Í eini samrøðu við Roya News Jordan í vikuni, segði ungarski uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto, at europeisku handilstiltøkini ímóti Russlandi eru fulkomilliga misseydnað.
“Handilstiltøkini, sum Europeiska Samveldið setti í verk ímóti Russlandi eru misseydnað. Fulkomiliga misseydnað,” segði Szijjarto. Hann segði eisini at størsta ávirkanin frá tiltøkunum verður negativar avleiðingar fyri limalondini í ES og at handilstiltøkini tá fara at hava misseydnast við at náa nakað av teimum málum, sum ætlanin var.
Uttanríkisráðharrin prikaði tey sum taka avgerðir í ES: “ES-kommissiónin segði at handilstiltøkini fóru at hjálpa okkum at fáa enda á krígnum sum skjótast, og at tey fóru at noyða russiska búskapin niður á knøini. Men hvat er úrslitið? Tað fulkomiliga øvuta.”
Ístaðin ávaraði hann at áhaldandi búskaparliga kríggið móti Russlandi einans fer at elva til hert stríð á vígvøllinum og hægri inflatión heima. “Kríggið gerst harðligari og harðligari… Og samstundis er europeiski búskapurin sera illa fyri.” Hann legði síðani afturat, at Europa líðir av eini “øðiligari orkukreppu” og hækkandi matvøruprísum.
Hugburðurin, sum ráðharrarnir í Ungarn hava lagt fyri dagin, hevur verið ein tornur í eygunum á teimum, sum taka avgerðir í Europeiska Samveldinum og sum vilja revsa Russland fyri innrásina í Ukraina. Í seinastuni hevur ungverska stjórnin noktað at hjálpa sínum sameindu í NATO at venja Ukrainskar hermenn. Ungarn hevur eisini verið lagt undir at leggja forðingar í vegin fyri royndunum hjá vestanlondum, at styrkja Ukrainsku verjuna t.d. við at nokta at senda vápn beinleiðis úr Ungarn til Ukraina.
Szijjarto vísti hesum ákærum aftur: “Í roynd eru vit tey einastu í Europa, sum berjast fyri at fáa frið í lag.”
Budapest hevur eisini staðið ímóti ætlanunum hjá ES at seta bann fyri innflutningi av russiskari orku. Vit mugu fyrst og fremst hugsa um búskapin og vælferðina hjá ungarska fólkinum, segði ráðharrin eisinin.
Uttanríkisráðharrin nevndi síðani sum dømi um misseydnaðu revsitiltøkini hjá ES, at Ungarn noyddist at rinda 19 milliardir Evrur fyri innflutta orku í ár, sum er meira enn tvífalt so nógv sum tær 7 milliardirnar, landið rindaði í 2021, hetta er “stórsligna” úrslitið av stutt hugsaðum atgerðum hjá ES, segði hann.
Síggj samrøðuna við Ungarska uttanríkisráðharran ovast.
Kelda: Roya News English - EU’s sanctions on Russia ‘total failure’, Hungarian Foreign Minister tells Roya
Umvegis frettin.is
***
Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun fyri at vit fyrst og fremst kunnu halda á, men eisini víðka og vaksa um virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald