Uttanlands

Fleir gerast sjúk og doyggja - lækni rópar varskó

NRK skrivar at mong sjúkrahús rópa varskó um vaksandi tal av sjúklingum, sum ikki eru sjúkir av koronu, samstundis sum deyðstølini í Norra og Europa hækka.

FOTO: JAN-ERIK WILTHIL / NRK

FOTO: JAN-ERIK WILTHIL / NRK

2022-10-28 02:11 Author image
Jón Tyril

“Eg eri stúrin. Longu nú hava vit so nógvar sjúklingar, sum vit ikki høvdu roknað við fyrr enn í 2025,” greiðir leiðarin í Norsk Forening for Akutt- og Mottaksmedisin, Jørn Einar Rasmussen, frá.

Hann arbeiðir dagliga sum bráðmóttøkuserfrøðingur við Drammen sykehus. Nú sær hann eina órógvandi gongd.

– Ikki kovidsjúk

– Vit hava ongantíð færri enn 100 sjúklingar um dagin. Tað eru vaksin fólk við øllum møguligum sjúkum og líðingum. Vit skilja ikki hví, sigur Rasmussen.

Hann hevur verið í sambandi við fleiri bráðmóttøkur í landinum.

Allar siga frá um óskiljandi vøkstur í tali av sjúklingum. Teir fægstu eru sjúkir av kovid.

– Tað eru ikki nakrar ávísar sjúkur, sum vísa seg nakað serligt. Tað elvir til stúran, sigur Rasmussen.

Nú rópar bráðmóttøkuserfrøðingurin varskó til heilsumyndugleikarnar.

– Vit síggja, at tað er neyðugt at siga frá hesari gongdini. Um hetta heldur á, so kunnu sjúkrahúsini koma undir trýst í framtíðini.

Fleiri sum doyggja

Samstundis økist talið av teimum, ið doyggja. Í Norra er deyðatíttleikin øktur við meira enn 10 prosentum higartil í ár.

– Hetta er meira enn vit høvdu roknað við. Tølini eru partvíst óskiljandi, sigur fólkahagtalsfrøðingurin, Anders Sønstebø, frá Statistisk sentralbyrå.

Higartil í ár eru skrásett 3250 fleiri andlát, samanborið við sama tíðarskeið í 2019.

Tølini vísa, at andlátini í stóran mun eru millum tey elstu. 

Tó er yvirdeyðiligleikin so høgur, at hagfrøðingurin rukkar brýnnar.

– Eg haldi at vit kunnu verða noydd at tillaga væntaða lívsævi niðureftir fyri bæði kyn í 2022, sigur Sønstebø.

Í so fall er hetta fyrstu ferð í 25 ár. Væntað lívsævi hjá monnum er hækka stútt síðani 1997.

Og støðan er ikki serlig fyri Norra. Tøl frá Eurostat, sum er europeiska hagstovan, vísa, at deyðatíttleikin er munandi øktur í fleiri londum.

NRK hevur eisini tosað við varastjóran í Helsedirektoratet, Espen Rostrup Nakstad. Hann heldur tað er umráðandi at fólk lata seg koppseta bæði fyri kovid og influensu, tí vandi er fyri at fólk kunnu verða rakt av báðum sjúkum.
Nakstad heldur eisini at mongu andlátini eru eftirvirkningar frá kovid farsóttini, m.a. tí Norra, eins og vit, upplivdi undir-deyðiligleika í 2020, og nú javnar tað seg út, sambært honum. Hetta er eitt sjónarmið, sum vit eisini hava hoyrt Pál Weihe vera frammi við í Føroyum.

Les alla greinina á NRK - Flere blir syke og dør – lege slår alarm

Vit skrivaðu herfyri um øktan deyðatíttleika í Europa. Tann greinin kann lesast her:

Í ES er ovurdeyðiligleikin fyri juli omanfyri 16%, í Íslandi meira enn 55%

***

Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út fólk. Stuðla okkum antin við eini fastari flyting ella eini eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald