Reuters skrivar, at bannið sannlíkt fer at elva til mangul í dieselveitingunum, sum Europa síðani vónar at kunna viga upp fyri við kinesiskum brennievni, sum lutvíst verður framleitt úr russiskari ráolju.
Reuters skrivar, at Kina hækkar sínar útflutningskvotur fyri reinsaðar oljuúrdráttir í 2023.
Diesel, sum helst verður meginparturin av hesum útflutninginum, kann koma upp á 400000-600.000 tunnur um dagin í januar til juni, sigur Mark Williams, frá konsulentfelagnum Wood Mackenzie, við Reuters.
“Men uttan so at kinesiski útflutningurin kemur vestureftir, fer Europa neyvan at klára at viga upp fyri ta hálvu millión tunnurnar um dagin av russiskum diesel, sum verður mist av handilsstongslinum,” siga greinarar við Reuters.
Innflutnings-fepur
Europeiski innflutningurin av russiskum diesel er í løtuni 770.000 tunnur um dagin. Hetta er tað hægsta síðani mars mánað seinasta ár, sambært greinarafelagnum Vortexa.
“Europeiskir keyparar skunda sær at innflyta so nógv sum gjørligt, áðrenn bannið kemur í gildi,” sigur Rohit Rathod, sum er greinari hjá Vortexa, við Reuters.
Russland hevur leingi verið høvuðsveitari av diesel til Europa, sum ikki hevur nóg stóran reinsikapasitet til tess at kunna framleiða nóg nógv til at nøkta tørvin frá stóra “flotanum” av diesel drivnum bilum.
Sjálvt ímeðan stjórnir og fyritøkur royndu at kvetta búskaparligu bondini við Russland eftir innrásina seinasta ár, kom nærum helvtin av øllum diesel innflutninginum úr Russlandi, veit Reuters at siga.
Eitt ES bann á russiska ráolju, sum kom í gildi í desember, verður so frá 5. februar víðkað til eisini at fevna um reinsað brennievni so sum diesel.
Væntandi fer hetta at skapa brádligar broytingar í handilsleiðirnar og fer at hava ein kostnað við sær.
Europeisku keypararnir hava skundað sær at fylla dieselgoymslurnar á tremur áðrenn bannið tekur við, og eru goymslurnar tað hægsta, tær hava verið síðani oktober 2021, vísa tøl frá hollendsku ráðgevarafyritøkuni, Insights Global.
Men goymslurnar fara at væntandi at minka aftur, eftir at bannið er komið í gildi.
Annan vegin kring jørðina
Summi av heimsins størstu tangaskipum, sum kunnu lasta 2 mió tunnur av olju, eru seinastu mánaðirnar leigað til at flyta diesel úr Asia og Miðeystri til Europa.
At frakta brennievni úr Russlandi til útnyrðings Europa tekur vanliga eina viku, meðan ein last eystanífrá tekur upp til 8 vikur í miðal, og hetta elvir sum vera mann til hægri fraktkostnað.
Letland, sum hevur mark við Russland, innflutti sína fyrstu last av diesel úr Kina hendan mánaðin, og tað vísir sambært Reuters, hvussu handilsleiðirnar vera teknaðar av nýggjum í hesum døgum.
Eftirspurningurin eftir tangaskipum at frakta reinsaða oljuframleiðslu fer væntandi at hækka 7,2 % í 2023 samanborið við triðja ársfjórðing í 2022 vegna longu skippingleiðirnar, sigur Matt Wright, frakt greinari hjá Kpler við Reuters.
Longri ferðaleiðir fara at økja um eftirspurningin eftir skipum at sigla við dieselveitingum.
“Tað fer at vera nokkso baldrut hesar fyrstu 12 vikurnar, meðan heimshandilin finnur sær nýggjar leiðir,” segði Alan Gelder, ovastin fyri oljugransking hjá WoodMac, við Reuters.
“Tað fer at vera nógv meira óstøðugt”.
Kelda: Reuters - Analysis: Europe boosts Russian diesel buying ahead of ban set to rock market
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald