Hægstirættur í Bretlandi hevur noktað Julian Assange, stovnaranum av WikiLeaks, at kæra málið um útflýggjan til USA víðari. Hetta hendi í gjár, mánadag, og merkir, at málið hjá Assange nú ferð til ráðharran til støðutakan.
Amerikanskir myndugleikar vilja hava 50 ára gamla Julian Assange útflýggjaðan, soleiðis at hann kann rættarforfylgjast eftir lógini um njósning, sum kann enda við at geva Assange upp til 175 ára fongsul.
Stovnarin av Wikileaks er eftirsøktur av amerikanska statinum, tí felagskapurin hjá honum hjálpti til at stórar mongdir av hernaðarligum trúnaðartilfari og diplomatiskum fjarritum blivu likin út til pressuna og løgd út á heimasíðuna hjá Wikileaks.
Millum kendastu lekarnar, sum Wikileaks var við til at fáa út, eru Iraq war logs og ikki minst videobrotið Collateral Murder, sum vísir video úr tyrluni, tá ið 12 sivilfólk í Irak verða skotin til deyðis av amerikanskum hermonnum, herundir ein tíðindamaður og ein myndamaður hjá Reuters.
Julian Assange hevur enn møguleika at fáa ein dómara at hyggja sakina ígjøgnum og meta um, hvørt alt er farið rætt fram. Annars verður tað upp til ráðharran at avgerða lagnu hansara fyribils.
Tíðindastubbi frá Reuters um málið her
Meira um Collateral Murder: Collateralmurder.com
Meira um Iraq War logs: The Bureau of Investigative Journalism: Iraq war logs: The real and uncensored story of the war
Møguligur víðari lestur:
Christ Hedges: Revisiting the case of Julian Assange and the reality of the "rule of law”
Caitlin Johnstone: The Assange Case Explained Simply
JoAnn Wypijewski: How ‘Collateral Murder’ Continues to Kill: The Tragedy of Danny Holmes
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald