Uttanlands

Endamálið við andlitsmaskum: At elva til ótta

"Tá tú gongur eftir gøtuni, og sært øll onnur verða í masku, so er tað veruliga óttaelvandi, og tú fert at halda sosiala frástøðu"

2022-05-10 23:24 Author image
MICHAEL SENGER

Laurie Garrett er ein amerikonsk vísinda-tíðindakvinna og fyrrverandi Senior Fellow í the Council on Foreign Relations. Garrett hevur verið ein av leiðandi røddunum at tosa fyri sera harðrendum kovidkrøvum  hesi seinastu tvey árini - serliga fyri maskukrøvum. Í einum videoklippi, sum er komið undan kavi aftur frá the National Academy of Medicine frá 2018 gevur Garrett okkum veruligu grundgevingarnar fyri maskukrøvum:

“Tað eru bara heilt fá lond, sum nakrantíð hava gjørt veruligar stórar kanningar, fyri at finna útav, hvat man rigga. Tit undrast kanska ikki, at Japan er eitt av teimum. Í einari av teirra stóru kanningum, vístu teir í veruleikanum, at maskurnar, tað tóktist sum at høvuðsvirknaðurin av eini masku er, at hon skapir ótta í hinum persóninum og so halda fólk seg burtur frá hvørjum øðrum. Og tað er tað, sum eg haldi hendi við SARS. Tá ið eg var í SARS farsóttini, sá eg allastaðni kring asia, at fólk byrjaðu at ganga við hesum maskunum, og tað er óttaelvandi, tá tú gongur oman eftir gøtuni, og øll sum koma ímóti tær, eru í masku, so fert tú veruliga at halda sosiala frástøðu, tú fert veruliga - tað er bara eitt kensluting. Men hjálpti maskan teimum veruliga? Helt maskan virusinum úti? Næstan púra vist ikki. Um virusurin var onkunstaðni tætt við teirra andlit, so hevði maskan ikki havt gjørt nakran mun.”

[object Object]

Ja, hatta er rætt. Orsøkin til at børn í USA vóru noydd at fjala andlitini í seks tímar um dagin hvønn dag, var at “tað elvir til ótta í hinum persóninum so at tit halda tykkum frá hvørjum øðrum…. Men hjálpti maskan teimum veruliga? Helt maskan virusinum úti? Næstan púra sikkurt ikki.” Hetta hevur Garret vita alla tíðina, men heldur á at stuðla kravdum maskum til børn alíkavæl.

[object Object]

Tey vistu tað alla tíðina.Tey søgdu ósatt og børn okkara vóru offrini.

Les eisini: Innandað mikroplast funnið í lungnavevnaði - kunnu andlitsmaskur vera orsøkin?

og: Foegen-effektin: Hví munnbind økja um deyðiligheitina av kovid19


Grein endurgivin við loyvi frá BROWNSTONE INSTITUTE

Týtt: JT

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald