Granskarar á Harvard University góvu í november mánaða seinasta ár út úrslitini av gransking, sum vísti at heimaskúlað børn klára seg sera væl. Í eini grein í The Wall Street Journal koma Brendan Case og Ying Chen, sum eru partar av Harvard Human Flourishing Program, til tað niðurstøðu, at næmingar úr vanligu skúlunum høvdu “truplari við at fyrigeva, vóru meira afturhaldnir at taka lut í sjálvbodnum virksemi ella átrúnaðarligum tænastum, enn teirra heimaskúlaðu líkar.”
Granskararnir greinaðu dátur frá fleiri enn 12.000 børnum, sum tóku lut í kanningum ímillum ár 1999 og 2010, og komu fram til, at tað var áleið ein triðingur størri møguleiki fyri at heimsskúlaðu børnini tóku lut í sjálvbodnum arbeiði, umframt at tey hava lættari við at fyrigeva sum ung vaksin, enn tey, sum høvdu gingið í vanligum skúla. Tað vóru eisini størri sannlíkindi fyri at tey heimskúlaðu børnini gingu til okkurt slag av átrúnaðarliga gudstænastu tá ið tey gjørdust vaksin, sum granskararnir gjørdu vart við, kundi setast í samband við “lægri vanda fyri missnýtslu av alkoholi og rúsevnum, depressión og sjálvmorði”.
Hesi úrslitini standa í greiðari andsøgn við tað, sum Elizabeth Bartholet, professari á Harward Law School, segði um heimskúlað børn undir koronufarsóttini, tá ið hon í 2020 mælti til at seta bann ímóti heimsskúling, beint áðrenn heimskúling veruliga fekk bein at ganga á vegna skúlaniðurlæsingarnar í sambandi við kovid - eitt tíðarskeið har sum heimskúlingin í USA vaks til fleiri enn fimm milliónir næmingar ella meira enn 11 prosent av øllum aldursbólkinum í skúlaaldri.
Í teirra grein í WSJ, skriva Case og Chen ímóti sínum Harward starvsfelaga:
“Myndin av heimskúlaða næminginum, sum kemur fram av hesum dátunum, líkist ikki tí sosialt kiksaðu og tollutu stereotypuni, sum fr. Bartholet og onnur peika á. Heldur sær út til, at heimskúlað børn sum heild mennast til væl javnvigað, ábyrgdarfull og sosialt virkin ung vaksin,” skrivaðu tey.
Harvard granskararnir bitu merki í at heimskúlaðu næmingarnir í minni mun fóru undir hægri lestur (college) enn teirra alment skúlaðu javnlíkar. Summir miðlar hongdu seg í júst hetta í sínum yvirskriftum, men soú burtur frá orsøkunum, sum Harward granskararnir hildu, kundu vera partur av frágreiðingin - m.a. at heimskúlaðu næmingarnir kanska leita sær aðrar yrkisleiðir enn tær sum college-verðin hevur at bjóða, og møguliga tað, at mannagondir í samband við upptøku á hægru skúlunum gera tað truplari fyri heimaskúlaðar næmingar at sleppa inn.
Í grein á FEE um hetta málið, viðmerkja Case og Chen sína gransking, og vera spurdir, hvussu úrslitini hjá heimskúlaðum næmingum munnu hava broytt seg síðani 2010, sum er tíðin tá teirra datasett endaði.
“Vit eru glað fyri at síggja at summi fróðskaparsetur, eisini nøkur av teimum bestu setrunum, eru vorðin meira smidlig í sínum upptøkumannagongdum fyri tey heimaskúlaðu hesi seinastu árini,” segði Chen.
Fleiri av hægru skúlunum hava hesi seinastu árini sett í verk greiðari mannagongdir fyri, hvussu heimaskúlaðir næmingar kunnu fáa atgongd, og fleiri av skúlunum eru nú grammir at lokka heimsskúlaðar umsøkjarar til sín. Í 2015 skrivaði Business Insider at heimaskúlling var “tann nýggi vegurin til Harward” og í 2018 tók Harward fleiri av sínum heimskúlaðu studentum fram í The Harward Gazette.
Granskararnir hildu eisini at trivnaðar-gloppið millum heimaskúlaðar næmingar og tey sum hava gingið í vanligum skúla, er vaksið hesi seinastu tíggju árini, og at tey heimaskúlaðu klára seg enn betur í dag.
“Til dømis eru sosialu miðlarnir komnir inn á snildfonirnar hesi seinastu árini, soleiðis at tannáringar og enntá yngri børn, hava tikið teir sín,” segði Chen við FEE. “Tað eru kanningar sum benda á, at ein sovorðin vøkstur í nýtsluni av snildfonum kann hava verið ein av orsøkunum stóra vøksturin í tunglyndi, ótta og skúlaeinsemi, sum hevur verið at sæð seinastu árini. Happing á netinum, kynslig boð (sexting) og ‘phubbing’ (hetta at velja skíggjan, heldur enn tey sum tú ert saman við) eru eisini vorðin meira vanlig í gerandislívinum hjá børnum, serliga í samband við skúla. Tað kann vera, at hesi viðurskifti eru minni vanlig millum tey, sum eru heimaskúlað, í mun til hini.”
Nógvastaðni í USA vóru skúlarnir læstir niður í munandi longri tíð enn her hjá okkum í Føroyum, og tá ið teir so lótu upp aftur, vóru mangastaðni krøv um at bera masku í skúlatíðini, eins og næmingarnir vóru strangt býttir sundur í serlig øki og skuldu halda sosiala frástøðu osfr. Hetta fekk nógvar familjur í USA at royna heimaskúling, og mong valdu at halda fram við tí eftir at flestu tiltøkini vóru tikin av. Granskingarúrslitini frá Harward áttu at hjálpt hesum familjum at kent seg tryggari við sítt val. Tá tað kemur til at trívast og blóma, so klára tey heimskúlaðu seg væl - kanska enntá betri enn teirra javnlíkar í vanligu skúlunum.
Greinin omanfyri er í stórstan mun bygd á grein á FEE.org sí niðanfyri
Keldur:
FEE - New Harvard Study: Homeschoolers Turn Out Happy, Well-Adjusted, and Engaged
Wall Street Journal - What Home-Schoolers Are Doing Right
____
Hjálp okkum við arbeiðinum at fáa gott tilfar á føroyskum út á síðuna, antin við at flyta eina upphædd ella at stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald