Uttanlands

Heimsheilsustovnurin broytir vegleiðingar til fyrimuns fyri niðurlæsingar

Heimsheilsustovnurin, WHO, vil hava niðurlæsingar, maskur, sosiala frástøðu og tílík átøk uttan heilivág, at vera partur av tilbúgvingarætlanunum hjá limalondunum

2022-05-20 20:43 Author image
Will Jones

Heimsheilsustovnurin, WHO, ætlar at gera niðurlæsingar og onnur ‘átøk uttan heiligvág’ (en: non-pharmaceutical interventions ofta stytt NPI), sum skulu avmarka viralari smittuspjaðing, til part av síni almennu vegleiðing viðv. alheimsfarsóttum (pandemium).

Hetta kemur fram í eini frágreiðing, sum eftir ætlan skal leggjast fyri aðalfundin hjá Heimsheilsustovninum seinni hendan mánaðin. Hetta er ikki partur av einum nýggjum pandemi-sáttmála, og krevur ikki at limalondini taka undir við tí. Frágreiðingin sigur, at verksetingin er longu í gongd.

Mong hava rópt varskó um ein nýggjan pandemi-sáttmála undir Heimsheilsustovninum. Hinvegin, sum eg havi gjørt vart við fyrr (og sum Michael Senger vísir á her), so er eingin nýggjur pandemisáttmáli á skránni. Heldur er talan um ískoytisbroytingar til verandi sáttmálan, Aljóða Heilsureglugerðir 2005 (International Health Regulations 2005), umframt onnur tilmæli (tilsamans 131), sum verða skotin upp í eini frágreiðing frá ‘Arbeiðsbólkinum fyri at styrkja Heimsheilsustovnsins tilbúgving og átøk í sambandi við heilsukreppur’ (en: Working Group on Strengthening WHO Preparedness and Response to Health Emergencies).

Flestu av hesum ískoytum og tilmælum hava við vitanar- og resursudeiling at gera, umframt tilbúgving til alheimsfarsóttir í framtíðini; einki av hesum leggur seg beinleiðis út í sjálvræðið hjá limalondunum á tann hátt, at tey loyva WHO at áleggja ella strika átøk í londunum. Men tað merkir ikki, at tey ikki eru vandamikil, tí tey viðurkenna og samskipa í lógina, teir herviligu feilirnar, sum eru framdir hesi seinastu tvey árini, sum byrjaðu við niðurlæsingini av Hubei-landslutinum í Kina hin 23. januar 2020.

Tilmælini í frágreiðingini stava frá eftirmetingarnevndum undir WHO, sum vóru sendar út í desember í 2021 at gera spurnarkanningar í limalondunum og millum ymsar áhugapartar, fyri at hoyra teirra sjónarmið.

Átøk uttan heiligvág (Non-pharmaceutical interventions) koma tríggjar ferðir fyri í tilmælunum, einaferð undir “rættlæti” (equity) og einaferð undir “fígging,” har limalondini verða eggjað til at tryggja “nøktandi íløgur í” og“kvika menning, skjóta atgongd, munadygga og rættvísa atgongd til nýggjar koppsetingar, heiligvág, sjúkugreining og ‘átøk uttan heiligvág’ móti neyðheilsustøðum, herundir kanningar-kapasitet, hækkaða framleiðslu og útbreiðslu”.

Í meðan kvik menning og skjót atgongd til átøk uttan heiligvág ljóðar órógvandi í sær sjálvum, kann tað tulkast ymsar vegir av limalondunum sjálvum.

Men har sum tað veruliga byrjar at vekja stúran, er í “leiðslu og stjórn” partinum. LPPR 29 sigur (okkara undirstriking):

Íverksetan av átøkum uttan heiligvág á skipaðan og strangan hátt í øllum londum, í tann mun, sum smittustøðan krevur. Øll lond skulu hava eina greiða próvgrundaða ætlan, sum er samtykt á hægsta stjórnarstigi, til tess at avmarka smittuspjaðing við kovid19.

[object Object]

Kravið, um at farsóttarætlanin hjá hvørjum landi skal hava sum endamál at avmarka viralari smittuspjaðing, er ein stór broyting frá núverandi vegleiðing. Verandi pandemi-tilbúgvingarætlan hjá Stóra Bretlandi, sum er grundað á eldru vegleiðingina hjá WHO, er púra greið, at eingin roynd skal gerast at steðga viralari smittuspjaðing, tí tað ber ikki til, og tað er spill av orku:

Tað verður ikki gjørligt at steðga spjaðingini av eini nýggjari alheimsinfluensavirus, og tað vildi verið spill av heilsuorku og kapasiteti, at roynt at gjørt tað.

Tað er næstan púra vist, at tað ikki verður møguligt at avmarka ella útrudda ein nýggjan virus í upprunalandinum, ella tá hann kemur til bretlands. Vit mugu ganga út frá, at vit ikki sleppa undan, at virusurin spjaðir seg, og at eitt hvørt lokalt stig, sum verður tikið til tess at steðga ella minka spjaðingini, sannlíkt bara kann hepnast í avmarkaðan ella partvísan mun fyri landið, og at tað ikki ber til at seta sítt álit á slík tiltøk, til at vinna sær tíð.

Tað verður ikki møguligt at steðga spjaðingini av, ella at útrudda influensavirusin, hvørki í upprunalandinum ella í Stóra Bretlandi, eftirsum hann spjaðir seg ov skjótt og ov vítt.

Men nú sigur WHO, at tað, at forða viralari spjaðing, er endamálið við pandemiætlanunum. Hetta er ein vanlukka.

Tað sum verri er, frágreiðingin sigur, at hetta skal setast inn í “vegleiðandi arbeiðið” (normative work) hjá Heimsheilsustovninum, sum merkir, at tað verður partur av almennu vegleiðingini hjá stovninum til limalondini, hvussu tey handfara eina pandemi. Enn og verri, so stendur, at hetta longu er í ferð við at vera sett í verk - tað nýtist ikki ein sáttmála ella at limalondini taka undir við tí, at gera tað. Tað sker longu.

Vit skulu rokna við at síggja nýggja vegleiðing koma fram á altjóða og nationalum stigi hesar komandi mánaðirnar og árini, sum byggja á hesa grundregluna, at avmarkingar skulu setast í verk fyri at forða viralari smittu. Hetta, hóast seinastu tvey árini hava váttað vísdómin í gomlu vegleiðingunum hjá Heimsheilsustovninum, at tað ber ikki til, og ikki er stríðið vert.

Hetta mál má takast upp á hægsta stigi, soleiðis at niðurlæsingar og onnur átøk uttan heiligvág (NPI) vera hildin uttanfyri tilbúgvingarætlanir í samband við komandi alheimsfarsóttir.

Ein bretsk undirskriftainnsavning, har tú kanst mótmæla seinastu stigunum hjá Heimsheilsustovninum er at finna her – higartil hava fleiri enn 137.000 skrivað undir.

Upprunagrein, týdd við loyvi: Brownstone Institute - The WHO Changes Guidelines to Favor Lockdowns

Høvundur: Will Jones, redaktørur á Daily Sceptic.

(Týtt: JT)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald