Uttanlands

Her kemur diesel-kreppan

Danska heimasíðan finans.dk skrivar í gjár, 25. august, at prísurin á ráolju aftur er omanfyri 100 dollarar fyri tunnuna, og at Europa, og serliga norðureuropa, í roynd og veru er rakt av eini dieselkreppu, sum helst kemur at gerast verri.

2022-08-26 06:23 Author image
Jón Tyril

“Goymslurnar við autodiesel, marinediesel, brenniolju, jetbrennievni og øðrum sonevndum millumdestilatum eru so smáar, at tær í november mánaða, sambært ráðgevingarfelagnum Wood Mackenzie, væntast at vera tað lægsta tær hava verið síðani byrjanina av 2011.

Eftirsum dieselúrdráttir eru grundleggjandi fyri allar greinar av flutningsgeiranum og veitingarketunum - bæði regionalum og globalum - so er talan um eina álvarsama støðu,” skrivar miðilin m.a.

finans.dk vísir á, at oljureinsaríini Europa ikki klára at nøkta eftirspurninginum, samstundis sum innflutningurin av oljuúrdráttum úr Russlandi stigvíst verður avtikin sum partur av handilstiltøkunum, og harvið gerst Europa meira bundið at innflutningi av diesel frá øðrum pørtum av heiminum.

Víðari skrivar miðilin, at vanliga er tað seint á sumri og í byrjanini av heystinum, at goymslurnar verða fyltar til at standa ímóti komandi vetrinum. Í mongum londum er støðan tó tann, at eftirspurningurin veksur og er størri enn útboðið, sum er tann grundleggjandi orsøkin til at diesel, tá tú ikki tekur skattir og avgjøld við, er munandi dýrari enn bensin.

Eitt, sum er við til at gera støðuna verri, er turkurin í Europa. Lága vatnstøðan í Rhín-ánni hevur m.a. við sær, at munandi minni brennievni verður fraktað við prámum og tangaskipum inn í hjartað á vestureuropa.

Brennievni, sum skal fraktast úr Asia tekur áleið ein mánaða at koma fram, og tí tekur tað tíð at javna ójavnar í marknaðinum aftur.

Og sambært altjóða orkustovninum IEA gerst støðan ikki betur av at kraftverkini í Europa skifta frá gassi til kol og brenniolju til tess at spara gass áðrenn veturin kemur.

Altjóða orkustovnurin staðfestir sambært miðlinum, at mong øki, sum hava havt drúgvar hitabylgjur, brúka meira olju í el-framleiðsluni, hetta bæði í Europa, Asia og Miðeystri. Og skiftið frá natúrgassi til olju hendir eisini í pørtum av europeiska ídnaðinum, herundir oljureinsiídnaðinum.

Ein partur av orsøkini til hækkandi prísirnar, er búskaparliga kríggið móti Russlandi, men tað er sambært miðlinum ikki einasta orsøkin.

Minst líka týðandi er tað, at Saudi Arabia ynskir at javna sveiggini í oljumarknaðunum, og sigur seg vera til reiðar at lækka framleiðsluna saman við OPEC+, sum er OPEC-londini pluss Russland, um tað er tað, sum skal til, fyri at fáa jo-jo-rørslurnar í marknaðinum at javna seg, sum umboðið fyri Saudi Arabisku stjórnina málber seg.

Fleiri altjóða miðlar skriva um lækkandi goymslur, vaksandi eftirspurning, lækkandi útboð og hækkandi dieselprísir. Bloomberg skrivar m.a. at  brennievnisgoymslurnar lækka í týdningarmestu støðunum í Europa, USA og Asia og at vinningurin av at framleiða diesel fer at hækka, so hvørt sum eftirspurningurin veksur. Bloomberg skrivar eisini, at altjóða dieslmarknaðurin sær út til at gerast enn spentari so hvørt sum orkuveitarar og ídnaðurin leita sær til olju, sum ein lætta frá hækkandi gassprísunum, samstundis sum innflutningurin av russiskari olju stigvíst verður tikin av marknaðinum í Europa.

Mín viðmerking: Uttan at eg havi skjalfest tøl uppá tað, so havi eg fingið upplýst frá fólki, sum arbeiða innan oljuveiting í Føroyum, at okkara goymslur eru sera smáar og tømast eftir bert fáum vikum, um ikki vit fáa áhaldandi veitingar til landið. Ein spurningur, vit eiga at seta okkum er tí, hvussu viðkvom vit eru fyri møguligum avbrotum í veitingunum, og um vit eru nóg væl brynjað til at standa ímóti hesari dieselkreppuni, serliga um hon gerst munandi verri í vetur, sum als ikki er ósannlíkt. Eiga vit t.d. at víðka um goymslurnar og í so fall, eru tað SEV og oljufeløgini, sum eiga at gera hetta, ella er hetta ein so mikið grundleggjandi spurningur um liviumstøður í landinum, at landstýrið eigur at taka stig til tað?

Les alla greinina á finans.dk her: Nu slår dieselkrisen for alvor igennem

Les grein á Bloomberg her: Diesel Pinch Looms as World Seeks Relief From Pricey Natural Gas

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald