Uttanlands

CNN stjóri bað starvsfólkini um ikki at kanna ‘starvsstovu-ástøðið’ nærri

Táverandi forsetin í CNN, Jeff Zucker, helt sambært starvsfólkum, at ástøðið um at virusurin skuldi verið likin út á eini starvstovu, var eitt “Trump-kjakevni”

2023-03-09 17:47 Author image
Jón Tyril

Fox News, (sum, rætt skal vera rætt, er kappingarneyti hjá CNN), skrivar um hesa søguna, sum aðrir miðlar eisini hava tikið upp.

Seinastu tíðina hevur ástøðið um at kovid hevði sín uppruna á eini starvsstovu á Wuhan Institute of Virology fingið nýggj viðhaldsfólk. M.a. var stjórin í samveldisløgregluni í USA, FBI, hann eitur Christopher Wray, úti segði seg taka undir við hesum sjónarmiðnum. Hetta kemur eftir at ein frágreiðing frá ymisku fregnartænastunum í USA, var dagførd, og nú segði at amerikanska orkumálaráðið helt at virusurin mest sannlíkt kom úr eini starvsstovu.

Men hóast hetta ástøðið er gamalt, og var frammi heilt í byrjanini av farsóttini, so vildi stjórin á CNN, Jeff Zucker, ikki loyva sínum starvsfólkum at kanna málið nærri, tí hann metti tað vera eitt “Trump-kjakevni” (en: Trump talking point).

“Fólk eru spakuliga við at vakna upp úr mjørkanum," segði keldan við Fox News Digital. “Tað er eitt sindur svakt, at vit ikki kannaðu tað nærri.”

Greinskrivararnir á Fox, Brian Flood, Joseph A. Wulfsohn, David Rutz, halda, at CNN undir leiðslu Zuckers fór frá at vera ein tíðindarás, til fyrst og fremst at vera ein anti-Trump-rás.

28. mars í 2020 skrivaði Oliver Darcy á CNN eina søgu við yvirskriftini “Soleiðis avváttar tú villeiðandi koronukunning og samansvørjingarástøði frá vinum og familju,” sum kom við góðum ráðum um hvussu tú kundi handfara tey óargaligu kæru, sum ikki trúðu upp á frásøgnina, tey fingu í stóru miðlunum.

“Hóast koronuvirusurin hevur isolera familju og vinur heima hjá sær sjálvum, so hevur hann eisini í nógvum førum økt um samskifti umvegis telefon ella internet við tey kæru,” skrivaði Darcy m.a. “Men í summum førum deila næstringar ella vinir vánaliga kunning — tað verði seg vánalig vísindi í mun til hvussu virusurin kann fyribyrgjast, ávváttaðar sleygisøgur um at býir verða læstir niður, ella samansvørjingarástøði um upprunan at Kovid19. Hóast øll villeiðandi kunning er skaðilig, so er villeiðandi kunning í sambandi við eina heilsukreppu eyka vandamikil,” skrivaði Darcy áðrenn hann helt fram, at “vánalig kunning undir eini heilsukreppu, er til vanda tey, sum gerast offur fyri henni.” Ávarandi greinin frá Darcy kom júst sum CNN og fleiri av hinum stóru meginstreymsmiðlunum lýstu gitingarnar, um at kovid kundi vera komið frá eini starvsstovu, at vera fullkomiliga láturligar.

CNN verturin Fareed Zakaria segði um “starvsstovu-ástøðið”, at “uttasti høgravongurin hevur nú funnið sítt egna virus-samansvørjingarástøði. 

18. febr. 2020 legði CNN eina “Fakta fyrst og fremst” (“Facts First”) kanning av páhaldum, sum Tom Cotton, senatorur fyri republikanska flokkin, var komin við. Cotton var ein av teimum, sum tíðliga helti mótvegis “starvsstovu-ástøðinum”. CNN helt at tað var “møguligt, men ósannlíkt, at starvsstovan hevði nakað við útbrotið at gera,” og siteraði ein smittuserfrøðing, sum segði um hetta ástøðið, at hann hevði “ikki sæð nakran koma við nøkrum veruligum upplýsingum, sum stuðla hasum ástøðinum. Eg haldi, vit eru komin har til, at vit kunnu tekna eina striku ígjøgnum hatta, og siga, at tað hendi ikki.”

CNN-verturin John Vause kallaði útsagnirnar hjá Cotton fyri "misinformation" á enskum, vit kundu sagt “villeiðandi kunning”. Hetta segði hann í beinleiðis samrøðu við Dr. Anthony Fauci, sum svaraði, at “ástøði, sum ikki eru bygd á prógv og fakta, kunnu mangan veruliga villeiða fólk.”

Ein yvirskrift hjá CNN frá apríl 2020 sum segði at “nærum 30% av amerikanarum trúgva eini koronuvirus-ástøði, sum næstan fyri vist ikki passar,” var bygd á eina kanning hjá Pew Research. 

“Upprunin er til kjak, men hann var ikki í eini starvsstovu,” segði CNN m.a. “Tað er framvegis nógv, sum vit ikki vita við vissu um koronuvirusin, men virus-serfrøðingar eru samdir um eitt viðvíkjandi upprunanum: Tað er sannlíkt at virusurin koma frá eini flogmús, men ikki í eini kinesiskari starsstovu.”

Keldan til okkara tekst omanfyri er hendan greinin á Fox, sum hevur munandi meira detaljur enn okkara grein: Credibility crisis: CNN boss ordered staff not to chase down COVID lab leak theory as pandemic unfolded

Vit skrivaðu annars um “starvsstovu-ástøðið” í seinastu viku her:

Amerikanska orkumálaráðið sigur nú, at Kovid19 helst er likið úr eini starvsstovu

Og The Highwire høvdu eina perspektivering av allari gongdini her:

Og John Campell hevði eitt áhugavert video um upprunan til virusin her (áðrenn søgan um FBI og orkumálaráðið komu fram):


***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.

Vit hava hvørki lýsingar ella krøv um haldaragjald á síðuni. Vit ynskja, at tilfarið frá okkum skal síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Hinvegin er fíggjað av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at ein slíkur miðil hevur týdning, og er verdur at stuðla.
Tú kanst vera við og hjálpa okkum at fáa gott tilfar út á føroyskum, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald