Fyrsta september í 2022 hevði New York Times eina forsíðu søgu undir yvirskriftini: “Alheimsfarsóttin strikaði tvey áratíggju av framstigum innan støddfrøði og lesing” (“The Pandemic Erased Two Decades of Progress in Math and Reading.”)
Fyrsta reglubrotið ljóðar soleiðis (í mínari umseting):“Landsdekkandi úrslit frá royndum, sum vóru kunngjørd hósdagin, vístu týðiliga, hvussu oyðileggjandi árin alheimsfarsóttin hevur havt á amerikonsk skúlabørn, har rokni- og lesiførleikarnir hjá teimum 9 ára gomlu, eru falnir niður á støðið, sum var fyri tveimum áratíggjum síðani.”
Longur niðri í greinini, stendur: “Síðani kom alheimsfarsóttin, sum læsti skúlar tvørtur um alt landið, mestum eftir einum degi, og serfrøðingar siga, at tað fer at krevja meira enn einans tann vanliga skúladagin, at heinta inn aftur tey glopp, sum alheimsfarsóttin hevur skapt.”
Skilmarkanin av eini alheimsfarsótt (en: pandemic) er sambært Bulletin of the World Health Organization (ref: Last JM, editor. A dictionary of epidemiology, 4. útgáva. New York: Oxford University Press; 2001) soljóðandi í mínari umseting: “ein farsótt, sum fevnir um allan heimin ella eitt sera vítt øki, tvørturum altjóða forðingar, og umfatar vanliga eitt stórt tal av fólkum.”
Sambært Association for Professionals in Infection Control and Epidemiology, so er “ein farsótt tá ið ein smittandi sjúka spjaðir seg skjótt til mong fólk.”
Tískil er ein alheimsfarsótt ein smittsom sjúka, sum spjaðir seg skjótt til mong fólk allan vegin kring knøttin.
Bygt á hesa rættiliga universalt góðtiknu skilmarking, so kann ein alheimsfarsótt gera júst eitt: spjaða sjúku til mong fólk kring jørðina.
Hvat kann ein alheimsfarsótt / pandemi IKKI gera?
Ein alheimsfarsótt kann ikki áseta krøv og læsa lond niður.
Ein alheimsfarsótt kann ikki steingja landamørk ella noyða fólk at gevast at ferðast.
Ein alheimsfarsótt kann ikki steingja skúlar - eftir einum degi ella á annan hátt.
Ein alheimsfarsótt kann ikki ávirka støddfrøði og lesing.
Ein alheimsfarsótt kann ikki skapa glopp í læringini.
Hvat kann mátin vit handfara eina alheimsfarsótt gera?
Um vit taka avgerð, at læsa skúlar niður í mánaðir ella ár, í okkara roynd at handfara alheimsfarsóttina, so er tað okkara handfaring, sum hevur elvt til teir manglar og niðurbróting av barnamenningini, sum mátti staðist av hesum. Tað er ikki alheimsfarsóttin.
Um onkur skuldi ivast, um ávirkanin frá sjálvari alheimsfarsóttini er øðrvísi enn okkara handfaring av henni, so kunna vit hyggja eftir Svøríki, har skúlarnir ongantíð vórðu læstir niður, og har sum børnini ikki upplivdu mista læring, og har tey ikki upplivdu tað nær námindi ta niðurbróting, sum tey gjørdu í øðrum í londum, har skúlarnir vórðu læstir niður (ref) undir kovid alheimsfarsóttini.
At geva alheimsfarsóttini skyldina fyri nakað annað enn sjúku og/ella deyða, er misskunning.
Yvirskriftin og greinin í New York Times innihalda sostatt greið og ósvitalig dømi um misskunning.
Her eru upplýsingarnir í greinini bornir fram á ein faktuelt rættvísandi hátt:
Leiðandi heilsuembætisfólk og politikkarar í USA settu í verk krøv um langar niðurlæsingar av skúlum, sum amboð at handfara kovid alheimsfarsóttina. Hesar niðurlæsingar av skúlunum høvdu oyðileggjandi árin á menningina hjá skúlabørnum, elvdu til glopp í læringini og strikaðu fleiri tíggjuár av framstigum innan støddfrøði og lesing.
Høvundur:
Debbie Lerman hevur lisið enskt á Harvard. Hon er fyrrverandi vísindahøvundur og fæst nú við list í Philadelphia, PA.
Greinin er endurgivin við loyvi frá Brownstone Institute
Upprunagreinin kann lesast her:
The Pandemic Did This? New York Times Fails Fact Check
Týtt: JT
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald