Uttanlands

Goymslurnar av summum vápnum og lóðri hjá USA eru við at svinna

CNN skrivar at stóru og áhaldandi sendingarnar av vápnum til Ukraina byrja at síggjast aftur í vápnagoymslunum í USA. Serliga eru tað ávís sløg av vápnum og lóðri, sum eru undir trýsti.

Mynd: Sergei Supinsky/AFP/Getty Images

Mynd: Sergei Supinsky/AFP/Getty Images

2022-11-18 13:34 Author image
Jón Tyril

Meðan veturin byrjar at leggja seg yvir krígsrakta økið í Ukraina, er høvuðsveitarin av vápnum til annan partin við at koma undir trýst í sambandi við ávís sløg av dýraru vápnasløgunum og lóðri, sum skal sendast til Ukraina, siga tríggir embætismenn við beinleiðis vitan um málið við CNN.

Trýstið á vápnagoymslurnar - og førleikin hjá amerikanska ídnaðinum at nøtka tørvin - er ein lyklaavbjóðing, sum Biden-stjórnin stendur fyri, nú landið heldur á at senda fyri milliardir av dollarum av vápnum og lóðri til tess at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.

Eitt av embætisfólkunum segði, at at goymslurnar av ávívsum vápnasløgum “svinna” eftir at vápn eru send í stríðum streymum í higartil níggju mánaðir eftirsum at tað er ein “avmarkað nøgd”, sum USA hevur tøka at senda.

Millum tey vápnasløgini, har serligur ivi er um, hvørt amerikansku goymslurnar klára at metta Ukrainska tørvin, eru 155mm kanónlóður og akslahildnu Stinger loftverjurakettirnar, siga keldurnar við CNN.

Summar keldur stúra eisini fyri amerikanskari framleiðslu av øðrum vápnasløgum, harímillum HARM rakettir, GMLRS rakettir og tær handigu løttu Javelin anti-tanks rakettirnar – hóast USA hevur tikið stig til at økja um framleiðsluna av hesum og øðrum vápnaskipanum.

Hetta er fyrstu ferð í tjúgu ár, at USA ikki er í beinleiðis kríggi við annað land, eftir at USA tók seg úr Afghanistan og broytti sín leiklut í Irak til at vera ráðgevandi. Uttan tørvin at framleiða vápn til eitt kríggj, landið er beinleiðis við í, er framleiðslan minkað í nøgd, og er ikki nóg stór til at nøkta tørvin til eitt kríggj við tí styrki, sum talan er um, yvir longri tíð.

Embætisfólk úr verjuni siga at trýstið á goymslurnar ikki ávirkar tilbúgvingina og hvussu væl USA er fórt fyri at verja seg, skuldi eitt stríð tikið seg upp, har landið var partur.

Men álvarsemið við trupulleikanum elvir til kjak innanhýsis í verjumálaráðnum, siga embætisfólk við CNN. Meðan USA ikki kann senda hágóðskuvápn til Ukraina í óavmarkaða tíð, so er metingin, hvørt goymslurnar eru við at gerast ov lágar ein subjektivur spurningur, tí tað snýr seg um, hvussu stóran váða Pentagon er til reiðar at taka, segði ein yvirorðnaður verjuembætismaður við CNN.

Fleiri embætisfólk løgdu dent á, at USA fer ongantíð at seta sína egnu krígstilbúgving í váða, og at hvør einasta vápnasending er mett í mun til hvørja ávirkan hon hevur á strategisku vápnagoymslurnar og krígsætlanirnar hjá landinum. Bæði Lloyd Austin, verjumálaráðharri og formaðurin fyri ovasta krígsráðið, ‘the Joint Chiefs of Staff’, Mark Milley generealur, hava tætta umsjón við støðuni á amerikansku vápna- og lóðurgoymslunum, søgdu embætisfólkini.

Ein stór framleiðsluavbjóðing

Ein av orsøkunum til at stúrt verður fyri goymslunum, er at framleiðsluvinnan hevur ilt við at framleiða nóg skjótt til tørvin, siga keldurnar. Harumframt megna teirra europeisku sameindu ikki í nóg stóran mun at fylla uppaftur hjá Ukrainska herinum, uttan at koma í mangul sjálv.

“Tað gerst truplari og truplari,” segði kongresslimurin, Mike Quigley, sum er limir í fregnarnevndini (The House Intelligence Committee), við CNN. “Hetta er eitt kríggj, sum vit hildu fór at vera yvirstaðið eftir nøkrum døgum, men sum nú kann vara í áravís. Og í eini tíð har alheims veitingarketurnar eru við at detta sundur, er tað trupult hjá vestanlondunum at nøkta einum so stórum eftirspurningi.”

Pressuumboðið hjá Pentagon, Patrick Ryder, generalur, segði við CNN, at USA fer at halda á at stuðla Ukraina, “so leingi sum tað krevst,” og legði afturat, at ongar vápnaveitingar til Ukraina hava minka um hernaðarligu førleikarnar hjá USA.

“Eingin ivi um” at trýst er á goymslunum

Colin Kahl, sum er ‘undersecretary for policy’ hjá Pentagon, segði við tíðindafólk herfyri, at “tað er eingin ivi um” at vápnastreymurin til Ukraina setur trýst á goymslurnar og framleiðsluna hjá USA eins væl og tess sameindu.

Kahl legði afturat, at stuðulin, sum USA hevur veitt Ukraina, hevur ikki sett amerikanska herin í vanda í mun til aðrar møguligar støður í heiminum, men tað hevur víst okkum, at vit hava eitt arbeiði at gera til tess at tryggja, at framleiðsluliðið í vápnaídnaðinum er fimari og kvikari í vendingini í mun til støður sum taka seg upp.

Kjakið um vápnagoymslurnar tekur seg upp júst sum stjórnin skal biðja kongressina um meira pengar at nýta til vápn til Ukraina.

Ein trupulleiki, sum Biden-stjórnin kann renna seg í, er at republikanararnir hava fingið ræðið á umboðsmannatinginum, og fleiri republikanskir tinglimir hava sagt, at teir fara ikki at senda ein blankokekk til Ukraina, men heldur brúka pengarnar heima, hóast tann meira heykakendi parturin av flokkinum hevur vissað um, at ongar broytingar verða framdar í stuðlinum av Ukraina.

Kelda:

CNN - US is running low on some weapons and ammunition to transfer to Ukraine

***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Tú kanst hjálpa okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun. Stuðulin fer fyrst og fremst til at vit kunnu halda á, men eisini so vit kunnu víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald