Evropeiska gjaldoyrað, evran, fall í gjár til tað lægsta hon hevur verið í tvey áratíggju eftir at stúranir um búskaparligu útlitini halda á at versna. Hetta skriva m.a. Bloomberg og Financial Times.
Evran fall í gjár so mikið sum 0,9% í mun til dollaran og er nú tað lægsta hon hevur verið í ár, 0,9951. Eftir fallið verður evran handlað á einum støði, sum ikki er sætt so lágt síðani 2002, tá ið tað bert vóru fá ár síðani europeiska gjaldoyrað var sett á stovn, skrivar Bloomberg.
Europeiski búskapurin stendur fyri fleiri álvarsomum avbjóðingum í løtuni við høgari inflatión, sum er drivin av himmalhøgum orku- og matvøruprísum, samstundis sum ógvusligur turkur og trupulleikar at útvega orku økir um trupulleikarnar og vánaligu útlitini.
Samstundis sum evran klárar seg illa, er rupilin tað av heimsins gjaldoyrum, sum hevur klárað seg best hetta seinasta árið sambært Reuters.
Keldur: Bloomberg, Financial Times, Reuters
Les eisini:
Inflatiónin í Týsklandi kann gerast tann ringasta í 70 ár, sigur stjórin í týska tjóðbankanum
Citi Bank: Inflatiónin í Stóra Bretlandi kemur upp á 18% í næsta ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald