Í eini hoyring í amerikansku kongressini varð Deborah Birx, sum var ovasti samskipari fyri kovidátøkunum undir Trump forseta, og limur í serliga kovid arbeiðsbólkinum undir Biden forseta, spurd, um stjórnin leyg ella gitti, tá sagt varð, at tey koppsettu ikki kundu smitta víðari. Tað var bygt á vónir, svaraði hon.
Tú kanst síggja orðaskftið millum tey bæði í videonum her. Niðanfyri er ein skjót umseting av orðaskiftinum:
Mr. Jordan: Tá ið stjórnin segði okkum, segði amerikanska fólkinum, at tey, sum vóru koppsett, ikki kundu fáa tað, var tað git ella var tað lygn?
Dr. Brix: Eg veit ikki. Tað einasta eg veit, er at har var próvtilfar frá heimsfarsóttini, at natúrlig endur-infektión hendi, og eftirsum koppsetingin var bygd á natúrligan immunitet, so ber ikki til at koma til niðurstøðuna, at koppsetingin fer at klára seg betur, enn natúrlig infektión, hóast hon kann ofta virka eitt sindur betur…..
Mr. Jordan: …eg meini, tú ert serfrøðingur, tú vart við í serliga arbeiðsbólkinum, tú vart partur av hesum átakinum, táið tú vart í seinastu umsitingini, og tú sigur í hesari umsitingini, at tú kanst ikki siga fyri vist, at stjórnin ikki leyg fyri okkum, tá hon segði, at tey koppsettu ikki kundu fáa virusin?
Dr. Birx: Eg kenni ikki til kjakini tey høvdu í serliga arbeiðsbólkinum, so eg kann ikki siga tær tað, eg kann siga tær sum familjulimur, sum hevði limir, sum vóru móttakiligir, at sjálvandi fingu vit øll koppsett, men vit nýttu framvegis fleiri løg av verju (layered protection) undir útbrotum, tí eg visti at koppsetingarimmuniteturin fór at fána, eins og natúrligur immunitetur fánaði, og har vóru prógv um at í Suðurafrika blivu fólk smittað fjórða hvønn mánaða.
Mr. Jordan: Vauv! Tá ið stjórnin segði okkum, at tey koppsettu ikki kundu smitta onnur, var tað ein lygn ella var tað eitt git? Ella er tað sama svarið?
Dr. Birx: Eg haldi tað var vón, at koppsetingin fór at rigga soleiðis. Og tað er grundin til at eg haldi at vísindafólk og leiðarar innan sjúkrarøkt altíð skulu sita við borðið og verða greiðir viðvíkjandi hvat vit vita og hvat vit ikki vita….
Mr Jordan: .. so.. men hetta er umráðandi fyri landið at vita, tá ið eg spyrji spurningin, tá ið stjórnin segði okkum, at tey koppsettu ikki kundu fáa tað, og eg spurdi teg, um tað var git ella lygn, so segði tú, at tað visti tú ikki. Tú sigur, at tú heldur tað var “vón”. So tað sum vit vita, er, at tað var ikki sannleikin. So antin var talan um git, lygn ella vón, tá tey samskiftu hasa vitanina út til tjóðina.
Hetta sum Dr. Birx sigur, er annars fult í tráð við tað, sum vit fyrr hava sæð og skrivað um, tá ið stjórin í CDC, Dr. Walensky, viðgekk, at tá sagt var, at koppsetingin var 95% effektiv, so var tað ikki bygt á kanningar hjá CDC ella FDA ella teirra eftirkanningar av tilfarinum frá koppsetingarframleiðaranum, men á eitt sjónvarpsinnslag á CNN, har eitt tíðindaskriv frá Pfizer var endurgivið við hesum pástandinum. Hon viðgekk í tí høpinum, at tey høvdu verið naiv og bygt sín politikk á vónir, heldur enn vísindalig fakta.
Walensky: “Eg kann siga hvar eg var, tá CNN-tíðindini komu um at koppsetingin var 95% munadygg. So mong av okkum vildu vera vónrík, so mong av okkum ynsktu at siga, okay, hetta er vegurin út, soleiðis, nú er liðugt. So eg haldi at vit høvdu kanska eitt sindur ov lítið av varsemi og ov nógv bjartskygni fyri at okkurt gott skuldi henda. Eg haldi vit øll veruliga ynsktu, at hetta skuldi verða liðugt.
Eingin tosaði um fáning, tá tú veitst, hesar koppsetingarnar fara at rigga. Ná vell, kanska tær fara at rigga, tær fara at fána.
Eingin segði, hvat um tað nú ikki er so virkið móti næsta variantinum”
Alt samskiftið millum Mr. Jordan og Dr. Deborah Birx kann síggjast her:
Greinin við Dr. Rochelle Walensky kann lesast her: Stjórin í CDC um koppseting: “Vit vóru ikki nóg varin og ov bjartskygd”
___
Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald