Innanlands

Føroyar, ein fyrimynd í kovidpolitikki

Bretski netmiðilin, Daily Sceptic, tekur Føroyar fram sum eitt fyridømi fyri, hvussu skynsamur politikkur kann samtykkjast í kreppustøðum sum koronufarsóttini

2022-03-09 13:25 Author image
Jón Tyril

Greinin vísir á, at í Føroyum hava myndugleikarnir valt eina aðra kós enn í flestu øðrum londum, við undantaki av Svøríki, sum eisini hevði eina meira pragmatiska tilgongd enn tey flestu. Greinin nevnir at Føroyar einans læstu niður í eitt stutt tíðarbil og at hendan niðurlæsing, saman við stórt sæð øllum øðrum tiltøkum í landinum, bygdi á tilmælir og sjálvboðið lýdni, heldur enn kravboð og tvingsil.

Tosað verður við Jón Tyril, sum fortelur, at tá ið ætlanin var at seta nýggju donsku epidemilógini við víðkaðum heimildum til løgreglu og heilsumálaráð í gildi í Føroyum, so gjørdi hann eitt átak fyri at steðga tí. Jón skrivaði til allar politikkarar og fólk í politiska systeminum, sum hann hevði samband við og heitti á tey um ikki at samtykkja donsku lógina, sum bygdi á kravboð og vald, men heldur at velja eina kós, ið bygdi á samstarv og álit.

Daily Sceptic vísir eisini til prát við Jenis av Rana, uttanríkis og mentamálaráðharra. Jenis vísir á týdningin av at børn kunnu hava frælsi til at liva eitt so vanligt lív sum gjørligt, tí hetta er avgerandi fyri teirra menning og trivnað. Jenis fortelur eisini, at hann valdi ikki at lata seg sjálvan koppseta fyri kovid, og tann avgerðin bygdi á 35 ára royndir sum lækni. Tíðin hevur tíðiliga prógvað, at tað var ein røtt avgerð, heldur greinskrivarin.

Miðilin hevur eisini brot úr eini samrøðu við Kaj Leo Holm Johannessen, fyrrv. løgmann og núverandi heilsumálaráðharra. Kaj Leo verður m.a. endurgivin fyri at siga, at tað er trupult at gera av, hvør er deyður av og hvør er deyður við koronu, tí tað skal ein líkskurður til.

Greinin fortelur um prinsipiellu avgerðina hjá kommunufelagnum, um at tey eldru skuldu ikki aftur avbyrgjast, sum tey vóru fyrstu tíðina í farsóttini. Eisini nevnir greinin, at hóast farsóttarnevndin mælti til at nýta andiltsmaskur, so tók føroyska stjórnin ikki undir við tí, og tað bleiv sostatt ongantíð eitt alment tilmæli.

Samanborið verður millum Føroyar og Ísland og víst verður á, at hóast Ísland hevði munandi strangari tiltøk stóran part av tíðini, so er at kalla eingin munur á, hvussu londini hava klárað seg viðv. smittutølum fyrsta partin av farsóttini.

Nomið verður síðani við, at í Íslandi var ein trímannanevnd, sum at kalla einsamøll gjørdi av øll smittuverjandi átøk, meðan ráðharrarnir bara “blástemplaðu” átøkini.

Greinin tekur samanum, at føroysku myndugleikarnir ikki fullu fyri freistingini at spæla uppá irrationellan ótta og at nýta ræðumyndir fyri at fáa fólkið at akta, eins og myndugleikarnir í flestu øðrum londum gjørdu. Ístaðin høvdu føroysku myndugleikarnir nóg gott sjálvsálit og virðing fyri faktagrundaðari støðutakan og dugu at taka atlit til tað neyðugu heildina, tá teir stóðu fyri einari akuttari kreppustøðu. Og til seinast heldur greinskrivarin, at føroyski mátin at handfara farsóttina vísur, hvussu umráðandi tað er, at fólkavald umboð taka beinleiðis ábyrgd fyri allar avgerðir, heldur enn at leggja tær út til embætisfólk, sum ikki standa til svars fyri veljarum. Hetta er kanska mest umráðandi lærdómurin, vit kunnu læra frá lítlu Føroyum, endar høvundurin.


Tað er íslendingurin Thorsteinn Siglaugson, ið hevur skrivað greinina fyri Daily Sceptic

Greinin omanfyri er ein samandráttur. Upprunagreinin kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald