Danielle Smith, sum kortsíðani var vald sum premierur í Alberta í Kanada (premierurin er stjórnarleiðari ella tað sama sum forsætisráðharri í hvørjum av teimum 13 landslutunum í Kanada), bað á tíðindafundi vegna myndugleikarnar í Alberta øll tey ókoppsettu um umbering, hetta skrivar kanadiski miðilin Rebel News.
Rebel News-tíðindakvinnan Selene Galas spurdi nýggja forsætisráðharran, Danielle Smith, nær tey ókoppsettu, sum vóru kúgað av myndugleikunum, fóru at fáa eina umbering.
Sambært Rebel News hevði Smith, sum eisini er leiðari fyri konservativa flokkin í landslutinum, undir valstríðnum at gerast forsætisráðharri, lovað at gera júst tað.
Og hon gjørdi skjótt av, eftir hon var spurd:
“Eg kann biðja um umbering nú! Eg eri sera kedd vegna øll sum av órøttum hava verið fyri mismuni orsakað av teirra koppsetingarstøðu. Eg eri sera kedd um øll tey sum vóru í starvi hjá statinum, sum vóru søgd úr starvi, tí tey ikki vildu lata seg koppseta, og eg bjóði teimum øllum vælkomnum aftur í starv, um tey ynskja tað,” segði Smith m.a.
Harumframt ætlar forsætisráðharrin í Alberta at fara eitt stig víðari og geva øllum, sum fingu dóm vegna strongu koronukrøvini, grið.
“Eg noyðist at leita mær løgliga ráðgeving í hesum málinum, so eg veit, hvussu vit kunnu fara víðari. Men mín fatan er, at hetta var politiskar viðtøkur,” segði forsætisráðharrin eisini. Sí video her:
Sambært Rebel News er Alberta fyrsti landsluturin í Kanada, kanska í heiminum, sum biðjur sínar ókoppsetu borgarar um fyrigeving fyri at hava sett teir út fyri mismuni.
Danielle Smith hevur áður sagt, at tey ókoppsettu eru tey, sum í hennara livitíð hava verið fyri ringasta mismuninum.
Spurd hvussu hon ætlar at verja rættin at velja koppseting til ella frá (vaccine choice) undir mannarættinalóggávuni, svaraði hon:
“Eg haldi, at eg síggi soleiðis upp á tað, at tann samfelagsbólkurin, sum fekk sítt frælsi mest avmarkað hetta seinasta árið, var tey, sum valdu ikki at lata seg koppseta. Eg haldi ikki, eg nakrantíð hava upplivað eina støðu í mínari livitíð, har sum onkur varð koyrdur úr starvi, ella ikki slapp at hyggja meðan børnini hjá sær spæla hockey, ella ikki fekk loyvi at vitja ein av sínum kæru í langtíðarrøkt ella á sjúkrahúsi, ella ikki slapp at fara við flogfarinum, tvørturum landið at vitja familju ella at at ferðast út um landamarkið. So tey hava verið tann samfelagsbólkurin, sum hevur verið fyri mesta mismuninum, sum eg nakrantíð havi verið vitni til, og tað er eitt rættiliga ekstremt støði av mismuni, sum vit hava sæð. Eg lítisgeri ikki mismun, sum aðrir bólkar hava verið fyri, men hetta hevur verið eitt heilt serligt tíðarskeið, hetta seinasta árið serliga, og eg vil hava at fólk skulu vita, at eg haldi ikki tað kann góðtakast. Og at vit fara ikki at skapa eitt samfelag, sum er sundurbýtt vegna medisinsku valini, fólk gera.” (sí video)
Keldur:
Rebel News - Alberta premier apologizes to unvaccinated citizens, considers dropping all lockdown prosecutions
Steigan - Canadisk politiker ber om unnskyldning for vaksinetyranni – «kanskje den første i verden»
***
Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út við at stuðla okkum - antin við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald