Reuters skrivar at Meta, ið er móðirfelagið hjá m.a. Facebook og Instagram, nú loyvir brúkarum at eggja til dráp á russisku og hvítarussisku forsetarnar, umframt at eggja til harðskap móti russiskum hermonnum í sambandi við innrásina í Ukraina.
Hetta vísa innanhýsis teldupostar, sum Reuters hevur sæð, og sum broyta reglurnar fyri haturstalu á sosialu pallunum.
“Sum úrslit av russisku innrásini í Ukraina hava vit fyribils givið loyvi til mátar at úttrykkja seg politiskt, sum vanliga vildu verið brot á okkara reglugerð, so sum at eggja til harðskap ella “deyða yvir áloypandi russisku hermennirnar.” Vit loyva tó framvegis ikki ítøkiligum áheitanum um harðskap móti russiskum sivilfólki” segði ein talsmaður fyri Meta sambært Reuters.
Russiska sendistovan í USA hevur síðani kravt at myndugleikarnir í Washington steðga “ekstremistiska virkseminum” hjá Meta. “Brúkarar av Facebook og Instagram hava ikki givið hesum feløgunum rættin til at gera av, hvat er sannleiki, og at venda einari tjóð móti aðrari”, skrivar sendistovan m.a. á Twitter.
Broyttu fyribilsreglurnar um loyvi at eggja til harðskap móti russiskum hermonnum og leiðarunum í Russlandi og Hvítarusslandi eru galdandi í Armenia, Azerbadjan, Estlandi, Georgia, Ungarn, Letlandi, Litava, Pólandi, Rumenia, Russlandi, Slovakia og Ukraina, sambært einum av innahýsis teldupostunum.
Í seinastu viku bannaðu myndugleikarnir í Moskva Facebook sum eitt aftursvar til at feløgini sambært teimum avmarka møguleikarnar hjá brúkarum at fáa atgongd til russiskar miðlar.
Fleiri av stóru sosialu miðlaplattformunum hava í seinastuni lýst nýggjar reglur fyri hvat innihald er loyvt í samband við kríggið. Herundir eru russiskir miðlar sum Russia Today og Sputnik bannaðir í ES-londunum.
Amerikanski miðilin The Intercept visti eisini at siga, at Meta, nú sum nakað nýtt, loyvir rósi av høgravíðgongdu Azov-brigaduni, sum vanliga er ólógligt.
Eitt talsfólk fyri Meta segði, at felagið “í løtuni ger smá undantøk, soleiðis at loyvt er at rósa Azov-brigaduni í sambandi við verjuna av Ukraina, ella fyri teirra lut sum partur av Ukrainsku Tjóðarhirðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald