Seks milliónir húsarhald í Bretlandi standa fyri møguligum streymslitum bæði á morgni og kvøldi komandi vetur, til tess at handilstiltøkini móti Russlandi kunnu haldast koyrandi, og tað sama er galdandi fyri brúkarar um alt Europa. Hetta hóast Europa oysir áleið eina milliard dollarar inn í Russland um dagin, fyri at rinda fyri oljuna og gassið, sum tað heldur á við at brúka. Hetta tykist vitleyst. Uppskot frá EU um at gevast við at gjalda, møta, sum er væl skilligt, mótstøðu frá teimum londum, sum standa Russlandi næst, og sum eru djúpt bundin at russiskum brennievni; Týskland keypir 12% av sínari olju og 35% av sínum gassi frá Russlandi, tøl, sum eru munandi hægri fyri Ungarn.
ES í Brússel tykist ikki at vita, hvat er til ráða at taka. Ein diplomatisk neyðsemja er á borðinum, sum frítekur innflutning gjøgnum rørleidningar, og sum sostatt sleppir Týsklandi og Ungarn undan – men enn er ikki semja um, hvussu hetta skal gerast praktiskt. Veruliga grundin til tað er, at grundgevingarnar fyri handilstøkunum sum vápn, eru tódnaðar inn til lítið meira enn macho-retorikk. Tiltøkini skulu eftir ætlan fáa eitt fremmant stýri at broyta onkran politikk, sum vit ikki góðtaka. Tað er sjáldan at tað riggar, og í hesum førinum við Russlandi er tað beinleiðis misseydnað. Trúarverjarnir siga nú, at handilstiltøkini eru bara fyribyrgjandi, og skulu rigga í longdini. So hvørt sum kríggið í Ukraina skiftir í eitt annað gear, so kann tann longdin av sonnum gerast drúgv.
Handilstiltøkini hava kanska skatt kreditvirðið hjá Russlandi, men 70% hækkingin av heimsins gassprísum hevur einsamøll yvirfylt gjaldsjavnan teirra veg. Yvirskotið á handilsjavnanum, sum Russland hevur nú, er sambært miðbankanum meira enn tríggjar ferðirnar tað, sum tað var undan innrásini. Samstundis stendur púra greitt, at handilstiløkini skaða londini í vestur- og miðeuropa, sum seta tey í verk.
Tað er høpisleyst at vænta, at Ungarn skal svølta seg sjálvt fyri orku, og sum stjórnin segði, “kjarnorkubumba” búskapin hjá sær sjálvum, uttan greið mál ella tíðarætlan. Handilstiltøk hava tann keðiliga vana, at tey eru ring at sleppa av aftur við. Tað ringasta er eftir enn. Svarið hjá Russlandi mótvegis handilstiltøkunum, hevur verið at hótta við at sløkkja fyri gassinum til Europa, og harvið hækka prísirnar enn meira til sín fyrimun. Havnirnar í Svarta Havinum, haðani milliónir av tonsum av Ukrainskum korni vanliga verða skipað út í heim, eru longu stongdar. Hesin stongsul hevur fingið kornvørur at hækka 48% í mun til 2019 og hevur oyðileggjandi ávirkan á marknaðirnar, serliga í Afrika. Hetta hevur so aftur hækkað virðið á risastóra kornútflutninginum hjá Russlandi sjálvum. Russland hevur bjóðað seg at sleppa stongslinum, um handilstiltøkini verða linkað. Uttan mun til um hetta er umstrítt, so kunnu vestanlondini ikki lata eyguni aftur fyri ótilætlaðu avleiðingunum av sínum handilskríggi.
Nato hevur verið passaliga varið og ansað eftir ikki at økja stríðið í Ukraina so tað breiðir seg til restina av Europa. Handilstiltøk kenna ikki til slíkt afturhald. Milliónir av ósekum fólkum tvørtur um alt Europa og víða hvar kring heimin, fara at líða, so hvørt sum matvøru- og orkuprísirnir fara á flog. Veitingarlinjur vera avbrotnar. Handilssambond slitna. Offrini eru í størstan mun tey fátæku.
Endamálið – at noyða Russland at taka sínar herdeildir úr Ukraina – er sum øllum kunnigt ikki nátt. Á tí økinum hevur hernaðarliga hjálpin riggað munandi betur. Men skaðin, sum er gjørdur móti Europa og restini av heiminum, er nú opinberur. ES skuldi hildið seg til at hjálpt Ukraina hernaðarliga og tikið handilstiltøkini móti Russlandi av aftur. Tey hava øvutan virknað og raka órímiliga hart.
Simon Jenkins skrivar fast í The Guardian og London Evening Standard, hevur skrivað hóp av bókum, arbeiðir fyri BBC og er fyrrverandi blaðstjóri á m.a. The Times.
Upprunagrein: The EU should forget about sanctions – they’re doing more harm than good
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald