Bloomberg skrivar í gjár, at prísurin á orku í tveimum av lyklamarknaðunum í Europa hækkaði við meira enn 25% bara í gjár, fríggjadagin 26. august. Hetta eru ruðulleikaevlandi hækkingar, sum eisini hava fingið europeisku leiðararnar at kalla inn til kreppufundar.
Elprísirnir fyri næsta ár í Týsklandi og Fraklandi seta nærum dagliga nýggj met. Hækkandi gassprísir vegna tvørrandi veitingar úr Russlandi og fallandi framleiðsla á kjarnorkuverkunum eru partar av orsøkini.
Príshækkingarnar økja um inflatiónina og hótta fíggjarstøðuna hjá bæði húsarhaldum og fyritøkum um alt kontinentið.
Hetta hevur við sær, at myndugleikarnir um alt Europa eru farnir í holt við at seta avmarkandi tiltøk í verk, sum skulu minka um orkunýtsluna.
“Franski marknaðurin verður ómetaliga hart spentur í vetur, serliga um vit fara at hava lítið av vindi,” segði Kathryn Porter, orku ráðgevi hjá Watt-Logic, við Bloomberg. “Tað kann henda seg at øll londini í Europa fara at royna at innflyta streym samstundis, og tað kann skapa stórar avbjóðingar og rationeringar av streymnýtsluni hjá ídnaðinum.”
Fronsku kontraktirnar fyri veitingar í næsta ár (year-ahead contract) hækkaðu so mikið sum 25% til 1.130 Evrur (8407 kr) fyri megawatt-tíman á europeiska orku marknaðinum, European Energy Exchange AG, fríggjadagin. Tilsvarandi týsku sáttmálarnir hækkaðu eisini metnógv við upp til 33% hækkingum til 995 evrur fyri megawatt-tíman (7402 kr), sum er ein hækking uppá 70% hesa vikuna. Um vit umrokna tað til oljumarknaðin hevði tað svarað til at oljan fór upp um 1.600 dollarar fyri tunnuna.
Frakland hevur vanliga verið ein av størstu útflytarunum at el-orku, men við árligu kjarnorkuframleiðsluni á sínum lægsta støði í meira 30 ár, er tað ein farin tíð.
Um tamarhald ikki fæst á orkukreppuni er vandi fyri ófriði og politiskum ruðulleika, serliga um fall í veitingunum fer at elva til streymslit og køld heim í vetur. Europeiskir politikkarar hava oyramerkt 280 milliardir evrur til at linka um avleiðingarnar av príshækkingunum fyri húsarhald og vinnulív, men tann hjálpin kann skjótt gerast alt ov lítil í mun til hvussu ógvuslig kreppan kann gerast.
Høgu orkuprísirnir kunnu noyða ídnaðirnar at avmarka ella steðga orkukrevjandi framleiðslum, harav fleiri kanska ongantíð lata upp aftur.
T.d. hava høgu prísirnir fingið framleiðarar av kunsttøðum at minka um framleiðsluna og aðrar at stongja. Hetta hóttir bæði landbúnaðin og matvørutrygdina.
Les keldugreinina á bloomberg.com her: French Electricity Price Exceeds 1,000 Euros for First Time
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald