Uttanlands

Forbes: Handilstiltøkini hjá vestanlondunum móti Russlandi raka okkum aftur í høvdið - ein heimsumfatandi orku- og matvørukreppa á veg

Russland er ikki Kuba, Norður Korea, Iran ella Venesuela, men ein høvuðsframleiðari av heimsins matvørum, handilstøðum, metalli og brennievni. Russland hevur staðið ímóti handilstiltøkunum, takkað verið samhandilin við Kina, India og Europa, sum ikki kann vera russiskar vørur fyriuttan. Heldur ES á við at nokta fyri samstarvi við Russland, so kann hetta at elva til eina “flóðaldu av húsagangum” og vera eitt álvarsligt slag móti europeiska búskapinum, sigur greinari hjá Forbes.

2022-05-28 18:08 Author image
Jón Tyril

Tilak Doshi, sum greinar orkubúskaparligar spurningar og avleidd politisk viðurskifti fyri Forbes, hevði eina áhugaverda greining um handilstiltøkini móti Russlandi og avleiðingarnar av teimum, hósdagin 26. mai. Meginparturin av greinini er endurgivin í umsettum líki her:

Vit liva í “áhugaverdum tíðum”, sum kinesiska banniorðið vil vera við:

“Russiska kríggið móti Ukraina kann gerast heimsins ringasta orkukreppa síðani sjeytiárini, sigur ein av fremstu búskaparsøgufrøðingunum”, Business Insider, 4. mars.

“‘Ringasta kreppa síðani annan heimsbardaga’: Týskland fyrireikar seg til handilsbann móti russiskum gassi”, Financial Times, 21. apríl

“‘Apokalyptiskt' matvørutrot hóttir, sigur guvernørurin fyri Bank of England”: Sydney Morning Herald, 17. mai

“49 milliónir fólk í 43 londum eru eitt fet frá hungursneyð, ávarar ST-aðalskrivarin í briefing til trygdarráðið viðv. kríggi, matvørutrygd”, United Nations, 19. Mai

Putin má frá

Eftir at Russland hevði gjørt innrás í Ukraina hin 24. februar, settu USA, Stóra Bretland og Europeiska Samveldið saman við sínum næstu sameindu hitt mest umfatandi búskaparliga álop uttan líka, sum er framt móti einum fullveldislandi í nýggjai søgu, í verk. Samgongan av vestanlondum ognartók helvtina av útlendis tøkupeninginum, sum Russiski Miðbankin hevði á kontum uttanlands – tilsamans áleið 650 milliardir dollarar — og steðgaðu atgongdini hjá fleiri av lyklabankunum í Russlandi at altjóða SWIFT gjalds-skipanini. Hetta fíggjarliga kríggið móti Russlandi skuldi eftir ætlan leggja Russiska búskapin lamnan, fáa rupulin at smokka saman og vónandi elva til stjórnarskifti, soleiðis at Vladimir Putin forseti kundi vera settur frá. Amerikanski forsetin, Joe Biden, segði "Putin má fara frá" í sínum óskriptaðu viðmerkingum, og fyri ikki at standa aftanfyri forsetan, so segði ein amerikanskur senatorur enntá at tað var fínt um onkur bara myrdi Putin forseta. Hetta fekk straks eitt heppikór við sær undir leiðslu av viðmerkjarum í fjølmiðlunum.

Fíggjarligu revsitiltøkini høvdu beinanvegin virknað, og russiski rupulin fell við næstan helvtini av virðinum, niður á 136 ruplar fyri ein dollara, í mun til áleið 70 ruplar fyri dollaran áðrenn innrásina. Virðisbrævamarknaðurin í Moskva varð stongdur og tað tóktist sum at russiski búskapurin fór at sorast sundur eftir stuttari tíð. Men tað løgna hendi, at rupulin kom skjótt upp aftur og styrknaði upp um støðið, hann hevði havt framan undan innrásina. Fríggjadagin varð rupulin handlaður fyri 61,5 ruplar fyri dollaran, og er nú tað gjaldoyra í heiminum, sum hevur klárað seg best ímóti dollaranum í 2022. Virðið á ruplinum er ikki eitt fullnøktandi mát fyri, hvussu Russland klárar seg búskaparliga, men onnur viðurskifti, so sum at miðbankin nýliga lækkaði rentuna frá 17 % til 14 %, og framhaldandi góða gongdin í smánýtslu (retail spending) á kaffistovum, barrum og matstovum, benda á, at russiski búskapurin klárar at halda stand, hóast viðfevndu fíggjarligu tiltøkini frá vestanlondunum.

Russland er ikki Kuba, Norður Korea, Iran ella Venezuela. “Serfrøðingar”, sum verða nógv endurgivnir í miðlunum, vísa á, at russiska BTÚ er samanberiligt við búskaparliga dólgin í ES, Spania, sum um at tað forklárar mørkini fyri møguleikarnar hjá Russlandi í geopolitiskum viðurskiftum. Men Russland er landafrøðiliga størsta tjóð á jørð við 140 milliónum íbúgvum yvir 11 samanhangandi tíðarsonur. Tað hevur heimsins triðja máttmiklasta her og ræður yvir størstu goymslunum av kjarnorkuvápnum. Mest av øllum er tað ein risi í vøru- og rávøru-útflutningi. Ambrose Evans-Pritchard frá The Daily Telegraph kallar Russland fyri “eitt fullkomið stórveldi innan rávøru og framleiðslu, sum er minni viðbrekið enn Europa sjálvt” (en: “a full-spectrum commodity superpower, less vulnerable to sanctions than Europe itself”).

Russland er ein av stóru matvøruframleiðarunum, heimsins triðjistørsti hveiti framleiðari og fremsti netto útflytari. Landið er eisini heimsins størsti útflytari av kunsttøðum og er numar trý innan aluminiumsútflutning og nummar fýra millum heimsins størstu jarn og stál útflytarar (alt eftir um ES skal roknast undir einum ella ikki á listanum). Russland er eisini ein leiðandi útflytari av týðandi ídnaðarmetallum sum palladium, platin, nikkil og kopar, sum eru avgerandi fyri ætlanirnar hjá vestanlondunum um at náa grøna “orkuskiftið” til varandi orku so sum vind- og sólorku og eldrivin akfør. Mest týðandi av øllum, er Russland ein tungvektari í útflutningi av fossilum brennievnum á heimsmarknaðinum. Vit skulu minnast til at fossil brennievni framvegis standa fyri 80 % av heimsins orkunýtslu. Russland er heimsins størsti útflytari av natúrgassi, og heimsins næststørsti útflytari av olju (eftir Saudi Arabia) og triðji størsti kolútflytari (eftir Australia og Indonesia).

[object Object]

Russland hækkar rupla-verjuna

Sum aftursvar til “shock and awe” (áleið: skakan og ræðsla) fíggjarligu handilstiltøkini, sum vóru sett í verk móti Russlandi, skrivaði Putin forseti hin 31. mars undir eina kunngerð, sum segði at “óvinarlig” lond – tað eru tey, sum hava sett einvegis handilstiltøk í verk ímóti Russlandi – skuldu rinda fyri gass í ruplum. ES leiðararnir mótmæltu, og søgdu at kravið um “ruplar fyri gass” var “brot á sáttmálaviðurskifti”. Líkt er til, at ognartøkan av russiska tiltakspeninginum vestanfyri ikki var sáttmálabrot, eftir teirra tykki. Amerikanska umsitingin himpraðist heldur ikki við at nýta støðuna hjá dollaranum sum vápn til tess at trýsta Russland út úr altjóða fíggjarkervinum.

Tveir mánaðir eftir at ES-leiðararnir noktaðu at ganga við til “ruplar fyri gass” ætlanina, eru í minsta lagið tjúgu europeiskir gass-innflytarar, harímillum leiðandi feløg sum ENI, Uniper og OMV, sum hava stovnað kontur hjá GazpromBank fyri at kunna rinda í ruplum, og har eru fjúrtan aðrar umbønir um líknandi skipanir við bankan. Russland steðgaði gassveitingum til Pólands og Bulgaria í apríl og til Finnlands fríggjadagin í seinatsu viku, tí tey ikki vildu gjalda fyri sínar gassveitingar í ruplum. Eftir vikur við noktandi ráðum úr Brússel, so gav ES brádliga loyvi til at limalondini kunnu rinda fyri Russiskt gass við ruplum.

Um vit hyggja at oljumarknaðinum, so hava USA, Bretland, Kanada og Australia bannað ráolju úr Russlandi. ES londini, ið eru munandi meira bundin at russiskum oljuvetingum, hava hinvegin ikki sett bann í verk. Umleið 27 % av innfluttu oljuni í ES kemur úr Russlandi. Hin 4. mai skeyt ES upp at seta bann ímóti innflutningi av russiskari olju, at koma í gildi frá nýggjárinum, men eydnaðist ikki við at fáa semju, tí Ungarn nýtti sýtingarrættin. Og ímeðan ES-havnir eru læstar fyri russiskum oljutangaskipum, so hava reiðarar úr Grikkalandi trífaldað sín part av flutninginum av russiskari olju í apríl, samanborið við miðal fyri 2021. Sterki lobby-felagskapurin hjá griksku reiðarunum hevur trýst ES at sleppa handilsbanninum móti russiskari olju, sum verður útflutt til triðjalond.

Enn hevur virknaðurin av handilstiltøkum móti russiskari olju í stóran mun ikki rinið við. India, og í minni mun Kina, hava ognað sær bíliga russiska ráolju, sum vestanlondini ikki hava viljað havt. India stendur nú fyri umleið 10 % av russiska oljuútflutninginum, frá nærum null fyrst í 2022. Tá ið vit vóru komin inn í fyrstu vikuna í apríl, var russiski oljuútflutningurin á sama støði, sum undan innrásina. So hvørt sum prísirnir á brennievni, mati og handilstøðum eru farnir upp eftir handilstiltøkini móti Russlandi, so er eisini russiska handilsyvirskotið meira enn trífaldað fyrstu fýra mánaðirnar í ár til 95,8 milliardir dollarar.

…Og Europa velur búskaparligt sjálvmorð

ES er bundið at Russlandi at til veita sær meira enn 40 % av sínum natúrgassveitingum, meðan Týskland er enn meira bundið at russiskum veitingum við áleið 50 – 60 %. Tíðliga í mars var eitt uppskot frammi, sum skuldi undirgrava fíggjarligu møguleikarnar hjá Russlandi at kríggjast í Ukraina, við at leggja avmarkingar á mest týðandi orku- og rávøru-útflutningin. Europa Kommissiónin almannakunngjørdi sínar ætlanir at minka bundinskapin av Russiskum gassi við tveimum triðjingum í ár, og heilt at enda hendan bundinskap av russiskum brennievni "væl áðrenn 2030". Hetta er ein møtimikil uppgáva, hvussu so víkir og vendir. Eins og ætlanirnar um “Grøna sáttmálan” (Green Deal), ið skal fáa ES niður á “null nettoútlát í 2050” (net zero by 2050), so er lítil møguleiki fyri at hetta kann náast, um so er at fysisku og búskaparligu lógirnar hava nakað at skula hava sagt.

Europa hevur einki alternativ til at brúka milliardir av evrum hvønn mánað til russiskt natúrgass næstu 3 til 5 árini. Loysnir sum skulu hækka um útboðið taka fleiri ár at menna, herundir neyðugi LNG infrastruktururin og alternativir veitarar við neyðugum kapasiteti so ES kann náa sínum málum. Ímeðan hava týsku leiðararnir einans “tiltøk sum viðvíkja eftirspurninginum” (demand side measures) at týggja til. Á vanligum máli merkir hetta: “spennið reimarnar”.

Týski Bundesbankin segði seint í apríl, at í eini “ógvusligari kreppu, hevði veruliga BTÚ í ár fallið við nærum tveimum prosentum samanborið við 2021," og at “inflatiónsstøðið vildi verið munandi hægri í eitt longri tíðarskeið" eftir eitt handilsbann. Ein nýggjari greining av avleiðingunum av einum handilsbanni móti russiskum gassi til Týsklands metti, at eitt slíkt fór at minka um BTÚ-ið við upp til 12 prosentum í 2022. Manfred Knof, stjóri í Commerzbank – næst størsta privata bankanum í Týsklandi – ávaraði, at ein “flóðalda av húsagangum” kundi bróta oman yvir stórsta framleiðslumiðdepilin í Europa, so hvørt sum váðin fyri stagflation veksur orsaka av vesturlendsku handilstiltøkunum móti russiskum orkuútflutningi.

Boomerangin hjá Medvedev

“Heimsumfevnandi tiltøkini” móti Russlandi, sum fjølmiðlarnir tosa so nógv um, eru als ikki tað: allarflestu londini uttanfyri transatlantisku samgonguna millum USA, ES og teirra tættastu sameindu, hesi telja yvir 80 % av fólkunum í heiminum, hava ikki tikið lut í handilstiltøkunum móti Russlandi. Tann“sláandi semjan um endamálið” millum USA og Europa um tiltøkini móti Russlandi hava lítið at siga fyri stjórnirnar í miðeystri, asia, afrika og latín amerika, sum hava sett sær fyri at stýra sum frægast í einum heimsbúskapi, sum sær meira og meira út til at fara í tvíningar. Sláandi semjan er heldur ikki serliga sjónlig í misseydnaðu royndunum hjá ES at fáa semju um handilsbann móti russiskum orkuútflutningi.

Dmitry Medvedev, fyrrverandi forseti Russlands og núverandi næstformaður fyri russiska trygdarráðið, skrivaði á Telegram: “Bert fáar vikur eftir at “helvitisligu” handilstiltøkini móti Russlandi vóru sett í verk, sær tað út til, sum væntað, at tey raka vestanlondini aftur í høvdið.” Fyri leiðandi menningarlond so sum Brasilia, India, Kina og Suður Afrika, er tað eins týðandi at verja frælsið at handla við eitt stórveldi innan rávørur og framleiðslu sum Russland, sum tað er at tryggja sær, at tey ikki vera næsta offrið hjá globaliserandi vestanlondunum, tá ið tey sveiggja sítt yvirharradømi yvir heimsins fíggjarstovnum næstu ferð. Meðan búrokratarnir í Brússel og Washington DC trýsta sínar ynskidreymar um varandi orku fram, so noyðist restin av heiminum at halda fram við dagliga arbeiðinum at fáa endarnar at røkka saman.

Kelda: Forbes - Watch Western Sanctions On Russia Boomerang: A Global Energy And Food Crisis In The Making

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald