2023-01-31 22:55
Her er ein leystlig umseting av tí, sum brasilski forsetin sigur (video niðanfyri):
"Brasilia hevur ongan áhuga í at útflyta lóður, fyri at tað ikki skal verða brúkt í krígnum millum Ukraina og Russland.
Brasilia er eitt friðarland. Okkara seinasta orrusta var í Paraguay-krígnum, og tískil vil Brasilia ikki hava nakra luttøku í stríðnum, heldur ikki óbeinleiðis. Tí at eg haldi, at í hesi stund í heiminum í dag, mugu vit leita eftir fólkum, sum kunnu fáa frið í lag millum Russland og Ukraina. Vit mugu finna onkran. Tí higartil er orðið friður sera lítið brúkt. Við øðrum orðum hevur Brasilia tikið ta avgerð, ikki at veita lóður, tí vit vilja ikki hava hetta lóðrið at verða nýtt í krígnum ímóti Russlandi."
Ritstjórin á Hinvegin skrivar m.a. í viðmerking á Facebook í kvøld soleiðis:
"Eg haldi, at vit sum land eiga at halda okkum at hasum prinsippinum, heldur enn at leggja við á bálið til meira stríð, sum SS og onnur argumentera fyri og sum londini í NATO og ES gera í løtuni.
So hvørt sum NATO og ES nærkast veruligum kríggi við Russland og harvið møguligum heimskríggi, tess meira ábyrgdarleysar og vandamiklar eru royndirnar hjá Sjúrða og øðrum at gera Føroyar til part í krígnum við m.a. at heita á almennu Føroyar at senda pening til vápn til annan partin.
Vit eiga at halda okkum óheft, bæði av moralskum og av trygdarávum.
Kundi hóskandi endað við at víst til Matteus kap. 5, vers 9."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald