Eysturríki og Ungarn hava tikið eina greiða støðu viðvíkjandi krígnum í Ukraina. Hvørki av londunum ynskir at senda vápn til stríðsøkið, hetta fyri at sleppa undan enn meira herðing av stríðnum, segði Szalay-Bobrovniczky á felags tíðindafundinum.
Vit eru í parti við friði, og Eysturríki er hernaðarliga óheft, legði Szalay-Bobrovniczky dent á, samstundis sum vit vilja veita humanitera hjálp til flóttar frá krígnum. Tætt samstarv er tað týdningarmesta, tí “vit liva í vandamiklum tíðum,” segði hann víðari.
Sambært Tanner er størsti vandin, at kríggið kann spjaða seg til Europa, sum ikki einans hevði verið ein spurningur um konventionelt kríggj, men eisini eitt samanspæl við hybrid kríggj og vøkstur í fólkaflytingum sum heild.
“Virknaðurin av hesum merkist ikki einans ógvusliga í Eysturríki, men eisini í Ungarn. Leiðirnar ganga gjøgnum grannalondini til okkara,” legði Tanner dent á.
Talið av fólkum sum søkja um friðskjól í Eysturríki trífaldaðist seinasta ár til 108.490 umsóknir, og er Eysturríki harvið tað landið í ES við størsta vøkstrinum í umsøknum. Samstundis hevði Ungarn fægst umsøknir, einans 46.
Kelda: euroactiv.com - Austria, Hungary agree on not sending weapons to Ukraine
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald