Ein hægstarættar dómsúrskurður í statinum New York hevur givið boð um at øll starvsfólk í New York býi, sum mistu starvið fyri ikki at vilja lata seg koppseta, skulu setast aftur í starv og fáa løn við afturvirkandi kraft. Býurin koyrdi fyrr í ár áleið 1.700 fólk úr starvi, tí tey ikki vóru koppsett, eftir at býurin undir Bill de Blasio borgarstjóra, setti koppsetingarkrøv í verk.
Úrskurðurin kemur frá einum rættarmáli, sum 16 starvsfólk í ruskinnsavningini reistu, eftir at tey mistu starvið fyri ikki at ganga krøvunum um koppseting á møti. Rætturin kom til tað niðurstøðu, at arbeiðsfólkini skulu hava løn frá tí degi tey vóru koyrd.
Ralph Porzio, dómari, skrivaði í sín úrskurð, at meðan heilsuovastin í býnum hevði loyvi at koma við heilsuligum kravboðum, so hevur hann ikki heimild at broyta setanarviðurskiftini ella siga starvsfólkum úr starvi.
Rætturin kom til, at tað at “vera koppsettur forar ikki einum persóni at fáa sjúkuna ella at smitta onnur við kovid19.” Porzio, dómari, helt á:
Koppsetingarkravboðini sum býarstarvsfólkini vóru undirløgd, snúðu seg ikki bara um trygd og heilsu; tað snúði seg eisini um at akta. Um tað hevði snúð seg um trygd og heilsuna hjá almenninginum, so høvdu ókoppsettu starvsfólkini verið send til hús í stundini, sum boðini vóru givin.
Porzio, dómari, setti víðari spurningar við, hvussu eitt krav um koppseting fyri alment sett, kundi rættvísgerast, tá ið krøvini innan tað privata longu vóru tikin av.
Her er einki, sum stuðlar tí skilagóða í at krevja av alment settum starvsfólkum, at tey skulu lata seg koppseta, samstundis sum krøvini fyri tey starvssettu í privatu vinnuni vera tikin av… There is nothing in the record to support the rationality of keeping a vaccination mandate for public employees, while vacating the mandate for private sector employees … Hetta er greitt ein tilvildarlig og lúnut gerð, tí vit hava at gera við meinlík ókoppsett fólk, sum vera viðfarin ymiskt av somu umsitingarmyndugleikum.
Býurin hevur sagt, at boðini verða kærd. Men úrskurðurin er eitt stórt slag móti heilsumyndugleikunum, nú ið rættarskipanin seigliga byrjar at hála lántu pseudo-vísindafjaðrarnar, sum hava eyðkent alla handfaringina av kovid19, av.
Endurgivið við loyvi frá Brownstone Institute, sum hevur endurgivið frá Substackinum hjá høvundinum
Høvundin
Michael Senger
Michael P Senger er sakførari og høvundur av bókini Snake Oil: How Xi Jinping Shut Down the World. Hann hevur kannað ávirkanina sum Kinesiski Kommunistaflokkurin hevur havt á handfaringina av Kovid19 síðani mars 2020, og hevur áður skrivað China’s Global Lockdown Propaganda Campaign og The Masked Ball of Cowardice in Tablet Magazine. Tú kanst fylgja hansara arbeiði á Substack
***
Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út við at stuðla okkum - antin við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald