Bretska blaðið, The Telegraph, skrivar mánadagin 29.08, at elbilamilliardingurin, Elon Musk, var á eini orkuráðstevnu í Noregi, har hann segði, at heimurin hevur tørv á at halda fram við at útvinna olju og gass, meðan varandi orkan verður útbygd.
Tesla-stovnarin segði, at umskiftið til varandi orku er “ein av størstu avbjóðingum, sum heimurin nakrantíð hevur staðið fyri.”
Hann segði víðari: “Realistiskt haldi eg, at vit verða noydd at framhaldandi nýta olju og gass næstu árini, tí annars dettur sivilisatiónin sundur."
Spurdur um Noreg eigur at halda á at bora eftir olju og gassi, svaraði Musk: “Eg haldi at meira leiting er uppá sítt pláss í løtuni.”
“Ein av størstu avbjóðingum, sum heimurin hevur staðið fyri, er umskiftið til varandi orku og burðardyggan búskap,” segði hann víðari. “Tað fer at taka nøkur tíggjuár at fullfíggja.”
Tesla og SpaceX íverksetin, sum er føddur í Suðuraftrika, segði at offshore vindorka í Norðsjónum, saman við battarískipanum, kundi gerast ein lykla-orkukelda. “Tað kundi givið eina sterka álítandi orkukeldu um veturin,” endurgevur blaðið hann fyri at siga m.a.
Kelda: The Telegraph - Elon Musk says civilisation will crumble without oil and gas
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald