Uttanlands

Fyrrv. ísraelski forsætisráðharrin, Bennet: Vestanlondini steðgaðu friðaravtalu millum Russland og Ukraina

Í síni fyrstu almennu samrøðu síðani hann fór úr starvi, greiðir fráfarni forsætisráðharrin m.a. frá, hvussu hann hevði fingið Putin og Zelensky at geva seg so mikið, at friðaravtala kundi fáast í lag, tá ið vestanlondini valdu at blokera tilgongdina. Hann sigur eisini, at tað er víðkanin av NATO, sum er orsøkin til innrásina, at Putin lovaði honum ikki at drepa Zelensky, og at bæði Putin og Zelensky vóru pragmatiskir at samráðast við.

2023-02-06 18:24 Author image
Jón Tyril

Leygardagin legði Naftali Bennet, júst fráfarni forsætisráðharrin í Ísrael, eina samrøðu út á sín egna youtubevanga, har hann greiðir frá ymiskum, sum hendi í hansara embætissskeiði. Tað, sum helst hevur vakt mest ans, er hansara frágreiðing um friðarsamráðingarnar millum Ukraina og Russland, sum gingu fyri seg í Hvítarusslandi, har Bennet sjálvur virkaði sum semingsmaður.

Her eru nøkur av serliga áhugaverdu viðurskifunum, sum Bennet nevnir, og sum í fleiri førum ganga ímóti tí fatanini, miðlarnir á okkara leiðum geva okkum:

1. Bennet sigur her, at vestanlondini blokeraðu fyri friðaravtalununi. Hann helt tað vera skeivt tá, men heldur nú, at tað er ov tíðliga at siga, kanska var tað rætt, kanska var tað skeivt.

"Tey blokeraðu tað. Og eg helt tað var skeivt. Í baksýni, er tað ov tíðliga at vita."

2. Bennet sigur fleiri ferðir í samrøðuni, at Putin, sum Bennet hitti andlit til andlits, og hevði tætt samskifti við - valdi at gera innrásina vegna víðkanina av NATO og útlitini til at Ukraina skuldi gerast limur í hernaðarsamgonguni. Russiska perspektivið er sambært Bennet, at tá ið múrurin rapaði, gjørdi NATO eina avtalu við Russland, ikki at víðka felagskapin eystureftir og ikki at nerta londini, sum liggja uppat Russlandi. "Ikki koma við NATO, mínum fígginda ella mínum kappingarneyta, so hví skulu tit nú innlima Ukraina í NATO?" Og, sigur hann, søgan gongur djúpri, sum Bennet vísir á her, at USA hevur Monroe doktrinina, sum gongur meira enn 200 ár aftur, og sum sigur, at alt Norður- og Suðuramerika eru áhugaøki hjá USA - tað var hendan doktrinin sum lá aftanfyri, at USA helt seg hava rætt at biðja eitt nú Bretland og Frakland at halda seg burtur hagani. Á sama hátt, sigur Bennet, uppfatar Putin í vissan mun tingini. "Ikki koma her, hetta er mín bakgarður."

(Hetta sjónarmið er fult í tráð við tað, sum John Mearsheimer hevur víst á síðani langt áðrenn kríggið byrjaði, at kósin hjá vestanlondunum fór at enda við kríggi, tí sum fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Russlandi William Burns, segði, so var Natolimaskapur til Ukraina tann bjartasta av øllum reyðum strikum:

Ukrainian entry into NATO is the brightest of all redlines for the Russian elite (not just Putin),” William J. Burns, then U.S. ambassador to Russia and current CIA director, cabled from Moscow in 2008. “I have yet to find anyone who views Ukraine in NATO as anything other than a direct challenge to Russian interests.” WP))

Bennet leggur dent á, at bæði Putin og Zelensky vóru sera pragmatiskir, og báðir vóru so mikið hugaðir at gera eina friðaravtalu í byrjanini av krígnum, at teir slakaðu heilt nógv í sínum krøvum. Zelenskyy gekk við til at uppgeva Nato-limaskap, sum var orsøkin til at Russland var farið í kríggj, og Putin gekk við til at Ukraina skuldi sleppa at hava ein her, at verja seg sjálvt við, samstundis sum partarnir tingaðust um landøkið, sum kanska var truplasti knúturin at loysa. Bennet leggur dent á, at hann visti, at hetta var eitt avmarkað tíðarskeið, har til bar at fáa semju millum partarnar, tí so skjótt sum okkurt veruliga ógvusligt við mongum sivilum falnum kemur uppí, so gerst so mikið nógv truplari at finna semju. Sambært Bennet var Bucha, sum kom seinni, ein slík hending, sum ger tað sera trupult at venda aftur til samráðingarborðið.

Bennet sigur seg vita frá samráðingum m.a. millum palestinar og ísraelsmenn, at størsta forðingin fyri eini friðaravtalu er innanhýsis trýsti um ikki at geva mótpartinum ein sigur. Í hesum førinum var tað trupult hjá Zelenskyy at skriva undir, tí baklandið heldur at tað er at geva mótpartinum ein sigur. Putin dugdi sambært Bennet fullvæl at seta seg inn í politiskt avmarkaðu støðuna hjá Zelensky.

Her sigur Bennet, at báðir partar ynsktu eina vápnahvíld:

Bennett sigur her, at vesturlendsku leiðararnir kunnu býtast upp í teir, sum halda (hildu) at eitt drúgvari kríggj ikki gagnar nøkrum parti (hetta er sama niðurstøðan sum seinasta RAND frágreiðingin kemur til, og sum summi amerikansk bløð eru farin at tala fyri seinastu dagarnar) - her sigur hann at Scholz & Macron hoyra heima - og so á hinari síðuni slíkir sum Johnson, sum vildi hava kríggið at halda á fyri at revsa Russland. Biden hoyrdi til báðar bólkar, sigur hann

Tann parturin av samrøðuni, sum hevur fingið nógv mest uppmerksemi, er har Bennet greiðir frá, at hann spurdi Putin, um hann fór at drepa Zelensky. Putin segði, at tað fór hann ikki. Bennet fekk síðani Putin at geva lyfti, at hann fór ikki at drepa Zelensky, sum tá goymdi seg í einum loyniligum bunkara, ræddur fyri lívinum. Eftir at fundurin við Putin var lokin, ringdi Bennet til Zelensky og segði honum: "hann fer ikki at drepa teg". Zelensky spyr: "Ert tú vísur í tí?" Og Bennet svarar: "100% - hann fer ikki at drepa teg."

"Tveir tímar seinni sat Zelensky á skrivstovuni hjá sær aftur og filmaði seg sjálvan, har hann segði, at hann var ikki bangin fyri nøkrum."

Kelda: Naftali Bennet á Youtube - Bennet Speaks Out

Øll samrøðan er áhugaverd, men long. Um tú vilt hyggja bara at partinum um Ukraina / Russland so kanst tú byrja her:

Íblástur: Branko Marcetic á Twitter

Les eisini:

Video: Professari spáddi júst hvat fór at henda í Ukraina

Hví USA noyðist at trýsta fyri at fáa vápnahvíld í lag í Ukraina

Soleiðis saboteraði USA friðarheimildina hjá Zelensky

Jacques Baud: Hernaðarliga støðan í Ukraina - 1. partur: Leiðin til kríggj

Jacques Baud: Hernaðarliga støðan í Ukraina - 2. partur: Kríggið

Jacques Baud: Hernaðarliga støðan í Ukraina - 3. partur: Niðurstøður

Henry Kissinger mælir til friðarsemju í Ukraina fyri at sleppa undan heimskríggi

Fyrrv. amerikanskur senatorur og oberstur: “Vestanlondini leggja ikki petti í, hvussu mangir ukrainar doyggja”


***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo

Vit hava valt ikki at hava lýsingar ella haldaragjald á síðuni fyri at tíðindi frá okkum kunnu síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin liva vit av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning. Um tú eisini heldur tað, so ert tú hjartaliga vælkomin at hjálpa okkum at fíggja arbeiðið við at lata antin eina fasta ella eina eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald