Fremstu miðlahúsini kring heimin eru í tilbúgvingarstøðu, nú hitt fyrsta heimsumfevnandi útbrotið av apu-koppum rakar land eftir land í miðjum mai mánaða 2022 - júst eitt ár eftir at ein bio-trygdarráðstevna í München hevði eina simulering av eini “heimsfarsótt við einum óvanligum slagi av apukoppum” sum skuldi raka heimin í byrjanini til mitt í mai 2022
Apukoppar vóru skrásettir fyrstu ferð í 1958, men tað hevur ongantíð verið eitt heimsumfevnandi útbrot av sjúkuni uttanfyri Afrika, fyrrenn nú - í júst somu viku, í júst sama mánaða, sum bio-trygdarfólkini spáddu í sínari alheimsfarsóttar simulering.
Og øll tey røttu eru á staðnum fyri at spjaða ræðslu um sjúkuna. Ed Yong, sum hevur skrivað tíggjutals hysteriskar greinar um kovid fyri The Atlantic, m.a. COVID-19 Long-Haulers Are Fighting for Their Future, Even Health-Care Workers With Long COVID Are Being Dismissed, How Did This Many Deaths Become Normal? og The Final Pandemic Betrayal er klárur á nýggja apukoppa pallinum.
Eric Feigl-Ding er eisini komin á pallin.
Og twitter smittuserfrøðingarnir Jennifer Nuzzo og Bill Hanage eru eisini á pallinum - men enn hava vit ikki hoyrt eitt orð, hvørt tey halda tað er nakað løgið í tí, at fyrsta heimsumfevnandi apukoppaútbrot nakrantíð, kemur júst í miðjum mai mánaða, eitt ár eftir at tey bæði vóru ráðgevar á eini altjóða lívfrøðiligari trygdar simulering av einum heimsumfevnandi apukoppa útbroti, sum skuldi koma um miðjan mai 2022.
Amerikanska stjórnin er sjálvandi eisini komin á staðið og upp á pallin við eini bílegging uppá 13 milliónir skamtar av apukoppa-koppsetingum frá Bavarian Nordic.
Heimsheilsustovnurin er eisini við, sjálvandi.
Hetta heimsumfevnandi útbrotið av apukoppum - sum rakar júst til rætta tíð, sum spátt í simuleringini seinasta ár - minnir í ólukkumát um kovid19 útbrotið, sum kom bert fáar mánaðir eftir Event 201, sum var ein simulering av eini koronavirus alheimsfarsótt, næstan nágreiniliga sum kovid19. Event 201, sum varð hildið í oktober í 2019 - einans tveir mánaðir undan vit hoyrdu um koronavirusin í Wuhan á fyrsta sinni —varð samskipað av Bill og Melinda Gates Foundation, World Economic Forum, Bloomberg, og Johns Hopkins. Eins og við Event 201, so hava luttakararnir í apukoppasimuleringini verið tigandi sum steinar, um at teir hava tikið lut í eini alheimsfarsóttar-simulering, sum síðani vísir seg at gerast veruleiki stutta tíð seinni.
Ein sum var til staðar við bæði Event 201 og apukoppa simuleringina, er George Fu Gao, stjóri fyri kinesiska sjúkufyribyrgingarstovnin (Chinese Center for Disease Control). Á Event 201, gjørdi Gao serliga vart við hvussu stóran týdning tað hevur at stríðast ímóti “villeiðandi kunning” (misinformation) undir eini “hypotetiskari” krúnuvirus farsótt.
Eitt plagdu tey at kalla apukattavesin. Kanska hetta fer at vísa seg at vera apukoppavesin. Vit fáa at síggja og fara at fylgja við á hesum stað.
Kelda til hesa grein: The Prophetic Monkeypox Simulation
Les meira:
Hvussu Event 201 og apukoppasimuleringin eru tengdar saman her - Did You Know That A 2021 Report Predicted The Monkeypox Outbreak On May 15th 2022 ? Both Companies Involved In The Report Have Received Millions From The Bill & Melinda Gates Foundation
Hví summi halda at onkur fer at gera sær dælt av hesum, at ræða okkum við - Monkeypox: The Next Big Scare
Hví afrikanskir granskarar undrast á spjaðingina av apukoppunum - Monkeypox spreading in Europe, US, has African scientists baffled
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald