanum tjóðskaparliga sjálvræðið hjá limalondunum.

Við øðrum orðum er Pandemi-sáttmálin alt tað, sum WHO longu hevur verið í gongd við - men bara meira av tí. 

So hvat er í veruleikanum uppá spæl, um so er, sáttmálin verður viðtikin?

Alt.

Veruligi týdningurin, sum ein møgulig viðtøka av sáttmálanum hevur, er, at tað er ein blástemling og góðtøka av øllum tí, sum heimurin hevur upplivað seinastu tvey árini undir kovid. Her er ein stutt áminning um sumt av tí, sum er hent:

Í januar 2020 byrjaði at hoyrast tíðindi um ein nýggjan virus í Wuhan í Kina. 23. januar 2020 setti Kinesiski Kommunistaflokkurin eina fulkomna niðurlæsing í verk, har 50 milliónir íbúgvar í Hubei landslutinum vórðu stongdir inni. Hetta hugtakið, “lockdown”, ella sum tað koma at eita í Føroyum “niðurlæsing”, hevði einki fordømi í vesturheiminum. Men bara fáar dagar seinni, hin 30. januar, byrjaðu frágreiðingar at koma fram, uttan at vanliga fólkið visti um hetta, at “WHO longu tosaðu um, hvussu ‘trupult’ tað fór at vera, at evna handfaringina av sóttini í vestanlondunum eftir kinesiskari fyrimynd, og at fyrsta landið, har tað skuldi roynast í verki, var Italia… tey vilja arbeiða ígjøgnum italsku heilsumyndugleikarnar og heimsheilsustovnar fyri at byrja at læsa italskar býir niður.”

Og skjótt var allur heimurin í gongd við at “evna handfaringina eftir kinesiskari fyrimynd.” Ein fyri og annar eftir, byrjaðu økis- og landsmyndugleikar at taka rættindini frá fólkinum í stóran stíl. Hesar niðurlæsingar vóru ikki partur av nøkrum farsóttar-ætlanum sum londini høvdu liggjandi, men tað at Heimsheilsustovnurin góðkendi niðurlæsingarnar og onnur altjóða embætisfólk apaðu seg eftir tí, gav hesum politikkinum ein alheimsligan dám.

Niðurlæsingarnar eydnaðust ikki at steðga virusinum - sum harnæst vísti seg at hava deyðstíttleika millum tey smittaðu (infection fatality rate) undir 0,2%, og at hann í seinasta lagi var byrjaður at spjaða seg longu í November 2019. Í hvørjum einasta landi, sum niðurlæsingarnar vóru royndar, misseydnaðust tær. Hinvegin elvdu tær til ringastu mannaskaptu hungursneyð síðani “Stóra lopið framá”.

Í øllum teimum londunum, sum settu strangar niðurlæsingar í verk, vóru andlátini ólutfalsliga høg millum ungfólk; hesi vóru deyðsføll vegna niðurlæsingarnar.

Samstundis kom Heimsheilsustovnurin við heimsumfevnandi vegleiðing um PCR kanningar - sum m.a. New York Times hevur váttað, hava følsk positiv úrslit í meira enn 85% av førunum - (í Bretlandi vísti ein kanning at triðji hvør, sum var settur í sóttarhald, als ikki var smittsamur, red.). Samsvarandi hesum vóru skjótt smittutilburðir í milliónatali staðfestir í londunum. Afturat tí kom Heimsheilsustovnurin við nýggjari vegleiðing um hvussu mekaniskir respiratorar skuldu nýtast í limalondunum; meira enn 97% av teimum yvir 60 ár, sum vóru løgd í respirator, sambært hesum nýggju vegleiðingum, doyðu.

Ræðslusligin av øktu deyðsføllunum og av sálarligu ræðu-átøkunum sum myndugleikarnir settu í verk ímóti sínum egna fólki, tóku fólkini í vestanlondunum undir við at seta í verk støðugt myrkari røðir av ófrælslyntum tvingsilsátøkum og krøvum, sosum kravdar andlitsmaskur og talgild koppsetingarpass fyri at sleppa at taka lut í púra vanligum gerandisvirksemi. Ung børn, sum at kalla als ikki vóru í vanda av virusinum, mistu ár av týðandi skúlatíð síni og mong vóru noydd at ganga við andlitsmaskum í fleiri tímar um dagin.

Við at taka undir við Pandemi-sáttmálanum vísa okkara leiðarar, at teir taka undir við øllum hesum - og meira enn tað - at tað verður gjørt umaftur. Pandemi-sáttmálin fer ikki at avtaka tjóðskaparliga sjálvræði hjá tær. Tað ber ikki til, tí tú hevur ikki havt nakað tjóðskaparligt fullveldi síðani mars í 2020. Pandemi-sáttmálin er bara at vejla tað sama av nýggjum, eitt endurval fyri eitt nýtt valskeið.

Greinin stóð upprunaliga á Substack hjá høvundanum .

Her endurgivin við loyvi frá Brownstone Institute - What Does the Pandemic Treaty Do?

(Týtt: JT)
___

Bonus: Her eru nakrar viðmerkingar hjá Neil Oliver á GB News um málið


Viðmerkingar hjá Jimmy Dore

Og her eru viðmerkingar hjá Francis Hoar, advokati og anti-lockdown stríðsmanni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald