Uttanlands

Fimmfalt prikaði CDC-stjórin hevur aftur fingið kovid

Stjórin fyri amerikanska CDC, sum hevur fingið 5 prik, og tók antivirala heiligvágin Paxlovid, hevur aftur nú fingið staðfest kovid-19. Seinast hon testaði positivt var 10 dagar framanundan. Walenski er langt frá einasta høgt setta og væl koppsetta heilsustarvsfólkið, sum upplivir at fáa kovid fleiri ferðir innan stutta tíð.

Fimmfalt prikaði og Paxlovid-viðgjørdi stjórin fyri CDC, Rochelle Walensky

Fimmfalt prikaði og Paxlovid-viðgjørdi stjórin fyri CDC, Rochelle Walensky

2022-11-03 18:57 Author image
Jón Tyril

Stjórin fyri amerikanska CDC (miðstøðir fyri sjúkueftirlit), Rochelle Walensky, fekk aftur staðfest kovid-19 sunnudagin. Seinast hon testaði positivt var 10 dagar framanundan. Walenski er langt frá einasta høgt setta og væl koppsetta heilsustarvsfólkið, sum upplivir at fáa kovid fleiri ferðir innan stutta tíð.

Walensky hevði mild sjúkueyðkenni sunnudagin og fór síðani í avbyrging í heimi sínum í Massachusetts, upplýsti CDC mánadagin.

Seinast 53 ára gamla Walensky, hevði kovid-19, var hin 21. oktober í ár. Hon tók tá eina 5 daga viðgerð við heiligváginum, Paxlovid, frá Pfizer og fekk ein negativan test aftaná. Men hennara sjúkueyðkenni komu aftur, og Walensky fór tískil aftur í avbyrging, har hon arbeiðir heimanífrá og heldur fundir yvir netið, segði CDC.

Paxlovid skal sambært framleiðaranum vera munadygt at forða fyri álvarsamari sjúku og deyða millum tey, ið eru í vandabólki, so sum gomul fólk, og tey, ið hava niðursetta immunverju.

Men heiligvágurin sær sambært kanningum út til at hava millum líttlan og ongan fyrimun fyri ung vaksin.

Nøkur teirra, ið taka heilivágin, uppliva at fáa sjúkeyðkennini aftur, nakrar dagar eftir at hava tikið ein fimm-daga kur við Paxlovid- tablettum. Hetta kallast rebound effekt, men skal sambært Pfizer bert koma fyri í 1-2% av førunum. Tað tykiskt tískil vera ein sera óheppin tilvild, at tey kendastu fólkini, sum hava staðið fyri stríðnum ímóti kovid í USA, Biden forseti, Anthony Fauci og nú Rochelle Walensky, øll hava upplivað rebound aftan á Paxlovid.

Embætisfólk úr CDC søgdu, at Walensky hevði móttikið allar sínar koppsetingar, í alt fimm prik. Søgan sigur ikki nakað um, hví tann fimm-falt koppsetti stjórin fekk heiligvágin Paxlovid, sum fyri tað mesta bert verður givin eldri og sera sjúkum fólkum, ið eru í vanda fyri at vera løgd inn á sjúkrahús.

Síðsta ár helt Walensky uppá, at tey, ið høvdu latið seg koppseta móti kovid, hvørki vildu bera virusið víðari ella blíva sjúk av kovid.

Les eisini um hin ferfalt koppsetta stjóran í Pfizer, sum var sjúkur tvær ferðir innan stutta tíð: Stjórin í Pfizer hevur aftur nú fingið kovid,

og um høvuðssamskiparan av kovidtiltøkunum í USA: Fyrrv. samskiparin av kovidátøkunum hjá am. stjórnini viðgongur: Páhaldini um koppsetingarvirknað, vóru bygd á vónir, ikki vísindalig fakta (video).

Og í tráð við tað: Stjórin í CDC um koppseting: “Vit vóru ikki nóg varin og ov bjartskygd”
Les eisini tað sum Fortune skrivar um nýggju prikini: Stórar vónir vóru til nýggju omikron-boostararnar, men teir rigga kanska ikki betur enn originalarnir.
Og visti tú, at nýggju koppsetingarnar einans eru kannaðar á 8 mýs?

Kann ein forkláring uppá alla hesa endursmittuna upp í saman vera hendan?: Kovid-koppseting oyðileggjur natúrligan immunitet, vísir gransking kunngjørd í NEJM

Og kanska tað mest umráðandi, er at lesa viðmerkingarnar hjá einum av fremstu koppsetingarserfrøðingunum í ríkinum um nýggju koppsetingartilmælini: Christine Stabell Benn, professari og koppsetingargranskari, sigur, at tað gevur onga meining at koppseta øll omanfyri 50 ár, sum longu hava verið sjúk, eins og gjørt verður í Danmark (og Føroyum).

Keldur til greinina omanfyri:

ABC News - CDC director tests positive for COVID again

CNN - Fauci says his Covid rebounded after Paxlovid

NBC News  - Biden tests positive for Covid again, has Paxlovid rebound and no symptoms, doctor says

Frettin - Fimmsprautaður forstjóri Sóttvarnarstofnunar Bandaríkjanna aftur með Covid

***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger stóran mun fyri at vit kunnu halda á, víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald